Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 38 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Bátahugni Sunda kommuna slóða – Verkætlanin við nýggja skúlanum við Streymin liggur í føstum kørmum, soleiðis at útgrevstur, jørðarbeiði og planering skulu byrja í november í ár, og síðan skulu tilboðini upp á skúla og høll latast upp hálvan desember. Øll viðurskifti í samband við byggingina skulu avgreiðast fyri árslok, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen Vilmund Jacobsen S týrisbólkurin í Sunda kommunu, sum hevur arbeitt við stóru skúla- og hallar­verk­ætlanini á Oyrar­bakka, er nú komin so mikið langt við sínum arbeiði, at upp­skotið varð lagt fyri á bý­ráðs­fundi í komm- ununi seinasta mikudag. Seinasta hond skal nú leggjast á upp­skotið, sum síðan skal við­gerast í skúla­stýrinum og at enda sendast myndug­leikunum til góðkenningar. Stýrisbólkurin hevur havt fundir hvørja viku síðan ársbyrjan, og arbeitt hevur verið miðvíst eftir eini neyvari tíðar­ætlan. Tað eru Brim arkitektar, sum hava gjørt tekningarnar. Byggja 3000 fermetrar Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at nú er uppskotið komið undir land. Tá verkætlanin hevur fingið sína góðkenning hjá myndugleikunum, verður farið undir projekteringina. – Byggjast skulu umleið 3000 fer­ metrar tilsamans. Av hesum verður íbygda ítróttarhøllin umleið 1500 fer­metrar, og síðan verða aðrir 1500 fer­metrar til sjálvan skúlan. Í nýggja partinum av skúlanum verða 18 skúla­stovur, sum hvør verður á umleið 60 fer­metrar. Haraftrat verður stórt felags um­hvørvi, sum bindilið millum verandi og nýggju skúla­partarnar. Tað verður nevniliga soleiðis, at nýggi skúla­bygningurin kemur at binda saman Felagsskúlan á Oyrarbakka og Norð­skála/ Oyrar skúla, umframt at ítróttar­høllin verður ein íbygdur partur av samlaðu verkætlanini. Borgarstjórin heldur, at tekningar­ nar, sum stýrisbólkurin hevur lagt fyri dagin, eru ógvuliga spennandi. - Hetta verður eitt flott skúla­ um­hvørvi. Stýrisbólkurin er komin ógvu­liga væl frá sínum arbeiði niður í minstu smálutir. Neyv tíðarætlan Borgarstjórin vísir á, at nýbyggingin verður laðað til lendið og umhvørvið, soleiðis at bygt verður bæði í einari og í tveimum hæddum. – Felagsskúlin og Norðskála/ Oyrar skúli við verandi skúlastovum, fimleikarhøll og svimjihyli húsast á umleið 2500 fermetrum, og tá ný­ byggingin er framd, hava vit umleið 5200 fermetrar av skúla og ítróttar­ høll – alt um somu leið og undir sama taki. Heðin Zachariasen sigur, at tað í hesum umfari er nýbyggingin, sum kommunan satsar hundrað prosent uppá. – Tað eru bert fá ár síðan, at Felags­skúlin varð umvældur og dag­ førdur fyri umleið 23 miljónir krónur, so hesin parturin er í sera góðum standi. Borgarstjórin sigur, at verkætlanin við nýggja skúladeplinum liggur í føstum kørmum, soleiðis at út­ grevstur, jørðarbeiði og planering skulu byrja í november í ár, og síðan skulu tilboðini upp á skúla og høll latast upp hálvan desember. – Øll viðurskifti í samband við byggingina skulu avgreiðast fyri árslok, leggur hann aftrat. Framtíðar skúladepil Nýggi Skúlin við Streymin verður tvey­sporaður, og hann verður bygdur soleiðis, at hann kemur at rúma øllum skúla­næmingum í Sunda kommunu. – Hetta verður ein framtíðar skúli, sum eisini verður bygdur við tí fyri eyga, at fólkavøkstur verður í kommununi. Tá fólk síggja allar teir møguleikar, sum hetta velduga skúla- og hallar­umhvørvi fer at geva øllum næmingum, fer skúlin í sær sjálvum eisini at hava eina atdráttarmegi. Saman við nýggja skúlaumhvørvinum, hevur okkara kommuna alt, sum fólk, ið ætla sær at seta búgv, kunnu hugsa sær – alt frá góðari barnaansing, skúla-, ungdóms-og ítróttarvirksemi til eina trygga og góða eldrarøkt. Borgarstjórin sigur, at mentanar­ liga er kommunan eisini ríkað við árligum tiltøkum, eins og nógv verður gjørt burtur úr á ferðavinnuøkinum. – Umframt vøkru bygdirnar og umhvørvini kring Sundalagið – heilt úr Hósvík til Tjørnuvíkar – eru tvær veruligar náttúruperlur eisini í okkara kommunu. Tær eru Gjógv og Saksun, ið báðar draga nógv ferðafólk til sín. Nú parkeringsviðurskiftini í Saksun eru dagførd og gjørd rúmligari, bæði til bilar og bussar, og bygdin eisini hevur fingið alment wc, vænta vit avgjørt, at Saksun sum ferðavinnubygd rættiliga fer at taka dyk á seg aftur. Við Gjógv er komið kampingøkið, umframt at bygdin hevur fingið summarhúsøkið. Saman og hvør sær Fyri at venda aftur til skúla­verk­ ætlanina, vísir Heðin Zachariasen á, at her verður bæði grunddeild, miðdeild og hádeild. Skúlin verður bygdur so­ leiðis, at tey smærru og tey størru børnini ikki koma at ganga um beinini hjá hvørjum øðrum, og bygt verður eisini soleiðis, at størru næmingarnir sleppa út at verða fyri seg sjálvar. – Skúlin verður eisini bygdur so­ leiðis, at lærararnir alla tíðina verða tætt upp á næmingarnar, sum hann tekur til. Bæði býráðið í Sunda kommunu og leiðslan aftan fyri skúlan eru sannførd um, at skúli og ítróttarhøll skulu brúkast - eisini eftir vanliga skúlatíð. – Tað er okkara ynski, at depilin ikki letur aftur, tá skúladagur er lokin. Heldur ynskja vit ein livandi og opnan depil, eisini eftir skúlatíð. Vit hava eina ógvuliga vælskipaða frítíðar­ undirvísing í kommununi, og mitt í nýggja partinum av skúlanum verður stórt bókasavn. Heðin Zachariasen sigur, at skúla- og hallarverkætlanin í kommununi verður mett at kosta umleið 65 miljónir krónur. – Men, vit halda, at her fæst nógv fyri pengarnar, og tað gleðiliga er, at hetta er ein íløga í framtíðina, sum á ymiskan hátt viðkemur øllum okkara borgarum, ungum sum tilkomnum. Við nýggja skúla-og hallardeplinum fáa vit allar fasilitetir á einum staði. Hvørja ferð, kommunan brúkar eina krónu upp á skúlaumhvørvið, brúka vit pengarnar upp á allar næmingarnar í kommununi. Samansjóða borgararnar Borgarstjórin ivast onga løtu í øllum teim­um fyri­munum, sum verða við einum skúla­depli við stórum næminga­ grundarlagi. – Í fyrsta lagi kemur hetta at saman­sjóða borgararnar í kommununi á ein heilt annað hátt enn higartil. Við størri næminga­grundar­lagi verða tilboðini fleiri, og nógv betri møgu­ leikar verða eisini at nøkta tørvin hjá næmingum við serligum tørvi – bara fyri at nevna nakrar av fyrimununum úr rúgvuni. Hóast Sunda kommuna hevur keypt Eiðis kommunu burtur úr Felags­skúlan­um á Oyrarbakka, hava kommunurnar gjørt eina sam­starvs­ avtalu, sum er galdandi fyri tey næstu 15 árini. – Avtalan snýr seg um fram­halds­ skúla­næmingar í Eiðis kommunu, sum fram­haldandi fara at ganga í Felags­skúlanum á Oyrarbakka, seinni »Ein skúli við røttum tilboðum, umstøðum og trivnaði fer at skapa eitt rættiligt kjølfesti í okkara børnum og ungdómi« Heðin Zachariasen, borgarstjóri