Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59 Óvanligar dygdir Eftir DM árið og innleiðandi umfar í europeisku meistara­ kappingini ímóti Glasgow Rangers í august 2000 varð tað aftur gerandisdagur í Herfølge. Árið eftir var niður­flyting á dagsskrá. Jákup Mikkelsen og familjan fluttu til Molde, og fleiri av liðfeløgunum frá meistara­ lið­num fluttu í onnur feløg. Ein av teimum, sum danska landsliðið hevði boð eftir, var miðverjin Steven Lüstü. Hann hevur givið Jákupi gott skoðsmál: – Jákup var fastur brots­ sparks­skjútti hjá okkum. Tað var hann, tí hann var tann besti at skjóta brots­ spark. Hann misnýtti eitt brots­spark – hvør ger ikki tað – men sum heild var hann púra tryggur. Og so hevði hann dygdir sum fót­ bólts­spælari, ið eingin ann­ar mál­verji, sum eg havi spælt saman við, hevur havt. Tað gjørdi akkurát tað sama, hvussu tú legði bóltin aftur til Jákup, so megnaði hann at temja hann og at spæla hann skilagott frá sær aftur. Eg havi ongantíð áður ella síðani upplivað ein so­vornan mál­verja, segði verju­spæl­ arin Steven Lüstü við bold. dk fyri trimum árum síðani. Venjarin Jákup Mikkelsen flutti til Danmarkar beinanvegin, eftir at KÍ 3. august 1994 vann final­una um løgmanssteypið ímóti B71. Úrslitið var 2-1. Jákup setti stutt undan hvíld­ini hol á við at umseta brots­spark til mál. Hann var lið­for­maður og tók ímóti steyp­inum, sum Finnbogi Ísakson, sáli, varaløgmaður og klaks­víkingur, handaði sín­um bygdarmonnum. Í Herfølge byrjaði Jákup frá botninum av: – Eg var triði málverji fyrstu vikurnar, men tað gekk skjótt rætta vegin. Hetta var fyrsta ferðin yvir­ høvur, at eg royndi at hava mál­mans­venjara. Tað var Svend Knudsen. Honum havi eg nógv at takka fyri. Hann tók upp­gávuna í størsta álvara, hann lærdi meg nógv, og hann var stórur stuðul. Eg havi ongantíð hitt hann, síðani vit fluttu úr Dan­mark. Vit hava samskift í facebook bólkinum, sum vit fyrr­ver­ andi Herfølge spælarar hava, og eg fegnist um, at vit nú fáa høvi at hittast aftur, sigur Jákup Mikkelsen, sum í dag fyri sekstan árum síðani var fyrsti føroyingur at vinna meistara­heitið í fótbólti uttan­fyri landoddarnar. Tað gjørdi hann í Herfølge Boldklub. joannes@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað er ógvuliga stutt mill­um týdn­ingarmiklu av­bjóð­ingar­nar í fót­bólt­ inum í hesum døgum. Í kvøld og í annað kvøld vera fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løg­mans­ steypið spældar. Seinnu hálv­finalurnar vera 15. Juni, og finalan verður 27. august. Í kvøld hittast Skála og Víkingur á Skála. Hesi somu liðini hittust á sama vølli leygardagin, tá ið Víkingur vann 3-1, og tá ið Hans Pauli Samuelsen fyri fyrstu ferð, síðani hann undan kappingar­ byrjan flutti til Víking, var rætt­iliga eyðsýndur. Hann skoraði tvey mál, og hann legði upp til tað triðja. Víkingur hevur vunnið steypakappingina fýra tær seinastu ferðirnar. Spurn­ingurin er, um tað skal eydn­ast at vinna fimtu steypa­finaluna á rað og har­við at leggja seg upp á síð­una av metinum, sum HB eigur – at vinna steypa­kappingina fimm ár á rað. Skála hevur ongantíð verið í steypafinaluni. Hóskvøldið hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík. Tá ið liðini fyrr í ár hitt­ust á sama vølli í lands­kapp­ ing­ini vóru gestirnir greitt omaná. NSÍ vann 3-1, og spæl og býtið av mál­møgu­leikum vóru so­ leiðis, at einki forgjørt hevði verið í tí, um NSÍ sig­urin var uppaftur størri. Tá luktaði tað ikki væl í Klaksvík. Vikuna eftir tapti KÍ 4-2 í Gundadali ímóti HB. Men síðani hevur gingið sum eftir ánni, og KÍ hevur ikki tapt síð­ani. Sunnudagin vann NSÍ 4-3 í Gundadali ímóti HB. Avrikið var sannførandi, og tað leggur upp til rimm­ar hálvfinalur mill­ um KÍ og NSÍ. KÍ hevur ikki vunnið steypa­kappingina síðani 1994, tá ið Sverri Jacobsen, sáli, var venjari í Klaks­vík, og í 1999 tá ið tað við Tony Paris sum venj­ari eydn­ aðist at vinna greip­una fyri triðju ferð. NSÍ vann steypa­final­una í 2002. joannes@sosialurin.fo Hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið verða spældar í kvøld og hóskvøldið FYRRI HÁLV- ­LEIKUR Í HESI VIKUNI LØGMANSSTEYPIÐ Hóskvøldið hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík til fyrru hálvfinaluna í kappingini um løg­mans­steypið Mynd: Álvur Haraldsen