Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 14 TEMA Kropsideal – Eg veit ikki, hvat tað var eg vildi broyta, men eg var bara sum heild ónøgd. Í dag vigi eg 30 kilo meira, og eri púra nøgd við meg sjálva. Tað vísir bara tað, at sum ung eru vit altíð atfinningar­som móti okkum sjálvum, men tíbetur verður nøgdsemi størri við árunum, sigur 38 ára gamla Simona Midjord, sum í 1996 varð úttikin millum 1200 aðrar, at kappast í modellkapping TÚ KANST VELJA AT VERA NØGD Simona Midjord BARBARA HOLM Í 1996 var Simona Midjord ein teirra, sum varð mett ein av 12 best egnaðu kvinn­unum at kappast í einari modell­ kapp­ing í Danmark. 1200 gentur vórðu valdar frá í kappingini og vinn­arin skuldi finnast millum hesar 12 úrvaldu. Og tann besta av teimum 12 skuldi víðari til USA at dyst­ast í altjóða modellkapping, sum viðurkenda modellfyritøkan Ford Models skipaði fyri. Men fyri Simonu vóru bland­ aðar kenslur. Øðrumegin ynskti hon einki meira enn at fáa eina karrieru sum modell og samstundis sleppa út í heim. Hinumegin var hon altíð tann, sum gjørdi skjótt av á pallinum, tí hon treivst ikki. – Eg minnist, hvussu glað eg var, tá ið eg slapp at hava hárið leyst, tí so kundi eg fjala meg aftanfyri tað, sigur Simona Midjord. Hóast flest øll kunnu nikka játtandi til, at bert tað, at vera út­vald millum 1200 aðrar, er ein stór­ur sigur, so var Simona kortini sum ung fólk flest – ónøgd við sín kropp. Eg helt kanska eisini, at bróstini vóru ov smá og rumpan ov stór. Hóast eg ikki hevði nakra reyv tá« Simona Midjord SAVNSMYND