Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 11 Vil trýsta seg sjálvan Hvussu fær ein føroyingur hug til at royna seg í torførasta og harð­ asta útbúgvingini, ið danska verjan bjóðar? Petur Gotfredsson vísir á, at tað er nokk nakað, ið altíð hevur ligið í honum. – Tá eg var smádrongur, dámdi mær altíð væl at spæla ránsmaður og løgregla, og hasin hugurin til spenning hevur altíð fylgt mær. Harumframt havi eg havt tað so­ leiðis, at tá eg skal velja tvær leiðir, so velji eg altíð tann harðara vegin, um tað gevur meining. Men eg havi altíð ynskt at trýst meg sjálvan til tað harðasta. Longu sum 18 ára gamal gjørdi Petur Gotfredsson so fyrstu roynd­ ina at sleppa inn í Frømans­korpset, men endaði tað við, at hann fekk ein lítlan skelk. – Tað ber til at søkja inn á Frømans­korpset sum vanligur per­ sónur. Ein nýtist ikki at vera part­ur av verjuni áðrenn. Tað var tað, ið eg gjørdi, men satt at siga fekk eg ein lítlan skelk. Eg var slett ikki klárur til tað, og kom heldur ikki serliga langt í úttøkuni. Í dag hevur hann lyndi til at flenna eitt sindur eftir sær sjálv­ um. Sum 18 ára gamal var hann nevn­iliga slett ikki greiður yvir, hvat kravdist fyri at gerast frosk­ maður. – Eg helt, at eg kundi vinna á verð­ini, men at gerast froskmaður krevur sterka sinnisliga og sálarliga fyrireiking. Man má veruliga vilja tað, og ikki bara tí, at man heldur at tað ljóðar feitt. Um alt ikki er í ord­an, so klárar man tað ikki. Man má brenna fyri hesum meira enn nøkrum øðrum, annars er tað eing­in kjansur, at man fullførir tað, sigur Petur Gotfredsson. Eftir at hann hevði fingið eitt nei frá Frømanskorpset, søkti hann inn í danska herin, har hann gjørdi hertænastu í Holstebro. Eftir tað fór hann víðari á sersjantaskúla og brúkti herin sum eitt slag av lop­fjøl til næstu umsóknina til Frømans­ korpset. Inn í lovaða landið Í 2012 søkti Petur Gotfredsson so inn, og gjørdist ein av sekstan per­ són­um, ið vórðu úttiknir til sjálvan skúlan. Loksins upprann dagurin, ið Petur Gotfredsson hevði droymt um síðan hann sum 18 ára gamal søkti upptøku í herliðnum á fyrsta sinni. Í fyrstani var gerandisdagurin á skúlanum tó nógv harðari, enn Petur Gotfredsson kundi ímynda sær, tá hann søkti. – Eg ringdi heim onkrar dagar og skar í sjóðheitan grát. Tað var ikki tað likamliga trýstið, men sálar­ liga varð man kroystur út á egg­ ina. Men eg hevði sett mær fyri, at hetta var nakað, ið eg skuldi klára, og tað gjørdi eg eisini. Eg megn­aði at gjøgnum­føra sterkastu og harð­ astu út­búgv­ingina í Dan­mark, og ein tann mest virda hernaðar­út­ búgv­ing í verðini, greiðir Petur Gotfreds­son frá. Serliga var tað ein venjing, ið før­ oyski froskmaðurin minnist sum ser­liga torføra at gjøgnumføra. – Eg minnist, tá vit skuldu venja at kava. Tað var øgiliga hart, og kann ikki samanlíknast við nakað her í Føroyum. Tingini vit gjørdu í dýpdini vóru óhugnalig. Tað kundi taka fleiri tímar, har vit vórðu trýst til tað síðsta undir vatni og í bøla­ myrkri. Hóast gerandisdagurin var harð­ur at byrja við, so gekk tað ikki leingi til Petur Gotfredsson vandi seg til hann. – Sálarliga og likamliga ven­ur man seg við ein nýggjan gerandis­ dag. Óansæð hvussu rotin hann er, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann gerst vanligur. So fyrstu tíðina var talan um ein mentanar­skelk, men eftir nakrar vikur venur ein seg við, at gerandis­ dag­urin er harður á likamið og sinnið. Soleiðis er tað bara, men tað ræður um at síggja ljósið fyri endan av tunlinum, sigur Petur Gotfreds­son. At talan er um eina harða út­ búgv­ing vitnar lága talið av frosk­ monn­um í danska ríkinum um, og meðan tey vóru sekstan fólk, ið byrj­aðu samstundis sum Petur Gotfreds­son, so vóru tað einans fimm mans, ið, eftir níggju mánaðir harð­ari venjing, við endan av 2013 kundu kalla seg sjálvar froskmenn. Alt ber til Við byrjan av 2016 vendi Petur Gotfreds­son aftur til Føroyar eftir fleiri ár í donsku verjini. Undan­ farnu tvey árini vóru brúkt í tæn­ astu fyri Frømanskorpset. – Eingin dagur var tann sami. Vit vandu í heilum tær støður, ið vit kundu enda í. Tað eru tær upp­gávur, ið vanligi herurin ikki kann. Tað kann vera at bjarga gísl­ um, sabotasja ella at eygleiða per­ són­ar og mál. Vit arbeiddu í øllum umhvørvum í verðini. Tað vil siga í arktiskum umhvørvi, í fjøllum, undir og á sjónum, í luftini o.s.fr. Talan var um eitt lív, ið setti hørð krøv til likamið og sinnið. – Í lívinum sum froskmaður kundu vit aldrin taka okkum av løtt­um, tí vit skuldu altíð vera klárir, bæði sálarliga og likamliga, um nú okkurt hendi. So vit brúktu nógva tíð at halda venjingina við líka. Hóast hann ikki longur er aktivur sum froskmaður, so merkir tað ikki, at hann hevur slept tann partin av lívinum. – Einaferð froskmaður, altíð frosk­maður. Vit hava eitt øgiliga tætt samanhald, og eru altíð væl­ komnir aftur. Serliga er tað tann árgangurin, ið man kom ígjøgnum saman við, ið heldur tætt saman, greiðir Petur Gotfredsson frá. Spurdur um hvørjar lærdómar hann hevur tikið við sær frá Frømans­korpset, nevnir hann ser­ liga trý ting. – Tað fyrsta er, at alt ber til. Har­næst er ongantíð at geva upp. Triðja er at seta sær mál og arbeiða fram móti tí. Skal undirvísa ungdómi Í heyst byrjar ein nýggjur kapittul í lívinum hjá Petur Gotfredsson, tá hann verður partur av toyminum av lærarum í Ítróttarháskúlanum í Suðuroynni. Har skal hann standa fyri adventure-breytini, og hann er skjótur at svara, tá hann verður spurdur um, hvat ein froskmaður kann læra næmingunum. – Eg kann geva næmingunum betri sjálvsálit og læra tey at møta avbjóðingum, seta sær mál og arbeiða fram móti tí. At leggja ein hugburð í tey, um at alt ber til við einum góðum vilja. Onnur hava kanska talent ella annað, ið gevur teim­um ein fyrimun, men um tú hevur rætta hugburðin, so skalt tú nokk klára alt tað, ið tú setur tær fyri. Úrslitið av tí likamligu menn­ ingini kann hvørva aftur, men tann sálarliga menningin verður verð­andi, sigur Petur Gotfredsson at enda. HALLUR@SOSIALURIN.FO MYND: FRØMANSKORPSET – Einaferð froskmaður, altíð froskmaður. Vit hava tætt saman­ hald, og eru altíð vælkomnir aftur, sigur Petur Gotfredsson MYND: ÁLVUR HARALDSEN