hósdagur 26. mai 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
23
Jógvan Arge,
varaborgarstjóri
Tað er av sonnum ein stórur
dagur, nú fjórða brúgvin um
Sandá í morgin verður latin upp
fyri almennari ferðslu. Brýrnar
millum Argir og Havnina hava
allar dagar havt stóran týdning.
Fyrst og fremst fyri argjafólk og
grannar teirra vestanfyri, men
eisini fyri havnarfólk, sum hava
havt ørindir á Argjum.
Brýrnar umboða menningina
á Argjum. Niðursetumaðurin
Andrass Mortansson setti sær fyri
at gera brúgv um Sandá stutt eftir,
at hann og hansara húski í 1829
høvdu sett seg niður í húsunum
eftir spitalska hospitalið úti í
Støðni.
Gangast kundi um Sandá eftir
løgarsteinum niðri við fossin í
Sandágerði, men hetta var eitt
svikaligt samband. Hjá Andrassi
ráddi um altíð at sleppa um ánna,
tí hann skuldi arbeiða víðahvar.
Hann helt tað vera ov trupult at
verða skjútsaður til Havnar, tá
ikki var farandi um ánna.
Hann spurdi tí amtmannin
Ferdinand Tillisch um stuðul til
at gera brúgv um ánna, men hann
svaraði tvørt nei. Tí fór Andrass
undir brúnna fyri egna rokning
so tíðliga sum í 1831.
Fyrstur um brúnna
Fyrsta brúgvin varð løgd har, sum
áin klovnaði um hólmarnar, tí har
hevði hon minstu megina. Við
stórum gróti laðaði Andrass
upp undir báðar áarbakkarnar
og nakað út í ánna. Miðstabbin
varð laðaður á hólmarnar báðar,
og træbrúgv við rekkverki løgd
millum stabbarnar.
So mikið sterk var brúgvin,
og so væl var arbeiðið frágingið,
at vit framvegis í dag kunna
skoða verkið hjá Andrassi. Tað
tók Andrassi fýra ár at gera hesa
brúgv. Tá hon var liðug í 1835, helt
amtmaðurin fyri, at nú kundi
Andrass taka bummpengar frá
øllum teimum, sum um brúnna
fóru.
»Nei«, svaraði Andrass, »øll
skula sleppa eftir brúnni uttan
at gjalda mær nakað, men
amtmaðurin skal vera tann fyrsti
at ganga eftir henni. Tann straff
skal hann líða afturfyri, at hann
vildi ikki lata mær styrk. Gerið so
væl, harri amtmaður!«
Áðrenn hann legði á brúnna,
lat amtmaðurin Andrassi 10
ríkisdálar. Í ein stein sunnast
í brúnni hevði Andrass høgt
búmerki sítt AM Arge 1835. Eitt
stórt tak var tikið, kanska tað
størsta fyri at gera tað liviligt
á Argjum. Brúgvin var nú tann
trygga farleiðin millum Argir og
Havnina í næstan 100 ár.
Stóran týdning fyri Argir
Jákup í Mattalág og aðrir laðaðu
aðru brúnna millum Argir og
Havnina seinast í 1920unum. Hon
varð sett eitt sindur niðari enn
fyrsta brúgvin, og tá tann triðja
brúgvin varð stoypt seinast í
1960unum, var hon staðsett um
somu leið. Hon fer framvegis
at verða brúkt, men sleppur nú
undan at leggja rygg til alt trýstið.
Argjabrýrnar hava havt stóran
týdning fyri argjafólk. Tað hava
tey eisin i virt við at varðveita
týðandi partar av teimum avløgdu
brúnum. Hendan fjórða brúgvin,
sum er nógv tann størsta – og
dýrasta - fer at gera góðan mun, nú
fleiri túsund fólk búgva á Argjum.
Hesa brúnna hevur Tórshavnar
kommuna bygt fyri skattakrónur
frá sínum borgarum.
Tað hevur verið ein long
tilgongd at fáa brúnna frá hondini.
Fyrstu tekningarnar, eg sá, lógu á
býráðsborði fyrst í 2000-árunum.
Vit tóku eisini avgerð um, hvørja
brúgv, vit tá vildu gera, men so fór
verkætlanin til góðkenningar, og
tá kom sperðil í.
Síðani hava mangar forðingar
og útsetingar verið á leiðini. Nú
er tann fjórða brúgvin um Sandá
loksins liðug til mikla gleði fyri tey,
sum skula brúka hana í framtíðini.
FJÓRÐA ARGJABRÚGVIN UM SANDÁ
Eitt kuriosum: Fyrsta kongiliga vitjan á Argjum í 2005.
Jógvan Arge, varaborgarstjóri, fylgir Fríðriki, krúnprinsi, og Mary
prinsessu, yvir um Sandá eftir elstu Argjabrúnni
Leygardagin klokkan 16 verður hátíðarhald við nýggju brúnna um Sandá, sum tá verður tikin í nýtslu
VIÐMERKING