Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 16 TEMA Kropsideal ÓVANLIGT AT TEY ERU VANLIG Hans Olsen, sølumaður HALLUR AV RANA T ey sóust fyrstu ferð á net­inum tíðliga í hesi vik­uni. Sjey vanlig fólk, ið vísti fram klæðir fyri klædna­handilin Hon+Hann. Sjey fólk, ið ganga millum okkum dag­ liga. Sjey fólk, ið eta og flyta seg eins nógv ella lítið sum tann vanligi før­oy­ingurin. Tað, sum er heilt óvanligt við lýsingini, og hevur vakt ans, er at her er ikki talan um nakra super­ modell, ið livir einans av luft og íðkar yoga fleiri tímar um dagin, men um persónar, ið øll kunnu saman­líkna seg við. Persónar, ið kanska viga eitt sindur ov nógv ella ikki hava júst tann rætta formin. Tað óvanliga er, at tey eru vanlig. Eitt tilætlað val Hans Olsen er sølumaður í Hon+Hann, og upplýsir hann fyri Viku­skiftis- Sosialinum, at talan ikki er um tilvild, at handilin hevur tikið stig til at lýsa við persónum, ið ikki heilt passa inn í idealtypuna. – Hetta er eitt tilvitað val. Vit ynsktu at fáa ein boðskap út, um at óansæð vekt, form, aldur og annað, so kann man altíð finna okkurt, ið er rætt til sín sjálvan. Tað handlar um at strála við innara sjálvvirði. Um man ger tað, so er lætt at keypa klæðir, ið ein følir seg væl í, sigur Hans Olsen. Hans Olsen hevur starvast inn­an klædnaídnaðin í Føroyum og Dan­mark síðani 2000, og hevur tískil drúgvar royndir innan økið. Sam­bært honum, so eru tað serliga ung fólk, ið royna at keypa røttu klæð­ini, so tey passa inn í teir røttu bólkar­nar. – Tað eru serliga tey, ið ikki eru serliga búgvin, sum hava eina tráan eftir at líkjast øðrum og strála eins og tey. So fyri at líkjast teimum og gerast partur av rætta bólkinum, so royna tey at keypa tey røttu klæð­ini og fylgja rák­inum. At lýsingin hevur rakt okkurt serligt í fólkasálini sæst aftur í hvussu fólk hava tik­ið móti lýsing­ini. – Tað er heilt óvan­liga nógv fólk, ið eru glað fyri hana. Hon hev­ur fingið eina rúgvu av likes, og fólk eru sum heild sera jalig um lýs­ing­ ina. Nógv siga, at tað er eitt gott hugskot at brúka fólkini, ið vit hava í Føroyum, og at tað eru fólk, ið hava ymisk­ar støddir. Tað er jú ein­ans nøkur heilt fá, ið eru øgiliga kløn í dag, sigur Hans Olsen. Eitt trýst frá øðrum Spurdur, um hann merkir tað í sínum dagliga yrki, at ung verða út­sett fyri einum trýsti frá miðl­um, vin­fólkum og øðrum, sigur handils­ mað­urin, at tað er tað eingin ivi um. – Tað er eitt trýst á teimum ungu, og tað kemur frá miðlum og tí, ið tey eygleiða úti í heimi. Tey síggja og skilja týdningin av at vera í teim­um røttu klæð­unum. Tað, sum kanska er broytt nú, saman­borið við nøkr­um árum síð­ani, er at tað ikki longu er so nógv Diesel, Adidas, Vans og aðr­ ar merkis­vør­ur, ið tey ungu keypa. – Nú gongur rákið nógv meira út uppá, at tey ungu mugu gera sín egna stíl, ið hevur ein boð­skap. Tað skal ganga greitt fram hvat tað er, ið tey ynskja at siga, og so skal man helst vera við upp á tað nýggjasta nýggja, sigur Hans Olsen. Youtube­ættarliðið Tey sekstan árini, ið Hans Olsen hev­ur ar­beitt í handli, metir hann ikki, at sjálvt trýstið á tey ungu er vaks­ið nak­að serliga. Tað hevur altíð verið har, men vaks kanska eitt sindur í níti­ár­unum. – Tað byrjaði kanska eitt sindur við MTV, tá man á fyrsta sinni hevði dagliga atgongd til rásina, og sá tón­leik­arar úti úr heimi og teirra sjón­banda­løg. Síð­ani kom al­netið, og lat uppaftur meira upp fyri um­heim­inum, og tað trýstið, ið kem­ur haðani. Seinni árini er keldan til íblást­ ur og trýst frá ungum tó kom­in frá einum øðrum staði enn tær gomlu tónleika­rásir­nar. Fleiri ung, ið hava áhugað fyri móta, leita sær nevn­ iliga á Youtube at finna íblástur. – Eg plagi at kalla tey fyri Youtube­ættar­liðið. Tað eru nógv ung, ið leita sær inn á Youtube og fylgja har per­sónum, ið geva ráð um móta, og siga hvat er tað nýggj­asta nýggja, sigur Hans Olsen. »Tað eru serliga tey, ið ikki eru serliga búgvin, sum hava eina tráan eftir at líkjast øðrum og strála eins og tey« Hans Olsen Bergtóra Høgnadóttir, fyrrverandi tingkvinna fyri Tjóðveldi og Sofus Hansen, betri kendur sum Hallelujah Sofus HALLUR@SOSIALURIN.FO MYNDIR: HON+HANN MYNDIR: HON+HANN Hans Olsen, sølumaður í klædnahandlinum Hon+Hann í Havn – Hetta er eitt tilvitað val. Vit ynsktu at fáa ein boðskap út, um at óansæð vekt, form, aldur og annað, so kann man altíð finna okkurt, ið er rætt til sín sjálvan. Tað sigur Hans Olsen, sølumaður í klædna­ handlinum Hon+Hann, ið fyrr í vikuni kunngjørdi eina lýsing við sjey vanligum føroyingum MYND: ÁLVUR HARALDSEN