Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 57
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 57

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 33 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ 33 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vælkomin til Hvalvíkar Leygardagin 28. mai, sum er leygardagin komandi, verður aftur skipað fyri bátahugna í Hvalvík. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum skipað hevur verið fyri í nøkur ár Vilmund Jacobsen T að, sum sermerkir tiltakið í Hval­ vík, er, at bátahugnin í fyrsta lagi snýr seg um fólk, sum koma við bátum og seinnu árini eisini við kamp­ingvogni. Bátahugnin er ikki ein stevna við alskyns stevnutiltøkum og undirhaldi, soleiðis sum vit kenna tiltøkini á Toft­ um og Vestmanna. Hetta er eitt ann­ að konsept, sum roynt verður at halda fast við, tí bæði meðan tiltakið er og í afturmeldingum eftir tiltakið siga báta­eigarar og kampingfólk, at hetta er júst tað, tey vilja hava, meðan tey eru í Hvalvík. Í Sundalagnum hava bátaeigarar og fólk við áhuga fyri sigling stovnað Sundalags Bátafelag, og formaður er Dia Petersen. – Tiltakið hesaferð verður skipað á sama hátt, sum undanfarin ár. Í fjør vóru umleið 70 bátar, og okkurt árið hevur bátatalið táttað í hundrað. Alt veldst um veðrið, og hvør er heima. Hinvegin fæst ikki ein betri sigl­ing­ ar­leið her í miðstaðarøkinum enn Sunda­lagið – og fyri so vítt eisini Skála­fjørðurin. Dia Petersen sigur, at í ár hava báta­eigarar møguleikan at boða frá lut­tøku framman­undan og soleiðis fáa tey bestu plássini í bátahylinum. – Longu nú hava einir 18 bátaeig­ arar boðað frá, at tey koma, og hesir fáa allir pláss við innastu brúgvarnar, har pláss er fyri umleið 22 bátum. Tá so siglingin verður leygardagin av Sela­trað til Hvalvíkar, sleppa báta­ eigarar, sum frammanundan hava bí­ lagt sær pláss, at liggja við sína egnu brúgv, tá bátafylgið kemur aftur til Hval­víkar. Dia Petersen sigur, at bátarnir, sum verða við í siglingini av Selatrað til Hvalvíkar leygardagin, møtast út fyri Selatrað klokkan 13.30, og síðan er væntandi, at bátafylgið við Juvel hjá Heðini Zachriasen á odda verður í Hvalvík umleið ein tíma seinni. – Í Hvalvík verður borðreitt við ókeypis smyrjibreyði við føroyskum viðskera í tjaldinum til umleið klokkan 17, og her eru øll hjartaliga vælkomin at fáa sær ein bita og okkurt leskandi. Bátafelagsformaðurin sigur, at tað, sum er nýtt í ár, er, at royndi og dugnaligi kokkurin, Ruben Busk, sum býr í Hósvík, fer at grilla og selja búffar í bátafelagshúsinum á havnalagnum frá umleið klokkan 16.30 til 22. – Tá so kvøldið kemur, verður skip­ að fyri felagssangi í tjaldinum, og her verður hildið á til langt út á náttina. Í bátahylinum í Hvalvík er pláss fyri nógvum bátum – ja, helst fyri væl yvir 100, og her eru bestu umstøður, ið hugsast kunnu. Allir bátar fáa el og vatn. – So, tað er eingin orsøk at halda seg aftur, sigur Dia Petersen, sum tekur ímóti tilmeldingum til bátapláss og kampingpláss á tlf. 522018. Bátahugni TEMA Umstøðurnar í Hvalvík eru tær bestu, ið hugsast kunnu, og her er pláss fyri væl yvir 100 bátum Mynd: Birgir W. Høgnesen