Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÁGREIÐING Haruveiðan í fjør var minni enn helvtina av tí hon var í 2014 Eyðfinn Magnussen biologur, Fróðskaparsetur Føroya Hetta kann lesast í frágreiðingini »Haruveiðan í Før­oyum 2015«, sum kom út í feb­ru­ar mánað. Hetta er fjórða roynd­in hjá mær at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skot­nar í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. »Eg hoyrdi várið kalla«, yrkir Karsten Hoydal so vakurt í einari av sínum yrkingum. Ein passandi byrjan, nú várið stendur fyri framm­an og fyrstu flytifuglarnir eru komnir til landið og tær fyrstu kroku­s­planturnar hava stungið seg upp úr moldini. Jú sanniliga, vit gang móti ljós­ari tíðum, sum flestu okkara munnu gleðast um. Men hvør árstíð hevur sína sjarmu. Í november og desember geltu skotini í føroysku fjøllunum, tá menn skutu harur og við spenningi fylgdu við haru­ skjótingini kring landið. Hóast árið í fjør royndist illa til haru, so vísti endaliga uppgerðin, at 4.012 harur vórðu skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2015. Samlaða haruveiðan man tó helst hava verið eitt vet hægri; kanska einar 4.500 harurnar tilsamans, tí tað eru uttan iva veiðitøl, sum ikki eru skrásett. Í Føroyum eru tilsamans um­ leið 450 hagar, men tað er sera ymiskt, hvussu nógvar harur vórðu skotnar í teimum ymisku høg­ unum kring landið. Í kanningini eru veiðutøl frá 197 høgum, men av teimum tilsamans 4.012 harunum, sum vórðu skotnar í Føroyum í fjør, var helvtin skotin í 36 av høgum; av hesum vórðu 25 %, tað er 1.987 harur, skotnar í 13 høgum. Men tað eru nakrir hagar, sum skara framúr,tí í 20 teimum bestu haruhøgunum fingu teir tilsamans 1.350 harur, sum er 34% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2015. Raskastir at skjóta harur í Før­ oyum í 2015 vóru teir í haga­part­ inum »Norðurtriðingi, Norðari­ part­ur« í Sørvági, eisini nevndur »Norð­urtriðingur – Uttanfyri Ánna«. Teir skutu tilsamans 113 har­ur, sum teir fingu á 8 túr­ um. Teimum á baki vóru teir í »Suðurtriðingur – Ytripartur«, eisini í Sørvági, við 92 harum á 9 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir í Sundshaga í Sandavági, við 78 harum á 10 túrum. Vestmanna er harubygdin í Føroyum Vestmanna er tann bygdin í Før­ oy­um, har mest verður gjørt burt­ur úr haruskjóting, og tað var eisini í Vestmanna, eins og undan­farin ár, at flestu harurnar vórðu skotnar í 2015. Tilsaman skutu vestmenningar 392 harur á 54 túrum. Men hetta er bert ein triðingur av tí, sum teir fingu í 2014, tá vestmenningar skutu 1.120 harur á 74 túrum. Næstflestar harur skutu teir í Sørvági, 372 har­ ur á 43 túrum, men hetta er bert 80% av tí, sum teir fingu í 2014, tá teir skutu 496 harur á 42 túrum. Á triðja plássi er Sandavágur við 322 harum á 60 túrum og á fjórða plássi er Miðvágur við 236 harum á 45 túrum. Veiðan dag fyri dag Í kanningini er skrásetingin av haru­veiðuni gjørd fyri hvønn ein­ stakan dag, sum skotið hevur verið. Tí ber eisini til at gera upp, hvussu veiðan hevur hilnast dag fyri dag í veiðitíðin, og til ber at samanbera, hvussu veiðan hevur verið í mun til undanfarin ár. Í 2015 var fyrsti dagur, har loyvt var at skjóta harur, mánadagur 2. november. Hendan dagin, skutu teir tilsamans 348 harur, sum teir fingu á 31 túrum kring landið. Árið fyri fall tað eisini soleiðis, at fyrsti dagur, tá loyvt var at skjóta harur, eisini var ein mánadag (3. november). Tann dagin fingur teir munandi meira; 1.100 harur á 75 túrum, ella umleið tríggja ferðir so nógv, sum fyrsta dag í 2015. Samanbera vit haruveiðuna í 2015 við 2014, síggja vit, at veiðan sum heild hevur verið munandi minni allar dagarnar. Samlaða úrslitið gjørdist tí eisini, at talið av skotnum harum í 2015 einans var 43 % av tí, ið skotið var í 2014, og túratalið 60%. Flestu harturnar skotnar í Streymoynni Eins og undanfarin ár, vóru eisini flestu harurnar í 2015 skotnar í Streymoynni; íalt 1.612 harur. Hetta er tó bara 41% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Streymoynni í 2014, tá teir fingu 3.924 harur á 388 túrum. Samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Streymoynni, svarar til 40% av øllum harunum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2015. At sløk helvtin av øllum harunum í Føroyum verða skotnar í Streymoynni er vanligt. Í 2012 vóru 47% av teimum føroysku harunum skotnar í Streymoynni, í 2013, 45% og í 2014, 42%. Næstflestar harur vórðu skot­ nar í Vágunum, har teir tilsamans fingu 1.059 harur. Hetta er væl undir miðal, og bara 60% av samlaðu veiðuni í 2014. Til samanberingar kann nevnast, at í 1991 og í 1997 vórðu umleið 1.400 haru skotnar um árið í Vágunum hvørt árið. Í Eysturoynni skutur teir 644 harur í 2015, og á Borðoynni 212 harur. Lítið til av haru í 2015 At so lítið varð skotið av haru í Føroyum í 2015, samanborið við undanfarin ár, kemst í høv­uðs­ heit­um av tveimum grundum: Tann fyrra er tað vánaliga veðrið, sum var í november og desember mánað. Hetta gjørdi, at líkindini at skjóta vóru stak vánalig, og tað vóru nógvir dagar, at tað als ikki var farandi í hagan. Tí gjørdist saml­aða veiðan eisini munandi minni enn undanfarin ár. Eisini víst tað seg at vera mun­ andi minni til av haru í 2015, enn tað plagar at vera. At so lítið var til, kemst uttan iva av tí vánaliga veðrinum, sum var fyrst í árinum. Føroyska haran leggur tríggjar ferðir um árið: Fyrsta løgan er í februar – mars, onnur í mai – juni og triðja løgan er í august -– september. Tveir til tríggir ungar eru í hvørjari løgu. Tá fyrsta løga var løgd í februar, var nógvur kavi, tað sama hendi, tá onnur løgan var løgd í mai mánað. Tí kann rokn­ast við, av meginparturin av hes­um ungunum ikki eru komnir fyri seg. Sostatt eru tað bara ung­ arnir frá tí triðju løguni, sum er í august og september mánað, sum hava yvirlivað, og eru tað tí hesir ungarnir, sum vórðu skotnir, umframt tær gomlu harurnar, sum yvirlivdu frá í 2014. Føroyski harustovnurin er tó enn ikki í vanda. Verða líkindini góð í 2016, og allir teir umleið sjey ungarnir yvirliva, sum ein hon leggur gjøgnum árið, so verður aftur nógv til av haru, tá næsta veiði­tíðin byrjar, men hetta vita vit ikki við vissu fyrr enn til tað tíð. Tilsamans vóru 4.012 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2015. Bestir vóru Sørvingar í hagapartinum »Norðurtriðingi, Norðaripartur«. Teimum á baki vóru teir í »Suðurtriðingur – Ytripartur« eisini í Sørvági og á triðja plássi vóru harumenninir í Sundshaga í Sandavági Frágreiðingin um haruveiðuni í Føroyum í 2015 byggir á tøl frá tilsamans 636 harutúrum í 197 hagapørtum kring landið. Her kanst tú lesa um, hvussu gingist hevur við haruveiðuni kring landið. Eisini ber til at síggja hvussu nógvar harur eru skotnar tilsamans í hvørjari oyggj, í hvørjari bygd og í hvørjum haga, og hvussu nógvar harur eru skotnar hvønn dagin. Frágreiðingin er 44 blaðsíður til longdar og liggur á heimasíðuni hjá setrinum Setur.fo Teir 20 hagapartarnar í Føroyum, har flestar harur vórðu skotnar í 2015. Eisini sæst hvussu nógvir túrar vórðu gjørdir í hesum hagapørtunum. Tær 1.350 harurnar, sum vórðu skotnar í hesum 20 hagapørtunum, svara til 34 % av øllum harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2015