Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 10 PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA 26 ára gamli Petur Gotfredsson hevur nakrar førleikar, ið ger, at hann skilur seg frá vanliga føroy­ ing­inum. Hann er servandur her­ maður, og inniber tað, at hann er vandur til at føra kríggj um all­an heim, hann er vandur til at spreingja brýr, byrgingar og annað í luft­ina, at loypa úr flogførum niður í økir hjá fíggindum, at verða tikin til gísla av yvirgangsbólkum og nógv annað, ið flestu føroyingar ongan­tíð hava roynt. Petur Gotfreds­son er nevniliga partur av danska Frømanskorpset. Talan er um eitt heilt serligt herlið. Síðani útbúgvingin varð sett á stovn í 1957 hava bara 317 menn klárað útbúgvingina, hóast um­leið 600 fólk søkja um upptøku á hvørjum ári. Talan er um eina av mest virdu hernaðarligu útbúgv­ ingum í heiminum, og er tann harð­ asta útbúgvingin, ið danska verjan bjóðar. Út av teimum 317 persónunum, ið hava megnað at fullført útbúgv­ ing­ina er Petur Gotfredsson ein­ asti føroyingurin. Vikuskiftis- Sosialurin hevur sett einasta før­oyska froskmanninum stevnu í Vágs­botni. Mýturnar eyðkenna Tá leitað verður eftir upplýsingum um Frømanskorpset á netinum gerst skjótt greitt, at talan er um ein felagsskap, ið nógvar mýtur eru tengdar at. Tað er kanska ikki so løgið, tá havt verður í huga, at tað einans eru nakrir hundraðtals frosk­menn í danska ríkinum, og at teir sum eru, ikki eru serliga sinn­aðir at tosa um felagsskapin. Mangl­andi vitan er vanliga góður gróðr­ar­botnur fyri mýtur. Áðrenn Vikuskiftis-Sosialurin kundi gera samrøðuna við Petur Gotfreds­son, mátti hann fyrst spyrja um loyvi at tosa um herliðið, og fekk tá at vita, hvørjir evnir, ið hann kundi nevna. Í samrøðuni gerst eisini skjótt greitt, at bandið millum frosk­ menn­inar er serstakliga sterkt, og at Petur Gotfredsson ongar ætlanir hev­ur um at avdúkað nakað, ið al­meningurin ikki longu hevur fingið innlit í. Frá 178 til 6 Tað var í 2012, at tá 23 ára gamli Petur Gotfredsson var ein av sekst­ an persónum, ið varð upptikin í skúlan hjá Frømanskorpset. Tá varð hann millum 178 persónar, ið høvdu søkt um upptøku. Gjøgnum ymiskar royndir og fimm umfør varð talið minkað frá 178 niður á 151, áðrenn tey gjørdust 97, síðani 67, so 58 og at enda vóru ein­ans sekstan næmingar eftir, ið byrjaðu á sumri 2013. – Tað var størsta avbjóðingin í mínum lívi. Eg havi aldrin ver­ ið so hart trýstur, sum tá eg var í skúlanum. Eg havi altíð íðk­að nógvan ítrótt og roynt meg á ymisk­ an hátt, men einki kann nærk­ast tí sálarliga og krops­liga trýstinum, ið eg møtti undir útbúgvingini, sigur Petur Gotfredsson. Eg havi aldrin verið so hart trýstur, sum tá eg var í skúlanum. Eg havi altíð íðkað nógvan ítrótt og roynt meg á ymiskan hátt, men einki kann nærkast tí sálarliga og kropsliga trýstinum, ið eg møtti undir útbúgvingini« Petur Gotfredsson – Eg ringdi heim onkrar dagar og skar í sjóðheitan grát. Tað var ikki tað likamliga trýstið, men sálarliga varð man kroystur út á eggina. Men eg hevði sett mær fyri, at hetta var nakað, ið eg skuldi klára, og tað gjørdi eg eisini. Eg megnaði at gjøgnumføra sterkastu og harðastu útbúgvingina í Danmark, og ein tann mest virda hernaðarútbúgving í verðini, sigur Petur Gotfredsson, einasti føroyingur, ið er limur í Frømanskorpset FØROYA EINASTI FROSKMAÐUR Petur Gotfredsson MYND: FRØMANSKORPSET