hósdagur 26. mai 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
12
TEMA
Kropsideal
Hetta er ein serstakur svimji
hylur, har tú kanst vænta at
síggja ungar svimjarar venja
samstundis við, at barna
familjur og onnur hugna sær
í vatninum beint undir liðini
á hvørjum øðrum.
Eg gjørdist heldur bilsin,
tá ið eg varnast ein rilin av
ungum svimjarum koma inn í
skiftirúmið, lata seg úr klæð
unum fyri einans at síggja, at
tær høvdu svimjidraktirnar
innan fyri klæðini. Eg mátti
spyrja eina, sum eg kendi í
mongdini. »Hví eru tit farnar
í svimjidraktirnar undir
klæðunum« spurdi eg for
vitin. »Tí, tað er so keðiligt
at skifta frammanfyri fólki.
Eg havi so ljótan búk«, segði
blaðunga gentan.
Eg gekk eina løtu og
hugsaði um hetta og slepti
so tankanum aftur – men
bert til næsta líknandi støða
uppstóð – hesaferð í einum
fitnesssentri. Sama skil, ungu
genturnar tordu ikki at skifta
í skiftirúminum.
Eg skilji væl, at ungar
kvinnur og menn eru smæðin
og eym um sín kropp. Men í
seinna skiftirúminum fekk
eg illgruna um, at tað kanska
býr meira undir hesum held
ur óvanliga atburði, tá ið ein
ung genta – kanska áleið 17 ár
– var so kedd um síni annars
vøkru lør, at hon mátti skifta
buksur undir stórum frakka.
Summarið nærkast og
trýstið á okkum um at upp
náa tann sokallaða perfekta
kroppin bara økist. Og spyrt
tú Beintu Lassen við Sandá,
eigara av Ergo Vælveru,
so býr okkurt meira enn
bara smædni undir tí, sum
tú kanst uppliva millum
ungdómarnar. Tí vakur
leikaviðgerðirnar hjá Ergo
Vælveru vera javnan eftir
spurdar av ungum gentum,
sum á at lýta eru púra van
ligar.
At broyta atferð og
hugburð hjá teimum ungu
júst hesum viðvíkjandi,
er ivaleyst ein vónleyst
uppgáva. Men tað hevur
avgerandi týdning, at vit
eru tilvitað um, hvussu vit
uppføra okkum, tá ið børn og
ung eru til staðar. At vit ikki
hava ein neiligan hugburð til
okkara kropp, tí vit vita, at
tað smittar av á tey ungu. Tað
heldur Simona Midjord, sum í
1996 var júst hesin tannáring
urin, sum ikki var nøgd við
seg sjálva, hóast umheimurin
helt hana vera púra vanliga.
Vit kunnu kanska ikki
lættliga broyta tey ungu,
men vit kunnu broyta okkara
egnu atferð og taka orðini
hjá amerikonsku bikini
fyritøkuni til okkum, nú
summarið nærkast – hvussu
fært tú bikinikropp? Tú letur
teg í ein bikini. Punktum.
Gott Vikuskiftið.
Var herfyri í skiftirúminum í einari svimji
høll, ávegis at skifta og svimja mær ein túr
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Lýs kroppin við einum orði...
Hvat leggja
vit í okkara
børn?
OKKARA
ÍMYND AV
KROPPINUM
Einans sjey prosent av teimum 300, sum hava svarað
spurningum frá spyr.fo til Vikuskiftis Sosialin í dag, siga
seg vera sera væl nøgd við útsjóndina á kroppinum
BARBARA HOLM
Í
myndin av okkara kroppum
og tí, sum vit áleggja okkum
sjálvi, er til viðgerðar í tema
síðunum í Vikuskiftis Sosial
inum í dag.
Vit hava spurt átta føroyingar,
hvussu tey vilja lýsa kroppin hjá
sær, um tey einans kunnu gera
tað við einum orði. Vit hava eisini
gjørt eina spurnarkanning um
evnið, har vit hava spurt, um fólk
eru nøgd við útsjóndina á sínum
kroppi.
Aðrstaðani á síðuni kanst tú
síggja úrslitið, sum spyr.fo er
komið fram til, grundað á 300 svar
frá føroyingum kring landið.
Nú summarið er í hondum, vaksa
talið av lýsingum, myndum og góð
um ráðum um, hvussu tú kanst
gerast bikiniklár. Spurningurin er
tó, um nakar okkara kann liva upp
til hesar myndirnar, sum fylgja við
vælmeintu ráðunum. Veruleikin er
tann, at allar myndir eru tilgjørdar
– tað vita vit helst øll eftirhondini.
Tað merkir væl saktans, at ikki
eingongd vakrastu kvinnur í
heiminum kunnu liva upp til tað,
sum tað merkir, at vera bikini
klárur. Men hví halda vit so fram
við følsku illusjónini um, hvussu
kroppar »eiga« at síggja út?
Amerikanska bikinifyritøkan
American Eagle er farin frá sokall
aðum photoshoppaðum myndum,
og sambært útlendskum miðlum
hevur tað viðført, at fyritøkan
hevur sett met í seldum bikini
klæðum. Teirra slogan er – hvussu
fært tú ein bikinikropp? Tú letur
teg bara í ein bikini.
Ja, so einfalt kann tað sigast.
»SUNNUR«
»LANGREYÐUR«
»VANLIGUR«
»KURVUTUR«
»VAKUR«
»ROMANTISKT-
BUTTUTUR«
André Olsen
Ólavur Dalsgarð
Ásla Breyt Danielsen
Connie B. Brockie
Turid Christophersen
Rakul Dalsgarð
Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum
hesaferð snúgva seg um kropsideali