Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 15 »Við vanda fyri at ljóða buddistiskt má eg kortini siga, at vit skulu royna at liva í nú’inum, góðtaka tað vit hava og læra at vera eydnusom« – Eg minnist satt at siga ikki, hvat eg vildi broyta. Eg minnist, eg helt eg var ov høg, men visti, at uttan hæddina hevði eg ikki slopp­ið víðari í kappingini. Eg helt kanska eisini, at bróstini vóru ov smá og rumpan ov stór. Hóast eg ikki hevði nakra reyv tá, sigur Simona og flennur, meðan hon minn­ist aftur á yngru útgávuna av sær sjálvari. Í dag er støðan ein onnur. Simona vigar munandi meir, enn hon gjørdi sum 20 ára gomul. Men tað hevur í dag als ongan týdning. – Eg má siga sum er, at eg eri nøgd við mínar formar og meg sjálva í dag. Eg eri farin frá at hugsa kritiskt um meg sjálva, til bara at góð­taka tað eg havi og vera glað fyri tað, sigur Simona Midjord. Men tað er nú ikki so løgið, at ung sum gomul fyrihalda seg til all­ar hesar óskrivaðar reglur um krops­ideali av øllum handa slag. Leita eftir dreyminum – Tað er í veruleikanum ein dreym­ ur, sum vit øll leita eftir. Tað kann snúgva seg um kropsideali, men tað kann eisini snúgva seg um alt ann­að, sigur Simona og vísur á eina uppliving hon júst aftur hev­ ur havt. Simona er í vikuni afturkomin úr Keypmannahavn við somu upp­ liv­ing, sum undanfarnar túrar til danska høvuðsstaðin. – Eg fari avstað hvørjaferð við hes­um dreyminum um, hvussu hugna­ligt tað verður, at ganga aftur og fram á Strøgnum, at shoppa nýggj klæðir og skógvar og so fram­vegis. Og so eftir fyrstu tímar­nar í dreyminum finnir man útav, at tað í veruleikanum ikki er so hugna­ligt at blíva við at ganga har, tí tú fært bløðrur á føturnar, tú fært ikki gingið í hasum lekru skón­um tú júst hevur keypt, og so fram­vegis. Eg veit hatta, men kortini fari eg altíð avstað við somu ímynd av, hvussu tað fer at vera. Tað er iva­leyst tí, at vit øll jakstra ein dreym, eina ímynd av, hvussu vit ynskja veruleikan, sigur Simona Midjord. Og við hesum døminum kunnu vit aftur gera eina roynd at skilja ungu fólkini, sum eru ónøgd við seg sjálvan, hóast umheimurin ikki sær orsøkina. – Vit síggja øll somul hesar vøkru myndirnar av kvinnum og monn­um, og vit vita, at tær allar eru tilgjørdar og at eingin í veru­ leik­anum kann liva upp til hatta idealið, sigur Simona Midjord. Vit síggja veruligu myndirnar av heimsins vakrastu modellum og hugsa, at tær eru kanska líka sum vit onnur. – Men aftaná eina løtu gloyma vit tað aftur, og fara aftur at halda, at soleiðis síggja tær vakrastu kvinn­urnar út, sigur Simona Midjord. Tað hvørvur við árunum At vera ótolandi sjálvkritiskur er ein eginleiki, sum kanska bert hoyr­ir ungdóminum til. Simona Midjord er í øllum førum sannførd um, at við árunum er hon vorðin meira og meira nøgd. – Eg haldi ungdómar eru so­ leiðis samansett, at tey síggja seg sjálv­an púra øðrvísi enn onnur. Við árunum byrjar man at síggja seg sjálvan bara fyri tann man er, sigur Simona Midjord. Í dag er Simona kortini tilvitað um sín kropp og sína útsjónd. Men tað er meira orsaka av heilsu áðum. – Eg leggi púrt einki í, hvørjar støddir eg brúki. Men eg leggi í, at eg livi sunt, og harvið eti góðan mat og venji javnan. Tað er tí, at eg havi meira orku, tá ið eg venji regluliga. Og verið meira orku verður tú glað­ari – eisini fyri teg sjálva, sigur Simona Midjord. Hugsa um børnini Spurd um, um hon hevur nøkur ráð ella vælmeinandi orð, sum kunnu eggja ungum til bert at góðtaka sín kropp sum hann er, vísur Simona á, at tað verður óalmindeliga torført. – Hvat kanst tú siga við ein tann­ áring, sum ger hann klókari, uttan at hann sjálvur hevur upplivað tað. Tað trúgvi eg ikki ber til, sigur Simona Midjord. Tí sigur tú við tey ungu, at tey skulu hvíla í sær sjálvum, so hyggja tey runt í samfelagnum og síggja, at tað er piss og pappír. – Vit síggja samfelgið og tey órímiligu krøv, sum eru til okkum øll. Tey ungu liva í einari boblu av skíggjum. Fartelefonir, teldlar, selfie­myndir og hvat veit eg. Og tey vita, at tey mugu uppdatera sínar profilar javnan, fyri at vera verandi áhuga­verd. Tað er eitt egotrip, sum vit illa kunnu argumentera okkum burturúr, sigur Simona Midjord. Tí man besta loysnin vera, at lata tey ungu uppliva sjálvi, at nøgd­semi í veruleikanum bert finst inni í tínum egna høvdi. – Við vanda fyri at ljóða buddist­ iskt má eg kortini siga, at vit skulu royna at liva í nú’inum, góðtaka tað vit hava og læra at vera eydnusom við tí vit hava. Hetta við, at grasið altíð er grønari hinumegin, er júst tað, sum skaðar. Tú skalt røkja tín egna urtagarð, og læra at finna nøgd­semi í tí tú hevur, sigur Simona Midjord. Men eitt sera umráðandi kunnu vit vaksnu tó gera. – Hugsa um, hvussu tú umtalar teg sjálva frammanfyri børnum. Lat vera við at hava ein negativan tóna, og sig takk, tá ið børnini siga, at tú ert fín ella líknandi. Vit forma tey ungu við okkara orð­ um, gerðum og hugsanum, sigur Simona Midjord. BARBARA@SOSIALURIN.FO – Tað er í veruleikanum ein dreymur, sum vit øll leita eftir, sigur Simona Midjord PRIVATMYND