mikudagur 12. juli 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Viðmerking:
Hvat er at samráðast um? – Eitt heilt land, Atli Hansen!!!
Í Dimmalætting 6/7-2000 hev-
ur fyrrverandi løgtingsmaður
sambandsfloksins eina grein,
sum bara kundi verið skrivað
av einum sambandsmanni, tí
tað gjøgnumgangandi er, at
undirbrotligheitin yvir fyri
donsku myndugleikunum nær
óhoyrdar hæddir, samstundis
sum føroysku fjølmiðlarnir fáa
á pukkilin, m.a. fyri at geva
Høgna Hoydal, landsstýris-
manni, alt ov fríar teymar:
»Høgni Hoydal sleppur ofta
ov lætt undan naskum og
kritiskum spurningum frá før-
oysku pressuni«.
Men sambært gøtumanni-
num Atla Hansen eru vónir
fyri framman: »… og tíbetur
fáa vit okkurt brævið frá Ny-
rup um gongdina í málinum
og donsku sjónarmiðini…«, í
hesum partinum í greinini tek-
ur undirbrotligheitin rættiliga
dyk á seg; tað er eisini rættiliga
margháttligt, at ein sambands-
maður skal sóknast eftir teim-
um donsku sjónarmiðunum, tí
ein og hvør veit, sum bara hev-
ur fylgt eitt sindur við í full-
veldiskjakinum, at sambands-
menn og javnaðarmenn hava
sum føroyingar umboðað
donsku sjónarmiðini, og hetta
prógvar enn einaferð, at trup-
ulleikin liggur í Føroyum, men
hinvegin hevði eingin roknað
við stuðli frá sambandsflokk-
inum, tí sum Atli Hansen
sjálvur tekur til: »Um danska
pressan og Nyrup eru á rættari
leið, so er Høgni Hoydal á
skeivari leið. Hetta kallast
manipulering ella villleiðing,
og tað er naivt út um øll mørk
av einum fyrrverandi journal-
isti (tíðindafólki) at halda, at
hetta ber til í einum upplýstum
samfelag í dag – sjálvt uttan
pressu (fjølmiðlar)«. Her
síggja vit sambandslyndið
aftur, at seta spurnartekin við
føroysku útspælini í samráð-
ingunum og líkasum leggja
upp til, at danska stjórnin hev-
ur rætt, sjálvt um danska
stjórnin ikki vil grundgeva fyri
tí, sum hon tvíheldur um; og
tað burdi bygdarmaður Gøtu
Trónda vitað, at uttan grund-
gevingar
íkemur
skjótt
spurningurin um haldbæri fyri
tí, sum tvíhildið verður um.
Hálovingin hjá Atla Hansen
til donsku fjølmiðlarnar fær
rættiliga nógv pláss í greinini,
og endurgevingar, sum hava
eittans endamál, nevniliga at
fáa okkum føroyingar at kenna
okkum illa, eru høgt í metum
hjá
sambandsmanninum.
Muran er hin gamla, og sum
vit kenna so sera væl, tað er
meira týdningarmikið hjá ein-
um sambandsmanni at seta
sínar egnu landsmenn í ringt
ljós og við háloving av tí, sum
m.a. danskt er, verður hetta
ført fram ferð eftir ferð. Men
lat meg minna Atla Hansen á
orðatakið »tað er vána fuglur,
sum drýtur í egið reiður«, tað
er sera væl hóskandi í hesum
sambandi. Markleysa undir-
gevingin fyri øllum donskum
yvirvaldi og sjálvt donskum
fjølmiðlum fær helst vanliga
føroyingin at hveppa seg –
hetta skuldi fingið sambands-
og javnaðarmenn at hugsað
seg eitt sindur um, tí fáir eru
teir føroyingar, sum hava nak-
að gott at gera Nyrup – so
henda hálovingin hjá aftur-
haldinum kann lættliga koma
aftur um brekku.
Atli Hansen – tað er at kasta
torvmold í eyguni á føroying-
um, at tú gevur teg út fyri at
vera »ein liberalur føroyingur,
ið arbeiðir fyri sjálvbjargni og
sjálvræði«, sum tú ger í grein-
ini. Tí øll vita, at tað er eingin
sambandsmaður, sum arbeiðir
fyri sjálvræði og sjálvbjargni
í Føroyum, hvørki so ella so,
tí tað er beinleiðis í andsøgn
við tilverugrundarlagið hjá
sambandsflokkinum.
Men
hetta talar helst fyri tínum pol-
itiska støði.
Tú skal heldur ikki leggja
upp til, at meirilutin av Før-
oya fólki og Nyrup eru samd í
ríkisrættarliga spurninginum,
tað hevur tú fyri tað fyrsta
einki ánilsi av, tí tú hevur onga
peiling av, hvat eitt alternativt
uppskot inniheldur, men fær
tú ríkisfelagsskapin, so ert tú
helst nøgdur. Fyri tað næsta,
so er Poul Nyrup Rasmussen
helst tann danski politikarin,
sum føroyingar vilja hava sum
minst – helst einki – við at
gera.
Tú veitst eins væl og eg, at
møguleikin at endurnýggja
okkara vælferðarsamfelag als
ikki er farin fyri bakka, men
heldur at viðurskiftini bæði á
sjúkrahúsøkinum, skúla- og
samfelagsøkinum og øðrum
týðandi samfelagsøkjum hava
fingið grundleggjandi viðgerð
undir hesi samgonguni, har
lunnar eru lagdir fyri fram-
haldandi sunnari menning eftir
føroyskum viðurskiftum, hetta
er sjálvandi eisini ímóti tínari
politisku sannføring, men
veruleikin nýtist tær ikki at
síggja burtur frá.
Fyri at venda aftur til yvir-
skriftina hjá tær: »Hvat er at
samráðast um?«, so vil eg fyrst
vísa til mína egnu yvirskrift:
»– eitt heilt land, Atli Han-
sen«, ja einki minni.
Hvat er alternativið hjá
sambandsmonnum sum tær?
Framhaldandi ríkisfelagsskap-
ur og menning av hesum? Tað
kundi verið eitt svar, sum eg
kundi hugsað mær tú komst
við. Hvussu skulu vit skipa
okkara viðurskifti við Dan-
mark, skal tað framvegis vera
ein »gevara og móttakara skip-
an«, har vit fáa ein posa av
pengum at byggja hetta landið
upp við? Nei, Atli Hansen, tað
hevði verið tann beinleiðis
vegurin til búskaparligan und-
irgang.
Tað er avgerandi, at vit
skapa fortreytirnar fyri ein-
hvørjari menning í okkara
samfelag, og tað gert tú ikki
við at fáa óendaliga peninga-
innspræningar frá øðrum landi
og letur ein part av avgerðar-
rættinum frá tær afturfyri, tí
avgerðarrætturin er gull verdur
og altavgerandi, tí hevur tú
ikki hann, kunnu avgerðir
verða tiknar yvir høvdinum á
tær, júst sum vit hava upplivað
tað fleiri ferðir í ríkisfelags-
skapinum; men at vísa á hetta
yvir fyri einum sambands-
manni er sum at sletta vatn á
gás, tað perlar av og til endan
so venda teir øllum á høvdið
fyri síðan at fáa sínar egnu
landsmenn at standa eftir við
svartaperi – tað er sambands-
politikkur í heilt einfaldari út-
gávu.
Fyri at venda aftur til hvat
er at samráðast um, Atli Han-
sen, so skal eg vissa teg um,
at aðalhugsjónin hjá sam-
bandsflokkinum er burtur fyri
allar ævir. Tí eingin meiriluti í
Føroyum fer at góðtaka, at
avgerðarrætturin og valdið
liggur nakra aðrastaðni enn í
Føroyum, og tað gerst bara við
at taka fult vald í Føroyum –
fullveldi, og tað er endamálið
við samráðingunum, um tú
ikki hevur fingið tað við enn.
Eitt annað kann eg eisini vissa
teg um, og tað er, at tá sam-
ráðingarúrslitið fyriliggur, tá
verður fólkaatkvøðuúrslitið
okkara sigur, tí føroyingar
vilja ikki meiri samband –
tvørturímóti, tað fær tú eisini
prógvað við øllum teimum
veljarakanningum,
sum
gjørdar eru!!!
Eitt vita allir føroyingar: at
tað fer eingin sambandsmaður
ella sambandsflokkur at sam-
ráðast við nakra danska stjórn
um broytt viðurskifti millum
Føroyar og Danmark, tað
hevði verið nokk at fingið eitt
danskt uppskot faxað út í
Tinganes til undirskrivingar, tí
har góðtaka tit alt beinanvegin,
tað hava tit prógvað til fulnar,
so har er einki at samráðast
um – og at avreiða eitt heilt
land við einum pennastroki
skuldu tit helst eisini klárað.
Tað er frælsisstríðið, sum
krevur samráðingar, og har er
nógv at samráðast um.
Eg dugi ikki at fata, at tað
er so rívandi galið at taka á-
byrgd av sínum egnu viður-
skiftum… eitt annað, sum eg
eisini kundi hugsað mær at
vitað er, hvat er stórbæri í at
fáa pening og lata vald frá sær,
ella hvussu ein kann hava sum
politiskt endamál at tryggja,
at vit ikki skulu gerast sjálv-
bjargin og hava sjálvstýri í
Føroyum, skiljið tað hvør ið
vil… – men tað er sam-
bandspolitikkur við stóra S.
Jú, so sanniliga er nógv at
samráðast um, men tað er ein
fortreyt, at mótparturin vil
samráðast, og sjálvt tá vit hava
upplivað at stjórnin leggur seg
tvøra og ikki vil viðgera eina
rímuliga skiftistíð – sum einki
hevur við biddaragongd at
gera, sjálvt tá kemur afturhald-
ið við eftirklókskapinum í
reinum sambandsanda og
niðurger
samráðingar-
nevndina, sum helst ikki kundi
verið betur umboðað og há-
lovar mótspælinum frá donsku
stjórnini.
Men hóast tað, so er enda-
málið við samráðingum eitt
land – okkara land Føroyar,
harra Atli Hansen.
Áki Andreasen
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 87 - 6. mai 2000
Nr. 87 - 6. mai 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
BROYTING AV FERÐSLUNI Á KÁTA HORNINUM
Føroya Banki
Steinagøta
Sverrisgøta
Tinghúsvegur
Niels Finsens gøta
Glade Hjørn
Posthúsbrekka
Vaglið
Ebeneser
Sverrisgøta
Føroya
Sparikassi
Gjørt verður kunnugt, at Tórshavnar
Býráð hevur samtykt, at broyta ferðs-
luna á Káta Horninum, tvs. á vega-
mótinum Sverrisgøta — Niels Finsens-
gøta. Hetta førir við sær, at ferðslan
sum kemur frá Steinagøtu kann ikki
koyra oman til Vaglið, men skal snara
til høgru oman eftir Sverrisgøtu.
Harumframt skal ferðslan, sum kemur
frá Tinghúsvegnum oman eftir Sverris-
gøtu, snara til vinstru omaneftir Niels
Finsensgøtu.Boðskelti eru uppsett á
Niels Finsensgøtu og Sverrisgøtu.
Sosialurin - 311820
Tekniska deild
Í grein í Dimmalætting
seinasta fríggjadag og nú
eisini í Sosialinum miku-
dagin sæst, at Meinhard An-
dreasen er vor›in rættiliga
uppøstur av einari grein í
Dagbla›num herfyri, har eg
seg›i nøkur or› um sjálv-
st‡risætlanir samgongunnar
og harma›ist um stø›una,
sum andstø›an hevur tiki› -
serliga Javna›arflokkurin.
Sambandsflokkinum
hev›i sjálvandi eingin rokn-
a› naka› vi› í hesum máli-
num.
Meinhard rópar meg opp-
ortunist og er annars rætti-
liga ósakligur, og tí skal eg
ikki gera tær stóru vi›merk-
ingarnar til greinina. At vera
opportunistur ella ráksnún-
ingur, sum ta› eitur á før-
oyskum, er at gera naka›,
sum loysir seg í løtuni, uttan
at hugsa um onnur ella
framtí›argongdina og uttan
at hava nøkur prinsipp. Ta ›
er sjálvandi altí› ein vandi
hjá einum politikkara at
snúgva vi› rákinum í al-
mannahugsanini
og
at
broyta meining, alt eftir sum
ta› passar best. Mín vón er,
at hetta ikki skal ey›kenna
meg og okkum, sum sita á
tingi.
Tá i› ta› kemur til hetta
vi› sjálvst‡rinum, haldi eg
meg i› hvussu er ikki hava
veri› opportunist. Eg havi
altí› veri› sannførdur um og
havi eisini so mangan ført
ta› fram, at einki kann vera
meira grundleggjandi rætt
enn at vilja klára seg sjálvur
— at standa á egnum bein-
um og ikki liggja ø›rum til
byr›u. Hetta er galdandi fyri
okkum sum einstaklingar,
og sjálvandi er hetta eisini
galdandi fyri okkum sum
land og sum fólk.
Vit hava nú í meira enn 50
ár liva undir eini heima-
st‡rislóg í einum sokalla›-
um ríkisfelagsskapi, sum í
veruleikanum ikki er nakar
felagsskapur, men ein skip-
an, har Føroyar eru undir-
lagdar Danmark. Hetta hev-
ur havt vi› sær, at vit hava
havt eitt sera “ullint” ella
ógreitt valds- og ábyrgdar-
b‡ti, tí á avgerandi økjum
hava heimildirnar ligi› í
Føroyum, men tann evsta
ábyrgdin í Danmark. Heim-
ast‡rislógin hevur ikki givi›
okkum veruligt sjálvst‡ri og
ta ábyrgd og ábyrgdar-
kenslu, sum eitt veruligt
sjálvst‡ri sjálvandi hevur
vi› sær. Hetta hevur havt
sera óhepnar fylgjur fyri
Føroyar — ta› sóu vit best
undir kreppuni fyrst í 90-u-
num.
Vali› fyri gó›um tveim-
um árum sí›ani vísti greitt,
at ein stórur meiriluti av
Føroya fólki ynskir, at
broytingar ver›a gjørdar í
vi›urskiftunum okkara vi›
danir, og samgongan, sum
kom til tá, setti sær fyri at
gera naka› veruligt vi› hetta
stóra mál. Vit settu okkum
fyrst og fremst fyri at taka
fulla ábyrgd av øllum før-
oyskum vi›urskiftum, so-
lei›is at valds- og ábyrgdar-
b‡ti› millum Føroyar og
Danmark gerst púra greitt.
Okkara ætlan er ikki at
slíta alt samband vi› Dan-
mark, men vit ynskja at fáa
fult lóggávuvald í okkara
egna landi, og á tí grundar-
lagnum vilja vit samstarva
vi› Danmark. Hetta er eitt
vir›iligt mál at hava sett
sær.
Men so eru ta› pengarnir.
Sum ta› so mangan er sagt
og skriva›, so er ein avger-
andi fortreyt fyri, at vit
kunnu taka politiska ábyrgd,
at vit ver›a loyst úr tí bú-
skaparligu
og
politisku
bindingini, sum blokkstu›-
ulin hevur vi› sær. Skulu vit
standa á egnum beinum, er
fyrsta treyt, at vit megna at
byggja upp ein sjálvberandi
føroyskan búskap. Og for-
treytirnar fyri at gera hetta
hava ongantí› veri› so gó›-
ar sum nú, og tí hava vit eis-
ini bi›i› danir um eina skift-
istí›, har blokkurin eftir
nøkrum árum ver›ur mink-
a›ur burtur í einki.
Og her er ta›, at andstø›-
an leggur okkum undir at
hava lagt avger›ina um før-
oyskt fullveldi í hendurnar á
dønum at gera av, og Mein-
hard Andreasen sigur enntá,
at vit als ikki vilja hava á-
byrgdina, men bara bidda
um at skula valda, har sum
danir skulu gjalda.
Men hetta er ein so stór
rangsnúgving av veruleika-
num, sum ta› kann vera.
Ta› sigur seg sjálvt, at tá i›
veitingin úr Danmark er so
stór sum tri›ingurin av
fíggjarlóg løgtingsins ella
meir, og vit eru vor›in so
bundin av henni, so mugu
nøkur ár til at minka hana
burtur. Ta› er sum vi› ein-
um rúsevnismisn‡tara, tá i›
hann skal til avvenjingar. Tú
kanst ikki bara taka rúsevn-
i› frá honum í einum, men
mást spakuliga venja hann
av vi› ta›, tí annars fær
hann abstinensir og ver›ur
dey›asjúkur.
Vit ætla sanniliga ikki, at
danir skulu gjalda fyri okk-
ara fullveldi. Ta› er beint
tvørturímóti!
Vit
vilja
sleppa
teimum
donsku
skattgjaldarunum
undan
framhaldandi at skula gjalda
tær árligu veitingarnar til
Føroya.
Men her er ta›, at tann
danska stjórnin — tíverri
vi› Sambands- og Javna›ar-
floksins vælsignilsi — vísir
frá sær at geva føroyskum
sjálvst‡ri
ein
rímiligan
møguleika. Nyrup veit, hvar
hann skal tr‡sta. Ta› er, sum
løgma›ur tók til: Vit fáa val-
i› ímillum at ver›a verandi
undir Danmark ella at ver›a
kasta› út í fíggjarligan
“turbulens” vi› eini skift-
istí› uppá bert 3-4 ár.
Men føroyingar vilja taka
ábyrgdina av sær sjálvum,
og stuttligt er at síggja velj-
arakanningarnar, sum vísa,
at fáa vit eina rímiliga skift-
istí›, so tekur ein grei›ur
meiriluti av føroyingum
undir vi› ætlanum sam-
gongunnar. Hetta vísir, at
føroyingar ikki framhald-
andi ynskja at liggja donsku
skattgjaldarunum til byr›u,
men vilja sjálvir grei›a síni
vi›urskifti á øllum økjum.
At Meinhard Andreasen
sum
sambandsma›ur
er
keddur av, at vit royna at fáa
valdi› í okkara egna landi,
skilji eg sera væl. Sam-
bandsflokkurin hevur ong-
antí› veri› vi› til at tiki›
naka› stig á sjálvst‡rislei›.
At teir nú siga seg vilja
ganga vi› til n‡skipanir, eru
tær beru lótir. Føroyingar
minnast,
hvussu
sam-
bandsflokkurin
vi›
Ed-
mundi Joensen á odda í
sí›stu samgongu hótti vi›
n‡vali, hvørja fer› onkur
bara nevndi, at broytingar
máttu gerast í vi›urskiftu-
num vi› danir.
Vit í samgonguni hava
bara eitt einfalt ynski um at
taka ábyrgdina av okkara
egna landi og hava bi›i›
danir um eina rímiliga skift-
istí›. Vit hava eina gó›a og
vir›iliga søk at strí›ast fyri
— og einafer› koma vit á
mál! Tí ivist eg ikki í!
6. juli 2000
Jógvan á Lakjuni, ting-
ma›ur
Vit hava eina vir›iliga søk at
strí›ast fyri
Vi›merkingar:
Jógvan á Lakjuni
savnsmynd
Endelig kom du tilbage til
vore fordærvede øer. Vi
havde næsten mistet modet.
De mindre stærke i troen
har desværre for længst
forladt
menigheden.
De
blev ved at påstå, du ikke
kunne være Den Udvalgte,
da din kollega allerede viste
sig for diciplene efter 14
dage. Men 14 dage eller 14
år –·det har ingen betydning
i en hellig sag, hvor vi
arbejder
for
de
næste
årtusinder.
Vi, den hårde kærne af dine
tilhængere, har holdt modet
oppe ved at kigge på vide-
oen fra din sidste helt-
modige optræden på Færø-
erne, mens vi lyttede til ve-
modig hvalsang på båndop-
tageren. Det musikalske
kan være noget monotont,
men teksterne, – med deres
hjerteskærende budskab, –
har flået vore sjælerødder i
laser.
Havets blues
Vi er meget beæret over, at
du nu igen gider bruge din
kostbare tid på vore små øer
og de få hvaler, vi dræber.
Men du har ret – det er ikke
råddenskabens
størrelse,
men dens blotte eksistens,
der er det essentielle. Vi tro-
ede egentlig ,at dit sidste
besøg var en forprøve på
større opgaver ude i verden,
men vi forstår nu, at tiden
ikke er moden til at tage fat
på de store hvalfangenati-
oner. Så vi vil endnu engang
takke dig for, at du har ud-
valgt os til at finpudse din
angrebstaktik.
Ellers må vi sige, det
glæder os, at du har fået lidt
sul på kroppen. Vi har været
meget bekymret for at
»Sagen« ville ødelægge din
sarte og følsomme fysik. En
forhutlet og udmagret Guru
er jo heller ikke absolut til-
lidsvækkende på de bonede
gulve, når man skal bede
om penge fra sponsorerne.
Her har et jakkesæt og lidt
pondus altid gjort sig bedre.
Dit financielle geni impon-
erer os meget. Tænk, at alle
amerikanske skolebørn kan
købe en aktie i en hval, der
svømmer frit omkring. Lidt
i stil med at sælge Kristi
kors i småbidder. Ideen er
ikke ny, men effektiv.
Ikke alene har du givet de
små amerikanere et Håb,
men du har også fået finan-
cieret dit hellige korstog.
Imponerende! Jeg har selv
båd, så jeg ved, hvor dyrt
det er i drift, hvis man selv
skal betale.
Nu ved jeg godt at land-
jorden ikke er dit område,
men jeg vil alligevel bede
om et godt råd fra en pro-
fessionel. Mit problem er:
Bønderne. Jeg vågner nat
efter nat badet i sved ved
tanken om det ufattelige
barbari, der år efter år finder
sted over hele jorden. Hvert
forår bliver tonsvis af sæde-
korn kastet i Guds jomfrue-
lige jord. Her ligger det in-
tetanende og spirer til det
penetrerer jordskorpen og
sætter de vidunderligste
frugter. Og hvad sker der
så? Jo, – dyriske landmænd
uden forståelse for de små
væksters sjæleliv, mejer
brutalt de spæde liv til jor-
den. Det er ikke engang per-
sonligt, – nej, det er indu-
strielt massemord. Her må
gribes ind.
Kære Paul! Kunne man
sælge de små amerikanske
skolebørn en aktie i et sæde-
korn i Ukraine? Bare en
tanke, – måske kunne dine
PR-folk undersøge sagen.
Jeg er meget glad for at
høre, at dit skib ikke leder
spildevand overbord. Spe-
cielt er jeg meget glad for
jeres nye toiletsystem. 50
journalister og en stor be-
sætning producerer jo en
del affaldsstoffer, selvom I
mest lever af luft og hellig
forargelse.
Så
systemet,
hvor alt bliver pakket ind i
plastik og sendt til Amerika,
er langt forud for sin tid.
Det havde heller ikke
været så godt, hvis en kåd
hval i sin uskyldige leg var
blevet konfronteret med de
sørgelige rester af en af
dens medskabninger. En
sådan hval kunne let få
alvorlig
psykiske
problemer, og det er ingen
let sag at få den til at ligge
stille på briksen, mens den
er i terapi.
Til slut vil vi i menighed-
en ønske dig held og lykke
med dit årlige krydstogt,. –
Sorry – korstog. Skulle du i
din iver komme til at sejle et
par færøske både ned, har
du vor fulde forståelse. Ig-
noranterne har jo selv bedt
om det. Man kristnede jo
heller ikke indianerne, uden
at det kostede blod.
Venlig hilsen, en ven i
ånden
Hans Jensen, Hvalvík
Til Paul Watson
– et takkebrev til søens hyrde fra en rådvild skare af proselytter