Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 6 PERSÓNSSØGA BARBARA HOLM A t miðlaheimurin er und­ir støðugari broyt­ ing er neyvan nakar ivi um. Seinastu ára­ tíggj­uni hava havt við sær stór tøkn­ilig gjøgnumbrot, og harvið eitt skifti frá teimum siðbundnu, seinu miðlunum til skjóta tíðinda­ flutn­ingin bæði á netinum og aðra­ staðni við. Eisini í Føroyum hev­ur nýggja tøknin ført við sær áður ósædda kapping og summi vildu sagt, eina kollvelting innan tað vit rópa journalistikk. Men hvussu er stand­urin á føroyskum journa­ listikki, nú vit skriva 2016. – Fyri at taka tað jaliga fyrst, havi eg hug at vísa á, at hvønn dag síggja vit tíðindaflutning og journalistikk annars á góðum støði. Tað verður framleiddur nógv­ur góður journalistikkur í Føroy­ um, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, ný­valdur formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk. Men tá ið tað er sagt, so eru eis­ ini neiligar avleiðingar at síggja, eftir at tøknin hevur gjørt tað gjør­ligt og nærum ókeypis hjá tí við áhuga, at stovna sær ein miðil. – Um vit hyggja at miðla­heim­ inum í síni heild, so er tað ein rætt­iliga blandað mynd vit síggja við fleiri nýggjum miðlum, sum tí­verri tykjast mangla rótfesti og eitt journalistiskt grundstøði at byggja sítt virksemi á, vísur Jón Brian Hvidtfeldt á. Óansæð hvørjar umstøðurnar eru, so eru allir miðlar – tað verið seg internetmiðlar ella teir meira sið­bundnu miðlarnir – undirlagdir somu ábyrgd, nevniliga at halda góð­an fjølmiðlasið. – Í praksis ber tíverri til hjá miðl­um at gera nærum sum teim­ um lystir, uttan at tað fær nakrar av­leiðingar. Og tað kann kosta journa­listikkinum í longdini, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Tá ið einki fær avleiðingar vita vit, at fólk hava lættari við at fara Tað tykist vera eitt rák í løtuni, har tað í vaksandi mun er í lagi at spilla fjøl­miðlar­nar út. Rákið móti miðlunum veksur í løtuni« Jón Brian Hvidtfeldt – Vit journalistar eiga at virða rættin hjá fólki at finnast at okkum. Vit mugu lurta eftir atfinningum, taka teir til eftirtektar og royna at halda før­leik­arnar hjá journalistunum viðlíka. Tá tað er sagt, so haldi eg eitt vaks­ andi rák er at hóma í løtu, har tað í størri mun er í lagi at spilla fjøl­miðlar út, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk HAVA TØRV Á STERKUM MIÐLUM Jón Brian Hvidtfeldt Føroyingar meira atfinningarsamir móti fjølmiðlunum Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk MYND: ÁLVUR HARALDSEN