mánadagur 23. mai 2016síða 61
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 21 • 23. MAI 2016
37
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bátahugni
4 3 0 H v a l v í k · t e l 4 2 2 3 9 4 · w w w . o k H e i l s o l a . c o m
Bátatreff í Hvalvík
Vit ynskja øllum eitt gott
Okkum dámar væl at sigla
– Vit vilja hava so mong við sum gjørligt, soleiðis at flest møgulig skulu kenna seg
sum ein part av tiltakinum, sigur formaðurin í Sundalags Bátafelag
Vilmund Jacobsen
F
ormaðurin í Sundalags Bátafelag,
Dia Petersen, eigur saman við
øðrum glastrevjabátin, Saritu.
Hetta er ein norskt bygdur bátur, sum
er 34 føtur langur.
– Vit keyptu henda bátin í 2008
og hava bygt eitt sindur uppí hann.
Í bátinum eru tvey dupultkømur,
og síðan er eitt sovipláss aftrat. Vit
eru ógvuliga glað fyri bátin, sum er
uppkallaður eftir dóttir okkara, Saritu.
Dia og konan Malan eiga tvey børn.
Gentu, sum er 11 ár og drong, sum
er sjey.
Teimum øllum dámar ógvuliga væl
at siga, tá teir góðu dagarnir eru.
– Ein góðan dagin herfyri sigur
annað av børnunum, um tey ikki
skuldu fara at siglitúr. Vit fóru í bátin,
sigldu til Havnar og lógu nátt. Dagin
eftir fóru vit til okkurt tiltak í Havn og
sigldu síðan heimaftur til Hvalvíkar,
sigur Dia Petersen.
Nógv hjálpa til
Bátahugnin, sum verður í Hvalvík
komandi leygardag, hevur nøkur fleiri
ár á baki enn Sundalags Bátafelag,
sum er eitt nýtt felag.
– Fólk í økinum eru ófør at hjálpa
til fyri at fáa alt at hanga saman, tá
bátahugni er. Ikki minst skal nógvur
viðskeri útvegast og breyð smyrjast,
áðrenn klárt er at lata tjalddyrnar upp
leygardagin, tá bátarnir hava lagt til
bryggju.
Tá Dia Petersen segði ja til at
gerast fyrsti formaður í Sundalags
Bátafelag, stúrdi hann ikki fyri, at fólk
í økinum fóru at hugsa sum so, at nú
felagið er komið, fer nevndin at taka
sær av øllum.
– Tað hevði snøgt sagt ikki borið
til. Vit vilja hava so mong við sum
gjørligt fyri, at øll í økinum skulu
kenna seg sum ein part av tiltakinum.
Formaðurin í Sundalags Bátafelag
sigur, at tey eru mong, sum bjóða seg
fram til at taka eina hond í.
– Hetta fegnast vit sjálvsagt um,
og hetta ger tað stuttligt at skipa fyri.
Dia Petersen vísir á, at tey fyrstu
árini skuldu tøk takast fyri at fáa
kabalina at ganga upp, men soleiðis
er tað ikki longur.
– Nú er tað ein frægd at skipa
fyri, tí so mong bjóða seg fram, sigur
formaðurin í Sundalags Bátafelag.
- Tað er ein frægd at skipa fyri, tá so mong bjóða sær at hjálpa til,
sigur formaðurin í Sundalags Bátafelag, Dia Petersen