Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 18 TEMA Kropsideal KROPSIDEALIÐ Elin Ziska, heilsufrøðingur HALLUR AV RANA Á eini skrivstovu á Skúla­num á Fløtum, situr heilsufrøðingur Elin Ziska. Seinastu nógv­ur árini hevur hon arbeitt á Venjingar­skúlanum, har hon veg­ leið­ir børn, ung og foreldur um trivna og heilsu, umframt at gera reglu­ligar heilsukanningar av skúla­næm­ingum. Eina ferð um árið skulu allir næmingarnir í skúlanum møta til heilsukanning, har tey mill­um ann­að verða vigaði og hædd­in verð­ur máld. Eisini tosar heilsu­ frøð­ingurin við børnini um evnir, ið eru viðkomandi fyri heilsuna og trivn­aðin. Tað kann lýsast sum ein partur av vælferðartilboðnum frá tí al­menna til borgaran, at fakfólk halda eyga við okkara heilsu frá ung­um árum av. Tað er eisini ein góð orsøk til tess, tí sambært hagtølum, so er tað ein rímiligur stórur partur av før­ oyska skúlaungdóminum, ið hev­ur trupulleikar við at halda vekt­ini á einum sunnum støði. – Í 2012 gjørdi Gigni, ið er stovn­ ur­in har heilsu­røktar­frøðingar starv­ast, eina BMI kanning av øll­um børnum í fyrsta og sjeynda flokki. Tann kanningin staðfesti, at umleið 25 prosent av øllum børn­ um í sjeynda flokki høvdu eitt ov høgt BMI, sigur Elin Ziska og legg­ ur afturat. – Børn í Føroyum viga sum heild ov nógv. Tað er týdningarmikið at man tekur hettar í álvara, tí tað er ósunt at viga ov nógv og tað hevur nógvar óhepnar avleiðingar við sær. Men tað er uppaftur meira týdn­ingar­mikið, at man hevur tað gott við sær sjálvum. At man sálar­liga hevur tað gott. Og tá tosað verð­ur um kropsideal, so er tað meira sálarligt enn nakað annað. Ung eru meira sárbær Hóast øll í samfelagnum hvønn dag mugu fyrihalda seg til filmar og filmsbrot í lýsingum, filmum, miðl­um og aðrastaðni, ið vísa kløn,vøkur og sunn fólk, ið tykjast at hava alt upp á pláss, so er tað ymiskt hvussu tað ávirkar okkum. – Hjá teimum flestu, so er tað eingin trupulleiki at síggja hes­ar myndirnar, ið leggja upp til eitt krops­ideal, ið er langt frá veru­leik­ anum, men hjá tann­ár­ing­um kann tað vera ein trupulleiki, sigur Elin Ziska, og leggur afturat. – Tannárini eru ein sárbær tíð. Tað er ein tíð, har ein mennir sín samleika, og tað ger man við mill­ um annað at spegla sær í vin­fólk­ um, modellum og øðrum fyri­mynd­ um. Tá er einki at ivast í, at alnetið er vorðin ein spegil, ið hevur fingið størri týdning. Tað lukkuliga lívið Tað føroyska samfelagið hevur, sum flest øll onnur samfeløg í vestur­heiminum, verið gjøgnum eina skjóta menning og broyting síðstu tjúgu-tretivu árini. Tað hev­ ur førkað føroyska samfelagið inn í tað, ið sosiologar vanliga kalla eitt post­modern­istisk sam­felag. Eitt sam­felag eyðkent við, at ein­ stak­ling­urin hevur nógv størri val­ møgu­leikar og er ikki eins bundin at teimum gomlu normunum, ið fyrr vóru avgerandi fyri lívsleiðina hjá nógv­um fólkum. – Vit liva í einum post­modernist­ iskum samfelag, ið gevur eitt ótal av møguleikum, har vit alla tíðina skulu velja til ella frá. Tað ávirkast vit sjálvandi av. Tað er fantastiskt, at vit hava so nógvar møguleikar at velja í. Men heilsurøktarfrøðingurin ávar­ar eisini um, at tað hevur sína myrku síðu. Í 2012 gjørdi Gigni, ið er stovnurin har heilsu­røktar­ frøðingar starvast, eina BMI kanning av øllum børnum í fyrsta og sjeynda flokki. Tann kanningin stað­ festi, at umleið 25 prosent av øllum børnum í sjeynda flokki høvdu eitt ov høgt BMI« Elin Ziska – Ein donsk kanning millum trettan ára gomul frá 2014 staðfesti, at hóast einans átta prosent av gentunum vigaðu ov nógv, so vóru tað heili 41 pro­ sent av teimum, ið kendu seg ov tjúkk. Tá er tað ein nokk so stór andsøgn millum veruleikan og tað, ið fólk sjálvi halda, sigur Elin Ziska, heilsufrøðingur – Tannárini eru ein sárbær tíð. Tað er ein tíð, har ein mennir sín samleika, og tað ger man við millum annað at spegla sær í vinfólkum, modellum og øðrum fyrimyndum. Tá er einki at ivast í, at alnetið er vorðin ein spegil, ið hevur fingið størri týdning, sigur Elin Hentze MYND: ÁLVUR HARALDSEN