hósdagur 26. mai 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
24
SAMFELAG
POLITISK KORREKT
Kann man siga nekari um ein myrkan persón? Kann ein pápi sita við
barninum á føvninginum, tá tey bæði eru nakin? Kann ein borgar
stjóri roykja á einari reklamumynd? Kann man kritisera kvinnu
ligar politikarar, tá ið umræður javnstøðuviðurskifti? Kann man
siga nei til flóttar av tí orsøk, at vit snøgt sagt ikki tíma stríðið?
Meðan vit sjáldan síggja eldhuga kjak
um eitt nú fíggjarkarmar, umhvørvis
politikk, um standin hjá føroyskum
rossum og so framvegis, so eru onnur
evni – summi vildu sagt av minni
týdningi – sum elva til mikið rumbul
Myndin er tikin í USA av mynda
kvinnuni Heather Witten. Myndin
er av manni hennara og soninum,
sum her hevur salmonellaeitran,
hevur tunnan maga, spýr illa og
hevur fepur. Stutt eftir, at myndin
varð tikin, varð sonurin sendur
á sjúkrahúsið. Myndakvinnan
greiðir frá, at hon helt myndina
og løtuna vera vakra, tí pápin her
lat seg og sonin úr klæðunum, setti
seg undir brúsuna við honum, fyri
at fáa fepurin at falla.
Myndin varð løgd á Facebook,
og síðani tikin av aftur, tí hon
varð meldað av fólki, sum hildu
hana vera óhóskandi. Síðani hevur
Facebook orsaka mistaka og lagt
myndina aftur á síðuna. Myndin
er deild fleiri tíggju túsund ferðir
og hevur elvt til mikið rumbul. Her
í Føroyum hava vit eisini kjakast
um myndina. Meðan summi siga
seg vilja tapesera veggir við mynd
ini í reinum uppreistri móti teim
um, sum halda okkurt galið vera
við hesum, halda onnur tað vera
óhóskandi at síggja ein naknan
mann sita við barninum júst so
leiðis sum hann ger.
Kjakast hevur verið dúgliga um
hesa sigarettina, og Dagur&Vika
hevur eisini varpað ljós á málið
við at tosa við borgarstjóran og
formannin fyri Fólkaheilsuráðið,
Magna Mohr. Meðan summi halda,
at Torbjørn Jacobsen við hesum
eggjar øðrum at roykja, halda
onnur, at Torbjørn Jacobsen illa
kann avmyndast uttan eyðkendu
sigarettina.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Pædofili ella umsorgan?
Persónligt
ella ópassandi?
Rasistiskt
ella líkagyldigt?
Summi halda hesa myndina vera vakra,
onnur halda hon vísur pædofilskar tendensir
MYND: HEATHER WITTEN
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar
Kommunu, varð avmyndaður á einari lýsingi hjá
kommununi, við tí eyðkenda ballinum í munninum
Søren Espersen nýtti danska
heitið »neger« um amerikanska
forsetan, meðan Jeppe Kofod
umsetti heitið til amerikanska
orðið »nigger«. Meðan summi
halda, at tað liggur tað sama
í danska orðinum sum tað
ger í ógvuliga niðurgerandi
og rasistska enska orðinum
»nigger«, so eru tey onnur sum
halda, at »neger« er rætta og
neutrala heitið fyri ein myrkan
persón. Víðari eru tey mong,
sum hava ført fram, at Jeppe
Kofod skaðar danska samstarv
ið við USA, tá ið hann umsetur
útsøgnina hjá Espersen – sum
er formaður í uttanríkisnevnd
ini hjá Fólkatinginum – til
eitt beinleiðis rasistiskt orð.
Hinvegin er spurningurin, kann
man siga, at Barack Obama er
nekari? Kann man yvirhøvur
brúka orðið »nekari« longur?
Í Damark hava politikarar av álvara verið í eldinum,
eftir at Jeppe Kofoed umsetti útsøgn frá Søren Espersen
viðvíkjandi amerikanska forsetanum Barack Obama
LAGT TIL RÆTTIS: BARBARA HOLM