Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 8 PERSÓNSSØGA Modernað samfelag krevur moderna miðlalandslag At miðlarnir og journalistar fram­ vegis hava ein týdningarmiklan leik­lut í samfelagnum, er for­mað­ urin í felagnum Føroysk Miðla­fólk ikki í iva um. Tí skalt tú hava eitt modernað samfelag, so krevur tað eisini, at tú hevur dugna­lig­ar journalistar, sum taka sína upp­ gávu í álvara. Og hugsar tú um týdn­ing­in av fólkavøkstri, mást tú eis­ini hugsa um týdningin av dygdar­góðum journalistikki. – Síðstu árini hevur verið nógv fokus á fólkavøkstur og at fáa tey ungu at flyta heimaftur og seta búgv í okkara samfelagi. Tað krev­ ur eitt modernað samfelag – og í ein­um modernaðum samfelag hev­ur man sterkar fjølmiðlar, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Tey ungu, sum nema sær út­ búgv­ing uttanlands og síðani koma heim aftur á klettarnar at seta búgv, krevja upplýsing og eftirlit við valds­havarum. – Tíbetur er tað so, at fólk ger­ ast alsamt meira upplýst og meita til­vitað, bæði um okkara samfelag, men eisini um teir stóru spurn­ing­ ar­nar úti í heimi. Tey vilja hava at vita, hvat gongur fyri seg, og hvussu tey ráðandi fara við virð­ unum og samfelagnum. Og tað er júst har, at journalistarnir hava eina týð­andi uppgávu, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Tøknin í dag merkir, at tú fært hópin av kunning og vitan her og har. Eingin ivi er um, at dagsins før­ oy­ingur fær munandi meira at vita gjøgnum eitt nú Facebook, heima­ síður av ymiskum slag og so fram­ vegis. Men er tað altíð veruleikin tú sært, tá ið tú leitar tær á hesar pallar? – Vælpolerað tíðindaskriv og klipp á Facebook eru ikki har, sum sannleikar koma fram. Tað krevur sterkar miðlar at hava eftirlit við valdshavarum, og tað er kanska ongantíð størri tørvur á tí enn júst nú, sigur Jón Brian Hvidtfeldt og nevnir sum dømi Panamaskjølini, sum hava fylt nógv í alheims miðl­ um seinastu mánaðirnar. – Har síggja vit eitt gott dømi um, hvussu langt valdshavarar av ymiskum slag vilja fara, fyri egnan vinning. Og høvdu vit ikki havt journa­listar í tí førinum, so høvdu vit ikki vita sannleikan, sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Og soleiðis er eisini í Føroyum. Miðlarnir avdúka javnan sann­leik­ ar, sum summi vildu helst hild­ið loyniligar. Men tað ger einki, um tað verður kravt meira av tí grav­ andi journalistikkinum her heima á klettunum. Hvat vilja vit? Í miðlahøpi verður í hesum døgum tosað nógv um tvey viðurskifti. Annað er, at okkara public service stovnur, Kringvarp Føroya, skal hava ein nýggjan public service sátt­mála. Hitt er, at samgongan hev­ur í hyggju at lata stuðul til privatu miðlarnar. Tá umræður public service sáttmálan, so heldur for­mað­urin í felagnum Føroysk Miðla­fólk tað vera skilagott at hava gravandi journalistikkin í huganum. – Í einum komandi public ser­ vice sáttmála ber væl til at áleggja Kringvarpinum at gera meira við gravandi journalistikkin. Men so má myndugleikin eisini gera sær greitt, at antin má sparast ella skerj­ast onkra aðrastaðni í øllum tí, sum KvF eisini skal fáast við - ella mugu fleiri pengar fylgja við. Tí grav­andi journalistikkur krevur fólk, tíð og í síðsta enda pengar., sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Tá umræður teir privatu miðlar­ nar, hevur í áravís verið tosað um ein miðlastuðul. Men ferð eftir ferð hava uppskotini endað úrslitaleys, og soleiðis varð eisini, áðrenn løg­ ting­ið fór í summarfrí herfyri. Orsøkin hesaferð er, at ósemja er um, hvørji kriteriuni skulu vera, fyri at fáa stuðul. Skal tað fara til endur­ útbúgving av journalistum, til tey prentaðu bløðini, til redaktiónir, til einstaklinga portalan, ella hvussu skal tað býtast. – Fyri privatu miðlarnar er tað ein standandi avbjóðing, bæði at gera gravandi journalistikk og sam­ stundis tjena pengar. Nú so nógv verður tosað um miðlastuðul, so kundi gravandi journalistikkurin verið eitt greitt, politiskt ynski ella krav, sum fylgdi við pengunum úr landskassanum, sigur Jón Brian Hvidtfeldt og heldur fram: – So kanst tú sjálvandi spyrja, hvussu býta vit pengar út eftir grav­andi journalistikki, sum enn ikki er gjørdur? Tað ber sjálvandi ikki til – men eitt stað at byrja er at krevja dygdargóðan journalistikk, til dømis gravandi journalistikk, og so áleggja redaktiónunum at koma við einari árligari uppgerð ella frágreiðing um, hvat kom burtur­úr. Hendan kann so vera ein hjálp hjá óheftu miðlanevndini at brúka, tá hon skal býta pengar út árið eftir. Tá hevur tú bæði písk og gularót at stýra politiska ynsk­inum um dygdar­góðan, gravandi journa­ listikk., sigur Jón Brian Hvidtfeldt. Givið er tað, at føroyski miðla­ heim­urin er undir støðugum trýsti og støðugum broytingum. Al­samt fleiri fjølmiðlafólk bjóða seg fram í smærri miðlum, með­an privatu miðlarnir sigla í tungum sjógvi orsaka av svinnandi lýsingar­inn­ tøk­unum og vaks­andi kapp­ing­ini. Og tá kappingin gerst hørð, skal meira til fyri at varðveita lesarar­ nar, og kanska tað til tíðir gongur út yvir góðskuna. Men framtíðin kem­ur, og tí mugu miðlarnir, sam­ felagið og politikararnir taka støðu til, hvussu vit skulu menna okkum á hesum øki framyvir. – Tað er givið, at tað ongantíð hevur verið so stórur tørvur á góðum journalistum, sum júst nú. Valdshavararnir sita tyngri á valdinum og vit vita, at vald korrum­perar. Og hvør skal halda eftirlit, um vit ongar journalistar hava eftir, spyr Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Før­oysk Miðlafólk, og leggur at enda afturat: – Vilja vit her úti á okkara smáu oyggjum mitt í Norðuratlantshavi rokna okkum sum eitt framkomið og upplýst samfelag, so mugu vit eisini skapa fortreytir fyri sterkum fjølmiðlum við dugnaligum journalist­um, sum vegna okkum øll somul kunnu varpa ljós á og seta spurn­ingar við tað, sum fer fram. BARBARA@SOSIALURIN.FO »Hetta er ein eftirlýsing eftir einum journalistiskum vita, sum aktivt kann vera við til at hækka støðið á føroyska miðlaheiminum ídag« Jón Brian Hvidtfeldt MYND: ÁLVUR HARALDSEN