mánadagur 23. mai 2016síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 21 • 23. MAI 2016
39
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bátahugni
ar fyri á skúlaøkinum
í nýggja skúladeplinum. Hetta meti
eg vera ógvuliga positivt, tí hetta
verður eisini í framtíðini við til at
styrkja næmingagrundarlagið í fram
haldsdeildini og harvið skapa ein
størri eftirspurning og útboð eftir
vallærugreinum.
Heðin Zachariasen fegnast eisini
um tað samstarv, sum í løtuni verður
roynt millum Felagsskúlan á Oyrar
bakka, Stranda skúla og Fugla
fjarðar skúla um e-nám, sum eru
10.flokkarnir í hesum skúlum.
– Nú tilboðini til hesar næmingar
við nevnda samstarvi eru vorðin fleiri
og áhugaverdari, eru tað eisini fleiri
næmingar, sum velja at taka 10. floks
prógv, leggur hann aftrat.
Skúlaárið 2016/ 2017
Borgarstjórin vísir á, at við skúla
ársbyrjan 2016/ 2017 flyta allir 7.
flokkar, sum eru í øðrum bygdum í
kommununi, í Skúlan við Streymin, og
tá skúladepilin stendur liðugur, koma
4., 5. og 6. flokkarnir eisini.
– Samtykt er á fólkaatkvøðu, at
innskúling framhaldandi skal verða í
Hósvík og Hvalvík, og her verður tað
soleiðis, at foreldur hava frítt val
– antin tey vilja lata børnini ganga
til innskúling í Hósvík, Hvalvík ella í
Skúlanum við Streymin. Hetta tilboð
merkir eisini, at Sunda kommuna fer
at skipa fyri bussflutningi til allar
skúlanæmingar í kommununi, eisini
til næmingar í Hósvík og Hvalvík, tá
nýggi skúlin er bygdur.
Heðin Zachariasen sigur, at tá
skúladagurin hjá yngstu næmingunum
er liðugur, verða børnini koyrd aftur í
heimbygdina í frítíðarskúlarnar í ávika
vist Hósvík, Hvalvík og Oyrarbakka og
teir næmingar, sum koma úr smærru
bygdunum, har eingin frítíðarskúli er,
verða í frítíðarskúlanum á Oyrarbakka
saman við børnunum, sum annars eru
har.
Slóðbrótandi og nýskapandi
Hesa býráðssetuna hevur Sunda
kommuna sett serligt fokus á skúlan
og framtíðina hjá børnum og ungum í
kommununi.
– Jú, tað er rætt, at børn og ung
hava verið ógvuliga frammarlaga
í okkara arbeiði, viðgerðum og av
gerðum, sum vit hava tikið. Hetta
hevur verið og er eitt slóðbrótandi
og nýskapandi arbeiði fyri skúlaøkið
í Sunda kommunu. Eg ivist onga
løtu í, at tað arbeiði, sum vit hava
gjørt og framvegis arbeiða við, fer
at verða mennandi og gevandi fyri
teir næmingar, sum koma at fáa hesi
skúlatilboð.
Borgarstjórin vísir á, at ein av
uppgávunum hjá kommununi er at
skapa góðar umstøður fyri borg
ararnar og ikki minst fyri børnini.
– Ein skúli við røttum tilboðum og
trivnaði fer at skapa eitt rættiligt kjøl
festi í okkara børnum og ungdómi til
framtíðina, og eg síggi stórar møgu
leikar í tí arbeiði, sum vit higartil
hava gjørt og sum nú verður ført út
í lívið. Umframt nýggja skúladepilin,
verður nýggja ítróttarhøllin eisini eitt
stórt aktiv í kommununi, sigur Heðin
Zachariasen.
– Tekningarnar eru ógvuliga spennandi. Hetta verður eitt flott
skúla- og hallarumhvørvi, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.
Tað er Brim arkitektar, sum hava teknað uppskotið
til skúla- og hallardepil á Oyrarbakka