Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 34 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bátahugni Vilmund Jacobsen J ógvani í Skorini, borgarstjóra í Eiðis kommunu, dámar væl at vera á floti, tá høvi býðst, men hann ásannar, at túrarnir kundu verið enn fleiri. – Tó eru løtur í betru tíðini av árinum, har eg eri á floti, og onkutíð eru børnini við. Mær dámar eisini væl at gera ein havhestatúr um heystið, tá høvið býðst. Borgarstjórin í Eiðis kommunu er útbúgvin lærari, men hann hevur eisini roynt sjólívið. Sum 16 ára gamal var hann á royndartúri við táverandi nýggja Skálabergi – og seinni, tá hann var vorðin studentur - sigldi hann í umleið eitt ár við Skálabergi. Jógvan í Skorini er sonur Mariu og Sámal í Skorini, og Maria er systir Hanus Hansen, reiðara hjá JFK-Troli í Klaksvík. Vinnuvirksemi Nú vit skifta orð við borgarstjóran, spyrja vit eisini, hvussu tað gongur vinnuliga í Eiðis kommunu. – Á havnalagnum er væl av virksemi, har fiskavirkini eru í gongd, menn framleiða aliringar, og her er eitt nú brævbjálvavirkið og virkið, ið tekur sær av slógvi frá føroysku alivinnuni. Við havnalagið eru eisini aðrir veitarar, eitt nú el-fyritøka og byggivirksemi. Jógvan í Skorini vísir á, at nakrir útróðrarbátar eru, sum leggja veiðina upp á Eiði, og her er stóra flutningsfyritøkan hjá Hans Egili og synum. Væl bíligari Tað er vorðið væl bíligari at búgva í Eiðis kommunu enn í fleiri øðrum kommunum, sum Eiðis kommuna kann samanberast við. Borgarstjórin vísir á, at eitt er lækking­in í kommunu­skatta­prosentin­ um, sum munar væl, og annað er barna­ frá­drátturin á 7.500 krónur fyri hvørt barnið. – Vit hava áður sett upp eitt rokni­ stykkið sum sigur, hvat ein familja við trimum børnum sparir við at seta búgv í okkara kommunu. Jógvan í Skorini sigur, at roknistykkið byggir á, at familjan hevur eina árs­inn­ tøku á 600.000 krónur, ein kommunu­ skatt á 18,75 prosent og ein barna­frá­ drátt á 7.500 krónur fyri hvørt barnið. – Ein slík familja hevur í Eiðis kommunu - í mun til í fleiri øðrum kommunum - heilar 2000 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Borgarstjórin leggur dent á, at her er ikki talan um tóm orð. – Nei, hetta er reint fakta, sigur Jógvan í Skorini. Vilmund Jacobsen B orgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, er millum ágrýtnastu siglarar og hevur í fleiri ár átt glastrevjabátin, Juvel. Heðin er eisini limur í Sundalags Báta­ felag, men er ikki í nevnd felagsins. Nú bátahugnin í Hvalvík verður leygardagin, hava fyrireikarar av til­ takinum aftur heitt á borgarstjóran um at sigla fremstur av Selatrað og heim í bátahylin í Hvalvík, har um­ støðurnar eru tær bestu, ið hugsast kunnu. Juvel er ein Viksund-bátur, sum upprunaliga var 10,10 metrar langur og 3,50 metrar breiður. – Báturin er nýliga flotaður aftur, eftir at hann er vorðin longdur. Dekkið er nú 1,20 metrar longri, enn tað var, og hetta ger rættiliga stóran mun. Haraftrat er tað, vit rópa baðiplatformurin afturi á hekkuni longdur við 20 sentimetrum. Samlaða longdin á bátinum er nú 11,60 metrar. Heðin Zachariasen sigur, at í uppihaldsrúminum er nú eisini sofa allan vegin. – Tað, eg ætli mær at gera aftrat, men sum ikki er gjørt í hesum umfari, er, at takið á stýrhúsinum yvir dekkinum skal byggjast nakað longur aftur í samsvar við tað, sum dekkið nú er vorðið størri, sigur hann. Gott arbeiði Heðin Zachariasen fegnast um alt tað vaktarhald, sum sermerkir báta­stevnurnar í síni heild, og tá hugsar hann ikki minst um báta­ festivalin á Toftum, stóru báta­ stevnuna í Vestmanna og regatta’ina í Sundalagnum. – Tað er tryggjandi at vita, at skjótt­ gangandi bjarginar­bátar, bjargingar­ feløg og samarittar eru við á fleiri báta­stevnum. Sjálvur havi eg uppliva at fara heim aftur úr Vest­manna í heldur keðiligum líkindum, har Brimil hevur ligið og bíðað í Hestfirði, meðan bátar hava siglt heima­ftur. Borgarstjórin í Sunda kommunu heldur, at bæði bjargingarfeløg, samarittar og teir, sum eru við vaktar- og bjargingar­skipunum, eiga alt rós og alla tøkk uppibornað fyri hetta arbeiði. Passaligt tiltak – Eg haldi, at bátahugnin í Hvalvík er eitt so deiliga passaligt tiltak, sum í fyrsta lagi viðkemur bátafólki og fólki, sum koma við kampingvogni. At tiltakið ikki er ein stór stevna, ger, at stundir eru til hugna - eisini hjá teimum, sum skipa fyri. Heðin Zachariasen ímyndar sær, at hevði bátahugnin verið ein stór stevna, høvdu nógv fleiri fólk, sum standa aftan fyri tiltakið, noyðst at runnið aftur og fram, bæði fyri tiltakið, meðan tiltakið koyrir og heilt til endans. – Bátahugnin er hugni og samvera burtur av og soleiðis, sum eg skilji báta-og kampingfólk, er tað júst hetta, tey vilja hava, meðan tey eru í Hvalvík, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, sum fegnast um, at so mong taka eina hond í og ár um ár eru við til at gera tiltakið í Hvalvík møguligt. Borgarstjórar við áhuga fyri sigling Við Juvel á odda til bátahugna Tað er ikki bara borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, sum dámar at sigla. Tað ger borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, eisini, og Jógvan hevur eisini verið fiskimaður, áðrenn hann fór at læra til lærara – Bátahugnin er hugni og samvera burtur av og soleiðis, sum eg skilji báta-og kampingfólk, er tað júst hetta, tey vilja hava, meðan tey eru í Hvalvík, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri – Vit bjóða familjum, sum vilja seta búgv her hjá okkum, ein bíligari gerandisdag, enn tey hava í fleiri øðrum kommunum, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen - Juvel er nú aftur klárur til sigling, eftir at báturin er longdur, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sum aftur í ár fer at sigla femstur av Selatrað heim til Hvalvíkar Mynd: Vilmund Jacobsen