týsdagur 24. mai 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Sunnudagin fer ÍF at spæla
á Argjum. Tá verður Jákup
Mikkelsen á ÍF beinkinum
saman við Símuni Eliasen.
Í Fuglafirði eru teir fult
og heilt savnaðir um hesa
avbjóðingina,
sum
hevur
stóran týdning.
Fríggjakvøldið verður tað
bara Símun Eliasen, sum fer
at taka sær av síðstu venj
ingini undan ferðini suður í
høvuðsstaðnum sunnudagin
og eftir nýggju brúnni út á
Argir.
Jákup
Mikkelsen
fer
fríggjamorgunin
til
Dan
markar. Ørindini eru at
hitta gomlu liðfelagarnar í
Herfølge, sum hann í dag fyri
sekstan árum síðani vann
danska meistaraheitið í fót
bólti saman við.
25. mai í 2000 var tað
greitt, sum var eins óvæntað
og tað var, at Leicester fyri
stuttum tryggjaði sær enska
meistaraheitið
í
fótbólti.
Herfølge, sum undan kapp
ingarbyrjan varð roknað at
vera upplagt evni at flyta
niður,
vann
við
Jákupi
Mikkelsen millum stólpar
nar, meistaraheitið.
Henda dagin vóru Jákup
Mikkelsen og liðfelagarnir í
Silkeborg. Úrslitið var 1-1. Tá
ið gamla stórfelagið AB sama
dag vann 2-0 ímóti Brøndby,
ið var argasti avbjóðarin
hjá Herfølge, so var størsta
sensatiónin
nakrantíð
í
donskum fótbólti veruleiki.
Jákup Mikkelsen og lið
felagarnir
høvdu
vunnið
DM, og harvið hevði ein før
oyskur fótbóltsspælari fyri
fyrstu ferð nakrantíð vunnið
meistaraheitið
í
fótbólti
uttanfyri Føroyar.
Eingin ivaðist í, at før
oyski Jákup Mikkelsen átti
stóran leiklut í, at Herfølge
vann DM. Jákup varð kosin
at vera besti spælarin í
Herfølge hetta árið. Tí er
tað ikki undarligt, at Jákup
er ógvuliga væl umtóktur í
Herfølge, har hann gavst í
2001.
Hittast aftur
fríggjakvøldið
Fyri trimum árum síðani
vóru DM vinnararnir í 2000
saman aftur, men tá var
Jákup Mikkelsen ikki saman
við teimum.
– Ta ferðina lá tað ikki
fyri hjá mær. Vit hava ein
bólk á facebook, har vit hava
møguleika at fylgja við í, hvat
vit takast við, men eg havi
ongantíð verið saman við
fyrrverandi
liðfeløgunum
aftur. Nú er nakað síðani,
at tað varð avgjørt, at liðið
skuldi hittast aftur fríggja
dagin 27. mai, og tá gjørdi eg
av, at hesaferð skuldi eg taka
lut. Tá avgerðin varð tikin,
var eg hjálparvenjari í Fugla
firði. Danmarkar ferðin ber
við sær, at eg ikki veri við til
venjingina
fríggjakvøldið,
men tað er ikki nakar trupul
leiki, tí Símun Eliasen tekur
sær av tí.
Hvat fert tú til Danmark
ar til?
– Umframt at vera við í
sosialum felagsskapi saman
við
fyrrverandi
liðfeløg
unum, so er fótbóltsdystur
á
skránni
fríggjakvøldið.
Hann verður ímóti teimum,
sum um tað mundið, tá ið
vit vunnu DM, spældu við
Køge. Síðani eru tey bæði
fótbóltsfeløgini,
sum
tá
vóru í kommununi í Køge –
Herfølge Boldklub og Køge
Boldklub – vorðin til eitt
felag. Tað heldur til á Køge
stadion, og tað verður har,
at dysturin verður. Eftir
dystarlok eru vit bjóðaðir
til døgurða, so tað verður
hugnaligt. Eg havi ikki verið
aftur á Herfølge stadion.
Dysturin verður ikki har,
men eg gangi út frá, at vit
fara at vitja á Herfølge
stadion.
Í Herfølge og Køge verður
gjørt nógv burtur úr, og tað
verður sagt at lyfta tiltakið,
at Jákup Mikkelsen kemur
úr Føroyum at vera saman
við
liðfeløgunum.
Sam
stundis verður mint á, at før
oyski landsliðsmálverjin átti
rættiliga stóran lut í, at tað,
sum ikki varð roknað við
skuldi bera til, kortini var
veruleiki.
Hvussu minnist tú hesar
dagarnar fyri sekstan árum
síðani?
– Tað var ein dreymur,
sum varð veruleiki, og síð
ani hevur tað verið sum ein
dreymur at hyggja aftur á.
Eingin roknaði við okkum.
Tá ið vit vunnu fyrstu dystir
nar og løgdu okkum á odda
í kappingini varð mest tosað
um, hvussu leingi vit fóru at
halda, og nær tað fór at ganga
hinvegin. Vit høvdu fokus
á einstøku avbjóðingunum,
vit arbeiddu øgiliga nógv,
hugburðurin
var
framúr,
og vit fegnaðust, tá ið tað
varð greitt, at vit ikki fóru at
flyta niður soleiðis, sum tað
annars varð spátt. Moralurin
var góður, og venjarin, John
Faxe Jensen, var øgiligur inn
pískari. Sjálvsálitið vaks, og
so endaði tað soleiðis í dag
fyri sekstan árum síðani,
sum tað gjørdi, minnist
Jákup Mikkelsen aftur á.
FÓTBÓLTUR
DM hetjurnar frá 2000
fara fríggjakvøldið at
spæla á Køge stadion
JÁKUP Á VEG
AFTUR TIL
HERFØLGE
DM 2000
Fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, vann
danska meistaraheiti við Herfølge í 2000
Savnsmynd: Álvur Haraldsen