hósdagur 26. mai 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
22
FERÐAVINNA
FERÐAVINNAN KANN SKAPA STÓRAR
TRUPULLEIKAR FYRI NÁTTÚRUNA
Meðan starvsfólk í ferðavinnuni frøðast um framgondina, óttast náttúruentusiastar,
at ein vaksandi ferðavinna fer at styggja fuglalív burtur og slíta hagan niður
BIRGITH LASSEN
N
áttúran er óivað okkara
týdningarmesta vøru
merki, tá vit skulu
selja okkum til útheim
in. Men vit skulu ansa eftir við at
lokka ov nógv ferðafólk til Føroya,
tí okkara náttúra er sera lítil og við
kvom. Hetta siga náttúruentus
iastar og -serfrøðingar.
– Vestmannabjørgini eru
destruerað. Her hava ferðamanna
bátar í ein mansaldur silgt forvitin
ferðafólk runt, og avleiðingin er, at
fuglarnir eru stygdir burtur, sigur
Kári Thomsen, sum er fyrrverandi
formaður í Føroya Náttúru- og
Umhvørvisfelag.
Hann óttast, at sama ræðu
myndin fer at útspæla seg á øðrum
attraktivum økjum.
– Til dømis sigla skjóttgang
andi bátar ferðafólk út í Sumbiar
bjørgini. Teir fresa runt tætt undir
landi, og við tíðini fer alt fuglalívið
at rýma har frá eisini, sigur hann.
Vit mangla avmarkingar og
skerjingar. Ferðafólk skulu ikki
ganga frítt í náttúruni, men held
ur skulu serligar rásir gerast til
ferðafólk. Á tann hátt kann man
lættari stýra ávirkanini av ferða
vinnuni, tí man kann halda eyga
við tey støðini, har ferðafólkini
ferðast. Tað vóru náttúruentusi
astar og serfrøðingar samd um, tá
útvarpssendingin Grøna Valið um
røddi vandarnar við ferðavinnuni.
Stjala fuglaegg,
tinnur og steinamos
Í sendingini nevndu tey millum
annað, at tey kenna fleiri dømir um,
at ferðafólk hava tikið kilovís av
tinnum og steinamos, fuglaegg og
onnur serlig náttúrufyribrigdi við
sær heim úr Føroyum. Inntil víðari
hevur tað ikki sett sjónlig spor, at
ferðafólk ólógligani hava stolið
tinnur, steinamos og fuglaegg, men
hvørjar kunnu avleiðingarnar vera,
um ferðafólkatalið heldur fram at
vaksa og fleiri fara at taka ein part
av náttúruna við sær heim?
– Náttúran hjá okkum verður
niðurslitin. Tað fara vit at síggja
bæði í haganum, sum fer at vera
niðurtrýstir og oyðilagdur. Men
eisini fara vit at mangla fuglalív,
svarar Kári Thomsen.
Hann sigur, at myndugleikar og
politikkarar skulu vakna nú. Ein
verulig náttúruverndarlóg skal
gerast og onkur skal setast til at
umsita økið.
– Tað er ringt at gera nakað í
Føroyum í dag, tí eingin er settur
at umsita hetta økið, leggur hann
afturat.
Ferðavinnan tekur
hædd fyri náttúruni
Hjá Visit Tórshavn er man ikki
ósamdur í ábreiðslunum.
– Vit hugsa nógv um náttúruna,
og vit ynskja eisini at koma í ein
dialog við náttúruentusiastar,
sigur Theresa Kreutzmann, leiðari
hjá Visit Tórshavn.
Líka sum Kári Thomsen ynskir
hon eisini greiðar avmarkingar í
náttúruni. Hon hevur eitt ítøkiligt
hugskot til, hvussu vit kunnu av
marka ávirkanina av ferðavinnuni.
– Um vit gera ræsir, kunnu vit
stýra, hvar ferðafólkini ganga. Um
vit harafturat taka pengar fyri at
ferðafólk ferðast í okkara náttúru,
hava vit betri møguleika fyri at
seta mark á, hvussu nógv fólk
sleppa at ferðast í okkara náttúru,
sigur Theresa Kreutzmann.
– Íslandi hevur longu ávarað
okkum. Tey siga, at tey eru komin
í lort til hálsin, tí tey ikki tóku atlit
til náttúruna, tá ferðavinnan byrj
aði at vaksa, fortelur hon og leggur
afturat, at øll í føroysku ferða
vinnuni eru góð við náttúruna og
framhaldandi fara at taka avgerðir,
sum tryggja, at vit framvegis hava
eina reina og órørda náttúru um
10 ár.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
Dømi upp á vandalismu í Ìslendsku
náttúruni. Hetta er gjørt av ferðafólki
Ein bólkur av íslendingum var rasandi illur,
tá eitt útlendskt listafólk brúkti Geysir sum
»listaverk« við at koyra reyða fruktfarvu í. Vit
eiga ikki, at blanda okkum so nógv uppí, siga tey
Ferðafólk byggja varðar. Ìslendarar mæla nú ferða
fólkum til at sparka falskar varðar niður, heldur
enn at byggja nýggjar, tí tað oyðileggur hagan
Mosin í Ìslandi er heilt serligur, og tað halda ferða
fólk eisini. Tí hava tey pilkað mosan upp og tikið
hann við heim. Tíverri tekur tað umleið hundrað
ár, áðrenn náttúran hevur gjørt nýggjan mosa
Off-road koyring er nú bannað í Ìslandi, eftir at
fleiri støð eru oyðiløgd av stórum bildekkum
Ìsland hevur ikki nóg nógv tjaldingarpláss, og tí sova
ferðafólk á tilvildarligum støðum. Tað merkir eisini,
at tey fara á ves í náttúruni og blaka skrell frá sær,
tí ongar skrellispannir eru. Kári Thomsen mælir til,
at vit gera tjaldingarpláss til ferðafólk í Føroyum
MYNDIR: GUIDETOICELAND.COM