Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 21 verið nóg góð at lofta teimum nýggju ferðafólkunum. – Nú eru tað ikki bara pen­sjón­ ist­ar, ið vilja koyra busstúr. Nú eru tað ung fólk, ið vilja upp á Slættara­ tind og út á sjógvin, sigur hon. Og tey tilboðini kundu vit haft fleiri av. – Fólk koma inn her og siga, at tey vilja alt møguligt. Men vit hava ikki altíð nokk at bjóða, sigur Theresa Kreutzmann. Vinnumálaráðið hevur sett niður ein arbeiðsbólk at menna Føroyar sum ferðamannaland, so­ leiðis at ferðafólkini fáa tað, tey koma eftir. Tað, tey hava sæð í lýs­ ing­unum. Saknar áhuga frá politiskari síðu – Um man vil gera ferðavinnuna til eitt berandi element av okkara búskapi, má man sjálvandi raðfesta ferðavinnuna, sigur Theresa Kreutzmann. Frá henni ljóðar kritikkur av okkara politikkarum. – Hóast nýggja samgongan raðfestir ferðavinnuna í størri mun, eru vit enn ónøgd við summi ting. Tá man til dømis broytir eina grinda­lóg fyri at verja okkum móti Sea Shepard, so má man eisini hugsa um, at henda lóggávan kann raka ferðafólk, sigur hon og sipar til tá login, ið varð broytt soleiðis, at man kundi revsa tey, ið ikki boð­ aðu frá, tá tey sóu eina grind. Úrslitið av at man ikki tók hædd fyri ferðafólkum, tá man broytti lóg­gávuna, førdi við sær, at talið av ferða­mannaskipum fall úr 70 til 39. – Tað var ein katastrofa fyri ferða­vinnuna, sigur Theresa Kreutzmann, sum ivast í, um tey nakran­tíð fara at kunna lokka ferða­manna­skipini aftur til Føroya. Tann knústa sukurskálin liggur enn á gólvinum hjá Visit Tórshavn, og Theresa Kreutzmann hevur saman við restini av toyminum enn úr at gera, tí ferðavinnan vaksur og vaksur. Svarið uppá hvørt fólkið og náttúran er til reiðar at lofta hesi av­bjóðing, leita vit víðari eftir á næstu síðu. BIRGITH@SOSIALURIN.FO Sosialir miðlar broyta ferðavinnuna At eitt nýtt og yngri slag av ferðafólki byrjar at síggjast aftur í ferðavinnuni er ikki av til­vild. Heilt tilvitað hevur Visit Faroe Islands nevniliga lagt seg eftir at tosa til ung ferð­andi. Ein týdningarmikil partur av at røkka málinum er sjálvsagt at vera har, ið tey ungu eru: Á sosialu miðlunum BIRGITH LASSEN V isit Faroe Islands hev­ur dugað betur, enn nøkur onnur før­oysk fyritøka at marknaðar­ført seg á sosialum miðlum. Síðan tey fóru í holt við at marknaðarføra Føroyar á sosial­um miðlum, er áhugin fyri Føroyum á netinum vaksin við 290%. – Vit hava arbeitt ordiliga mið­víst eftir tí, vit vilja hava. Vit vilja røkka ungum ferðafólki, og tað hava vit megnað, sigur Guðrið Højgaard, leiðari í Visit Faroe Island. Seinastu fýra ár­ini hevur hon verið primus motor í Visit Faroe Islands og har­við í før­oysk­ari ferðavinnu yvir­ høvur. Á Facebook hevur Visit Faroe Islands yvir 100 túsund fylgjarar og yvir 70 túsund fylgjarar á Instagram. Við teimum tølunum er Visit Faroe Islands nógv tann størsti føroyski vangin á sosialu miðlunum. Og hvat merkir tað at hava viðvind í tí talgilda heim­inum? – Tað merkir, at vit hvønn ein­asta dag fáa fleiri umbønir frá fólki, ið ynskja at samstarva við okkum á ein ella annan hátt. Og fleiri ferðir hava vit upplivað, at heimskendir bloggarar við millión­um av fylgjarum koma til Føroya at taka myndir og ann­ars miðla Føroyar út til sínar fylgj­arar, svarar Guðrið Højgaard. Skapar ringar í vatnið Tá ein kendur bloggari tekur mynd í Føroyum og deilir hana á sínum vanga, kann móttakara­ fjøldin vera sera stór. Tí hevur Visit Faroe Islands tikið sær væl av teimum kendu bloggarum, ið ynskja at sleppa til Føroya. Harvið hava tey rokkið út til eina sera stóra fjøld. Og tað er allar­helst henda fjøldin, ið nú sæst á gøtunum í Føroyum. – Hetta eru kul og ung fólk umleið 30+, ið koma til Føroya at uppliva okkara náttúru og ment­an, sigur Guðrið Højgaard. Fólk, ið brúka Instagram, leita støðugt eftir tilfari at deila við sínar fylgjarar. Og vøkru um­støður­nar í Føroyum geva høvi at taka ótalligar myndir vang­an. At hesin málbólkurin hev­ur lyndi til at dokumentera og deila alt, tað skapar ringar í vatnið. – Hvørja ferð onkur frámerkir eina mynd av Føroyum á Face­ book ella Instagram, náa vit út til fleiri og fleiri fólk, greiður Guðrið Højgaard frá og leggur afturat, at hon gleðist um fram­ gongd­ina í ferðavinnuni. Og hóast tey leggja stóran dent á at breiðka málbólkin, hava tey framvegis fatur í teim­um eldru ferðafólkunum, ið velja Føroyar sum ferðamál. Guðrið Højgaard, leiðari í Visit Faroe Island MYND: ÁLVUR HARALDSEN