Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 19 ER SÁLARLIGT – Tað er, at nýggja frælsið inni­ ber, at vit, aldrin so nógv sum nú, ikki eru bundin at siðvenjum, norm­um og familju. Tað skapar eitt slag av rótleysi, ið ger at summi børn og ung verða meira ósikkur upp á seg sjálvi enn áður. Broytandi samfelagsnormar gera, at ung í dag í stóran mun sjálvi standa við avgerðini hvussu tey skulu mynda síni lív, og tað er ikki altíð so lætt. – Tá man skal finna sín samleika, og verður bumbað við myndum frá Instagram og Facebook av vøkrum og smílandi modellum, ið tykjast at hava tað fullkomna lívið, so er tað skjótt at hugsa, at um eg líkist henni, so fái eg eisini eitt fullkomið liv og verði glað og lukkulig, sigur Elin Ziska. Andsøgnin Elin Ziska er skjót at svara, tá hon verður spurd um trýstið er størri á tað eina kynið, og vísir á, at bæði gjøgnum egnar starvsroyndir og út­lendskar kanningar, so vísir tað seg, at tað eru gentur, ið serliga hava trupulleikar við at góðtaka seg sjálvar og teirra kropp. Millum ann­að vísir hon á eina danska kann­ing. – Ein donsk kanning hjá Børne­ rådet millum trettan ára gom­ul frá 2014 staðfesti, at hóast ein­ans átta prosent av gentunum vigaðu ov nógv, so vóru tað heili 41 prosent av teimum, ið kendu seg ov tjúkkar. Tá er tað ein nokk so stór andsøgn mill­um veruleikan og tað, ið gentur­nar sjálvar halda, sigur Elin Ziska, heilsurøktarfrøðingur. Víðari vísir hon á, at tær gentur, ið kenna seg ov tjúkkar, mangan hava trivnaðartrupulleikar, ið tey dragast við, so sum, at tey føla seg einsa­møll, hava lagt sjálvsálit o.s.fr. – Tá gentur eru í eini støðu, har tær hava lágt sjálvvirði, og tað eitt nú ikki gongur væl í skúlanum, so hyggja tær inn í sær sjálvar, og spyrja, um tað ikki eru tær sjálvar, ið tað er galið við. At tað møguliga er tí at tær millum annað viga ov nógv ella ikki síggja nóg gott út, ið ger, at tær ikki hava nakran at fylgjast við. Áðrenn alt verður ov negativt steðgar heilsurøktarfrøðingurin sær sjálvari, og minnir á, at støðan ikki er so keðilig, ið hagtølini kunnu benda á. – Eg haldi, at børn og ung hava tað gott. Útlendskar kanningar vísa, at tað eru 5-15 prosent av teim­um ungu, ið hava avbjóðingar av ymisk­um slag. Tað tykist at vera tað sama í Føroyum. Tá er talan um trivn­aðar­trupulleikar sum ein­ semi, happing, lágt sjálvvirði og um­sorganar­svik. Gott sjálvvirði ger munin Millum heilsufrøðingar verður stór­ur dentur lagdur á, at um eitt barn hevur fingið eina góða upp­ aling, har tey føla seg vird og elsk­ aði, so megna tey tað betri, tá tey møta avbjóðingum seinni í lívinum. – Um man frá barnsbeini av upp­livir, at familjan sær, hoyrir og viðurkennir ein, umframt at ein hevur vissuna fyri, at man er elsk­aður fyri tað man er, og ikki fyri tað man ger, so fær man eitt betri sjálvvirði og harvið sunnari sjálvs­mynd av sær sjálvum. Tá so tíðar­skeið koma, har ivin setir inn, so klárar tey tað betri enn onnur, sigur Elin Ziska. Elin Ziska er tó gott klár yvir, at hetta við at elska onnur fyri tað tey eru, heldur enn gera, gongur beint móti tíðarrákinum, ið er øgiliga individualisera. – Fólk leggja stóran dent á úrs­ lit, og hyggja heldur eftir teimum ytru virðini enn tí, ið býr innaní okk­um. Hjá børnum og ungum verð­ur tað hvussu tey klára seg í skúlanum, í ítrótti ella hvørji klæði tey ganga í. Tað fær ein lutvísan stóran týdning, men er samstundis tað, ið ger, at vit ikki føla okkum elsk­aði ella vird sum persónar, tí tað er ikki tað, ið býr í okkum, ið fólk síggja. Foreldrini mugu taka ábyrgd Í samrøðuni við Elin Ziska fram­ gong­ur tað týðiligt, at eitt gott sjálv­virði, ið er sjálvur grund­vøll­ urin til eitt gott sjálvsálit, kann vera lykilin fyri hvussu ung síggja seg sjálvi og sítt egna likam. – Tað er týdningarmikið, at man sum foreldur gevur sær tíð til børn­ ini, vísir teimum umsorgan, og elsk­ar tey fyri tað, ið tey eru. Ikki bara fyri próvtøl ella medaljur, ið tey koma heim við, sigur Elin Ziska og heldur á. – Tað er eisini týdningarmikið, at foreldur góðtaka, at børn eisini kunnu vera kedd og ringum lag, tí tað hoyrir við til lívið. At man sum for­eldur sjálvir vísir, at man gott kann hava tað gott, hóast man ikki er fullkomin. – Harumframt má man sum for­eldur taka ábyrgd av stemning­ inum í heiminum, og at brúka tíð saman. Tað er týdningarmikið at eta saman, men ikki minst at man eis­ini ger ting saman sum familja. At vit vísa okkara børnum, at vit dáma at vera saman við teimum og gleðast saman við teimum, sigur Elin Ziska. HALLUR@SOSIALURIN.FO