hósdagur 26. mai 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
7
út um mark ella at leypa uppum
har, sum garðurin er lægstur. Tað
verið seg óansæð, um tú tosar
um ein lítlan ella ein stóran miðil.
Og spyrt tú formannin í Føroysk
Miðlafólk, so er tað júst her, at tað
eigur at vera sett inn.
– Ein avleiðing av verandi støðu,
har alt ov nógv ber til, kann ger
ast, at virðingin fyri fjølmiðlum
sum heild minkar, eins og fólk
kunnu fáa eina skeiva mynd av
yvirskipaða leiklutinum hjá fjøl
miðlum í einum samfelag, sigur
Jón Brian Hvidtfeldt.
Alt ov veika
fjølmiðlanevnd
Undir Føroya Kærustovni er
ein nevnd við heitinum Fjøl
miðlanevndin. Í henni sita fýra
limir við ymiskum førleikum og
hennara uppgáva er: »Fjølmiðla
nevndin viðger kærur um brot
á góðan fjølmiðlasið og rættin at
svara aftur, undir hesum skylduna
til at almannakunngera eitt aftur
svar, og spurningum um innihald,
snið og staðseting.«
Men nýggi formaðurin í Føroysk
Miðlafólk heldur, at nevndin eigur
at fáa víðkaðar heimildir til eisini
at kunna blanda seg í mál av sínum
eintingum.
– Tíverri er ein orsøk til lækkandi
gáttina, at vit hava eina alt ov veika
fjølmiðlanevnd. Tað tykist sum, at
nevndin ikki eingongd hevur orku
at fortelja, at hon er til, sigur Jón
Brian Hvidtfeldt.
Frægast hevði verið, um nevnd
in við greiðum útsøgnum og av
gerðum var við til at leggja eitt
ávíst journalistiskt støði.
– Hetta skal ikki skiljast sum ein
kritikkur av teimum fólkum, sum í
dag sita í Fjølmiðlanevndini og bíða
eftir teimum kærum, sum at kalla
ongantíð koma inn til nevndina.
Men hetta er ein eftirlýsing eftir
einum journalistiskum vita, sum
aktivt kann vera við til at hækka
støðið á føroyska miðlaheiminum
ídag, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
Eftir hansara tykki hevði verið
ynskiligt, um Fjølmiðlanevndin
viðhvørt tók mál upp av sínum
eintingum.
– Ein avleiðing av verandi støðu,
har alt ov nógv ber til, kann sum
áður nevnt gerast, at virðingin fyri
fjølmiðlum sum heild minkar, sigur
Jón Brian Hvidtfeldt.
Ávaringarlampurnar lýsa
At siga »kreppustøða« er at taka ov
rívan til, sigur Jón Brian Hvidtfeldt
um støðuna í dag. Men kortini eru
nakrar hóttanir móti journalistiska
fakinum at hóma. Eitt er, at fólk
ikki longur hava eina greiða fatan
av týdninginum og uppgávunum
hjá fjølmiðlum. Í einum altavger
andi dysti um at fáa lesarar verður
gáttin fyri tí, sum miðlarnir borð
reiða við, alsamt lægri.
– Í veruleikanum er støðan
tann, at alt ov nógv ber til. Um eing
in kærur ella rópar varskó, so kanst
tú í prinsippinum gera sum tú vil,
sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
Og dømir eru um, at fjølmiðla
fólk av ymiskum slag siga júst tað
teimum lystir, uttan at tað er púra
í tráð við góðan fjølmiðlasið.
– Yvirskipað kann man siga tað,
at ein og hvør kann hava sín net
miðil ella sína sending og gera, hvat
man hevur hug til í opna rúminum.
Og tú sleppur avstað við tí. Men
fólk gloyma, at allir fjølmiðlar ar
beiða undir somu ábyrgd og leið
reglum um góðan fjølmiðlasið, sig
ur Jón Brian Hvidtfeldt.
Og ein avleiðing av hesum er
longu at hóma. Atfinningarnar
móti fjølmiðlunum veksa í vavi og
tað er vorðið í lagi at søpla miðlar
nar niður og norður.
– Tað tykist vera eitt rák í løtuni,
har tað í vaksandi mun er í lagi at
spilla fjølmiðlarnar út. Rákið móti
miðlunum veksur í løtuni. Har
haldi eg, at bæði miðlaleiðslurnar
og vit journalistar skulu hugsa
konstruktivt og royna at síggja tað
sum okkara uppgávu, at upplýsa
fólk um tað, sum miðlarnir hava
til uppgávu í samfelagnum, sigur
Jón Brian Hvidtfeldt.
Kanska tað hevði bøtt um støð
una, um fólk blivu tilvitað um, hvat
tað er miðlarnir gera. Men tú finn
ur altíð tey, sum halda, at miðlarnir
eiga at koma rennandi púra ókrit
iskir við einari mikrofon, tá ið fólk
hava eitt hvørt uppá hjarta.
– Og tað er ikki so løgið, at
summi halda tað. Tí vit síggja
mangan, at til dømis eitt Facebook
sitat verður útlagt á netmiðlarnar
sum ein ‘tíðindasøga’, ella at
tíðindaskriv fara púra óviðgjørd
út til almenningin. Og tað er jú ein
vandamikil kós, tí líkamikið, hvør
søgan er at fortelja, skal journa
listurin hava høvdið við og seta
kritisku spurningarnar, sigur Jón
Brian Hvidtfeldt.
Hann er sannførdur um, at fólk
flest tó heldur vilja hava journa
listikk enn mikrofonstativ.
– Verður journalistiska hand
verkið gjørt ordiligt, so eri eg sann
førdur um, at tey flestu í síðsta
enda eru glað fyri úrslitið. Fjøl
miðlar hava eina serliga uppgávu
í einum samfelag, sigur Jón Brian
Hvidtfeldt.
Hinvegin skulu fjølmiðlarnir
eisini virða rættin hjá fólki at finn
ast at. Og miðlarnir skulu duga at
taka ímóti kritikki, tá hann er uppá
sítt pláss.
– Tað veri seg við at lurta, við at
eftirmeta sítt arbeiði, og at halda
førleikarnar hjá sínum journalist
um við líka við at raðfesta førleika
menning og eftirútbúgving, sigur
Jón Brian Hvidtfeldt
»Tey vilja hava at vita, hvat gongur
fyri seg, og hvussu tey ráðandi fara
við virðunum og samfelagnum. Og
tað er júst har, at journalistarnir
hava eina týðandi uppgávu«
Jón Brian Hvidtfeldt
Framhald á næstu síðu