Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59 ADVENTUREDAGUR Í VÁG Adventure­ breytin ein av fýra breytum Adventurebreytin er ein breyt, har náttúran er høvuðs­leikpallur. Breytin er ætlað breiða skaranum, ið ynskir upplivingar, venjing og summarfuglar í búkin. Umframt eitt virkið adventure lív, verða tiltøk við t.d. klintring, fjallgongu, kamping og sigling. Breytin er skipað sum bland av styrki- og konditiónsvenjing, umframt virksemi, har adventure er felagsnevnarin. Adventurebreytin ber brá av, at náttúran og veður­ líkindini eru viðspælarar, og eru við til at skipa, hvat er á skránni.   Svimjibreytin Svimjibreytin á Ítróttaháskúlanum er ein møguleiki at venja og gerast betri svimjari. Karmarnir fyri svimjing verða ikki betur, enn teir eru í Páls Høll, fyrsta 50 m. svimjihyli í landinum. Venjingin verður skipað undir leiðslu av Jón Bjarnasyni, svimjivenjara, sum eisini er einasti svimji­ venjari í Føroyum, sum hevur vant svimjara, sum hevur kappast við Olympisku leikirnar.   Fótbóltsbreytin Fótbóltsbreytin á Ítróttaháskúlanum snýr seg um áhuga, vilja og ambitión – alt skipað í mun til tað, tú persónliga vil náa innan fótbóltin. Á Eiðinum í Vági eru karmar til fótbóltsvenjing, bæði á graslíkis­ vøllinum og inni í Vágs Høll. Venjingin fevnir um bæði tekniska, taktiska og fysiska venjing – og verður skipað undir leiðslu av Jón Paula Olsen, fótbóltsvenjari, sum eisin hevur drúgvar royndir sum landsliðsvenjari.   Hondbóltsbreytin Hondbóltsbreytin á Ítróttaháskúlanum er fyri tann, sum vil menna seg sum hóndbóltsleikara – lagt til rættis í mun til tínar ambitiónir. Hondbóltsvenjingin verður skipað í Vágs Høll. Venjingin verður skipað undir leiðslu av Gurið K. Mortensen, sum telist millum royndastu leikarar í landinum. Umframt royndir sum leikari, hevur Gurið drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá besta liðnum hjá VB og í ungdómsdeildini. Breytirnar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy verða fýra í tali. Afturat svimji-, fótbólts- og hondbótlsbreyt, kemur eisini ein Adventurebreyt, sum Petur Gotfredsson, sum er einasti føroyingur, sum er útbúgvin froskmaður í donsku specialstyrkini »Frømands­ korpset«, kemur at standa fyri