hósdagur 26. mai 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
17
KVINNUR LEGGJA
PERMANENT MAKE-UP
Menn taka hár...
HALLUR AV RANA
T
á undirritaði eitt kvøldi
herfyri skrivaði laser
treatment á Google
komu fýra uppskot fram
til næsta orð. Akni, hártøka, heila
svullur og strekkmerkir.
Flestu duga væl at síggja, at
heilasvullur er orðið, ið skilur seg
frá hinum, og fram til fyri nøkrum
fáum døgum síðani, so er tað orðið,
ið undirritaði vildi nevnt, um
onkur bað meg nevna viðgerð við
lasara.
Men tað er ikki uttan orsøk, at
hini trý uppskotini komu fram á
skíggjan. Vakurleika- og vælveru
røkt er nevniliga ein vaksandi
vinna um allan heim, har møgu
leikarnir fyri at rætta upp á tað, ið
vit menniskju ikki dáma við okkum
sjálvum, eru alsamt vaksandi.
Vaksandi eftirspurningur
Ein av fremstu fyritøkunum innan
slíka røkt í Føroyum er Ergo Væl
vera, ið heldur til í Havn. Beinta
Lassen er stjóri í fyritøkuni, og
upplýsir hon fyri Vikuskiftis-
Sosialinum, at tað er ein alsamt
vaksandi eftirspurningur eftir
teimum viðgerðum, ið hennara
fyritøka hevur at bjóða.
– Okkara kundar eru fólk frá
13-14 ára aldrinum, ið brúka sín
ar konfirmatiónspengar upp á at
spræna seg brún, 15 til 17 ára gamlar
gentur, ið fáa hjálp við akni-trupul
leikum, og allan vegin upp til fólk
í nítiárunum, ið ynskja at fáa lagt
permanent make-up. Hesin áhugin
fyri hvussu vit síggja út, hann
byrjar í heilt ungum árum, og fylgir
okkum gjøgnum lívið, sigur Beinta
Lassen.
Meginpartin av kundunum hjá
fyritøkuni er tó millum 25 til 75 ára
gomul, upplýsir stjórin.
Foreldrini taka stigið
Tað er ein mangan nevndur vandi,
at útlendskir miðlar, vinfólk og
onnur kunnu mála ein idealmynd
av kroppinum, ið ger at ung ikki
eru nøgd við seg sjálvi, men halda
at tey noyðast at líkjast tí, ið tey
síggja aðrastaðni. Í Ergo Vælvera
kemur tað eisini fyri, at tey venda
fólk í hurðini.
– Sum oftast hjálpa vit fólki.
Tað eru veruliga nógv fólk, ið
hava ymiskt at dragast við, ið ger
at teirra lívsgóðska og sjálvsálit
verður verri. Tá hava vit mangan
upplivað, at viðgerðir hjálpa, sigur
Beinta Lassen, men leggur afturat.
– Men tað eru eisini gentur, ið
koma til okkara, har vit eru noydd
at siga, at tað er einki galið við teim
um. Tær síggja gott út. Tað kann
vera, at tey hava fingið strekk
merkir og vilja ikki svimja við
klassanum, men tá vit so hyggja
at tí, so hevur tað einki uppá seg.
Øll hava jú okkurt.
At ung kunnu føla eitt ávíst
trýst frá vinum ella útlendskum
miðlum er ikki so óvanligt, men
Beinta Lassen upplýsir, at tað av og
á eru foreldrini sjálvi, ið koma við
børnunum, tí tey meta, at viðgerð
er neyðug.
Menn eins væl og kvinnur
Tað er lætt at halda, at tað serliga
eru kvinnur, ið hava hug til at fara
í holt við ymiskar viðgerðir, ið eru
ætlaðar at gera tær vakrari og
fáa tær at síggja yngri út. Beinta
Lassen upplýsir tó, at tað eru eisini
nógv mannfólk, ið eru kundar hjá
Ergo Vælveru.
– Tær viðgerðir, ið eru vanligast
millum menn er lasarviðgerð móti
óynsktum hárvøkstri. Tað eru
nógvir menn, ið ikki eru glaðir
fyri, at hár veksur á rygginum ella
økslunum, sigur Beinta Lassen,
men nevnir eisini aðrar viðgerðir,
ið menn fáa framdar.
– Nógvir halda eisini at teir
hava ov stór bróst, og velja tí at
fáa tey minka við frysting. So er
tað sjálvandi akni, ið eisini menn
plágast av.
Hjá kvinnum er tað ein onnur
viðgerð, ið liggur á ovast á listanum,
og er tað ein viðgerð, ið kvinnur í
øllum aldrum keypa.
– Nógvar kvinnur koma her og
gera sær permanentar eygnabrýr,
tí tær ynskja, at tær skulu vera
natúrligar og penar. Tað er í øllum
aldrum, frá 25 til 95 ára gamlar
kvinnur.
Ræðast svimjihylin
Tað at fólk leggja nakað í útsjónd
ina er ikki nakað, ið Beinta Lassen
heldur vera óvanligt. Tað er bara
ymiskt hvussu høgt fólk ganga
upp í tað, og hvussu nógv tey
gera við tað. Hóast onkur kanska
ikki er kundi hjá Ergo vælveru, so
ganga tey kanska í staðin høgt upp
í klæðir ella líknandi, vísir Beinta
Lassen á.
Hjá teimum leggja tey tó merki
til, at tað serliga er um summarið,
tá fólk ikki eru eins væl ílatin, at
fólk fáa hug at fáa ymiska viðgerð.
– Vit eru øll har. Veðrið er gott
og vit ætla okkum í svimjihylin ella
á strondina, og tá er tað kanska
onkur ting við okkum, ið vit ikki
eru so glað fyri. Tað er slíkt, ið vit
viðgera, sigur Beinta Lassen at
enda.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
– Vit eru øll har. Veðrið er gott og vit ætla okkum í svimjihylin ella á strondina,
og tá er tað kanska onkur ting við okkum, ið vit ikki eru so glað fyri. Tað
er slíkt, ið vit viðgera, sigur Beinta Lassen, stjóri í Ergo Vælvera
Beinta Lassen,
stjóri í Ergo Vælvera
MYND: ÁLVUR HARALDSEN