hósdagur 26. mai 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
20
BIRGITH LASSEN
F
yri nøkrum árum síðan
fingu vit av álvara eyguni
upp fyri ferðavinnuni;
táverandi løgmaður setti
sær sum mál, at ferðavinnan í 2020
skuldi kasta eina heila milliard av
sær. Ferðaráðið varð umskipað til
eitt meir nútíðarhóskandi Visit
Faroe Islands, og eina løtu seinni
lanseraðu tey kampanjuna the
un-destination: Kampanjan, ið
antin fær tíni tjóðskapartár at
trilla ella fær teg at rista á høvd
inum. Ein kampanja við við
gjørdum náttúrumyndum, ið eru
tiknar úr vinklum, fægstu føroy
ingar munnu hava sæð við teirra
egnu eygum. Tað má og skal fram
haldandi vera ein loynidómur
millum okkum innføddu, at vit í
veruleikanum ikki øll renna niðan
í hagan at drekka vatn beint úr
eini keldu. Og at eingin av okkum
nakrantíð hevur etið sjógæti á
takinum á Hotel Hafnia.
Meðan vit kanska flenna eitt
sindur eftir lýsingartilfarinum
hjá Visit Faroe Islands, mugu vit
ásanna, at kampanjan riggar.
Umsetningurin í ferðavinnuni
er øktur við 43%. 290% fleiri lesa
um Føroyar á netinum. Og seinastu
fáu árini er talið av tíðindafólkum,
ið hava vitjað Føroyar, vaksið úr 50
til 228 tíðindafólk árliga.
»The next great Scandinavian
destination«, skrivar The New York
Times. »Best dream tips for 2015«,
skrivar TripAdvisor. »Destinations
that are so magical, they hardly
seem real« skrivar BBC.
Men eru vit sum fólk og náttúra
til reiðar at taka móti ferðafólka
streyminum?
Eitt nýtt slag av ferðafólki
Ferðavinnan er lutfalssliga nýggj
og lítil í Føroyum. Hon liggur á
einum fjóðraplássi á listanum
yvir størstu vinnum í Føroyum,
og tað ganga heilt sikkurt nógv
ár, áðrenn hon bara nærkast
toppskoraranum, fiskavinnuni.
Men framgongdin í ferðavinnuni
er eyðsæð fyri øll. Litríku Helly
Hansen jakkarnir á gøtuni gerast
fleiri ár fyri ár. Og í seinastuni hava
fleiri varnast eitt nýtt slag av ferða
fólki.
– Vit hava fingið eitt nýtt slag
av ferðafólki. Nú eru tað ikki bara
evropeiskir pensjónistar, ið vitja
Føroyar. Vit síggja nevniliga fleiri
og fleiri kul ung fólk, ið koma til
Føroya, sigur Theresa Kreutzmann,
sum dagliga er í eygnahædd við
ferðafólkini í sínum starvi sum
leiðari á Visit Tórshavn.
Theresa Kreutzmann bjóðar
vælkomin inn í sína skrivstovu í
Visit Tórshavn. Ein brotin sukur
skál á gólvinum er tað fyrsta, títt
eyga møtir, tá tú henda týsdagin
traðkar inn um á skrivstovuna hjá
henni.
– Orsaka, at eg ikki havi ruddað.
Og fyri tað ikki skal vera lygn,
hevur handa sukurskálin ligið
har síðan í gjár, sigur ein hektisk
Theresa Kreutzmann.
Sum leiðari á eini ferðaskriv
stovu, ið hevur opið á heilidøgum
og altíð skal vera opin, tá Norrøna
kemur á kei, hevur Theresa
Kreutzmann nógv at gera. Økta
talið er av álvara byrjað at merkjast
millum tey, ið starvast í vinnuni.
Og tað byrjar spakuliga at skapa
eitt trýst.
– Vit hava drønandi tralvt árið
runt. Vit náa ikki at fylgja við
menningini. Bara hjá okkum hava
vit tørv á eini trimum fólkum
afturat, og meir yvirskipað hevur
ferðavinnan tørv á at menna fleiri
tilboð til tey, ið koma til Føroyar,
sigur Theresa Kreutzmann. At eitt
nýtt slag av ferðafólki byrjar at
vísa áhuga fyri Føroyum er spenn
andi, heldur hon. Men hon ásannar
eisini, at ferðavinnan ikki hevur
FERÐAVINNA
NÝGGJU FERÐA-
FÓLKINI ERU
UNG OG HIPP
Ferðavinnan vaksur og vaksur
Vit hava fingið
eitt nýtt slag
av ferðafólki.
Nú eru tað ikki
bara evropeiskir
pensjónistar, ið
vitja Føroyar«
Theresa Kreutzmann
Ferðavinnan stendur í fagrasta blóma.
Men er tað gott ella ringt fyri okkara land?
Vikuskiftis Sosialurin tekur pulsin á ferða
vinnuni og hyggur við einum kritiskum
eyga eftir framgongdini í hesi vinnuni