Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÁGREIÐING Frágreiðingin Umframt at greiða frá haruveiðuni í Føroyum í 2015 og hvussu nógv var skotið ymsastaðni kring landið, eru eisini tvær søgur um føroysku haruna. Tann fyrra er um, hvussu amt­ maðurin Emil Dahlerup á sinni fekk fatur á harunum í Kragerø í Norra. Á ferðini úr Keypmannahavn til Føroyar í 1854 kom skipið, sum Dahle­rup ferðaðist við, í satt ódnar­veður, so neyðugt var at leggja at landi í Kragerø. Her kom amtmaðurin í samband við konsul Heinrich Biørn. Tá konsulin fekk at vita, at eingi landdjór vóru at veiðu í Føroyum, sendi hann nøkur av sínum fólkum í skógin at fanga livandi harur. Tey fingu tvey pør, sum Dahlerup síðani fekk við sær til Føroyar. Hesar vórðu seinri sleptar leysar í Kirkjubøreyni og eru forfedrar til allar tær harurnar, sum í dag eru í Føroyum. Hin søgan er um, tá íslendingar í 1861 góvu loyvi til, at harur úr Føroyum vórðu settar út á Ís­ lendsku oynni Viðey, sum er uttan fyri Reykjavík. Hesar harur­nar yvir­livdu tó ikki veturin og hvurvu tí aftur. Báðar hesar søgurnar og mangt annað kann lesast í frágreiðingin »Haruveiðan í Føroyum«, sum er 44 síður til longdar, og kann takast niður og lesast á leinkjuni: h tt p : / /s e tu r. f o/ u p l o a d s / tx_userpubrep/NVDrit2016_02_ HaruveidanIFoeroyum2015.pdf Á myndin sæst, hvussu nógvar harur vórðu skotnar í tíggju teimum bestu bygdunum í Føroyum í 2015. Vestmenningar vóru bestir. Teir skutu 392 harur, sum teir fingu á 54 túrum. Á myndin sæst hvussu nógvar harur (– –), vórðu skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, 2. november til 31. desember, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku dagarnar (- - - - - ). Úrslitið fyri 2015 (reyðu linjurnar) er samanborið við 2014 (bláu linjurnar). Hóast tað í Føroyum er loyvt at skjóta haru einar 50 dagar um árið, so verður tó mest skotið leygardagar. Á myndin sæst, hvussu nógvar harur vórðu skotnar 12 ávísar dagar í 2015. Talan er um fyrsta dag, 2. november, sjey fylgjandi leygardagar, og so teir fýra dagarnar eftir jól, tá loyvt var at skjóta haru. Av teimum tilsamans 633 harutúrunum, har dato er givið, vórðu íalt 2.245 harur (56%) skotnar og 58% av túrunum gingnir hesar 12 dagarnar. Myndin vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar tilsamans í hvørjari oyggj í 2015 . Flestar harur vórðu skotnar á Streymoynni, tilsamans 1.612 harur, sum vórðu skotnar á 248 túrum. Í Vágum fingu teir 1.059 harur á 161 túrum og í Eysturoynni 644 harur á 125 túrum. Talvan vísir hvussu nógvar harur vórðu skotnar í Føroyum og hvussu nógvir túrar vórðu gingnir árini 2012 til 2015. Eisini eru upplýsingar um innsavningin av tølunum.