hósdagur 26. mai 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
25
HEIT ANNO 2016
Ráðstevnan »Woman Deliver« taldi
túsundtals fólk úr øllum heim
inum, eina ørgrynnu av ráðstevn
um og upp í leypar av kjakum.
Kvinnurnar vóru nógv avmynd
aðar og endurgivnar í føroysku
miðlunum og á sosialu miðlunum,
og sum við so nógvum øðrum,
skapti hetta eitt ávíst kjak í kjalar
vørrinum av ráðstevnuni. Summi
halda, at tað er neyðugt og um
ráðandi, at kvinnuligir politikar
ar luttaka á slíkari javnstøðisráð
stevnu, meðan onnur halda, at tað
er spill av almennum pengum, og
einans gongur, tí tað er javnstøða
og kvinnuligir politikarar tað snýr
seg um. Summi hava ført fram,
at hevði tað verið ein ráðstevna
fyri tildømis menn og teirra kor
í modernaða heiminum í dag, so
høvdu fólk og miðlar neyvan verið
so jalig mótvegis túrinum, sum jú
hóast alt kostar landinum pengar.
Spill av tíð ella týdningarmikið?
Tær átta kvinnuligu politikararnir avmyndaðar her, vóru
herfyri á ráðstevnu í Keypmannahavn í fleiri dagar
Mest umfatandi kjakið seinastu árini er ivaleyst
kjakið um, hvørt vit føroyingar eiga at lata
dyrnar upp í samband við flóttafólkastreymin,
og harvið taka okkara part av ábyrgdini
Nógvar kenslur eru uppá spæl,
tá ið umræður hetta kjakið.
Summi halda, at vit eiga at
hjálpa har vit kunnu og sjálv
andi bjóða neyðstøddum til okk
ara friðarliga land. Onnur halda,
at tað bara kann ganga galið, um
vit blanda aðrar mentanir við
okkara, og hvør veit, kanska
ein terroristur er í mongdini?
Hinvegin hava summi ført fram
í samband við hetta kjakið, at
tað er trupult at fakliga argu
mentera ímóti at taka flóttar
til Føroya, tí tað onkursvegna
verður bólkað sum rasistiskt
og politiskt ókorrekt.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Reelt ella rasistiskt?
Trump í bólki fyri seg
Tá politiskt korrektheit verður umrødd,
er vónleyst at sleppa uttan um Donald Trump
Ivaleyst eru meiningarnar um hansara førleikar ymiskar, men tað
slepst ikki undan, at hann hevur sagt nógv, sum beinleiðis skelkar.
Her er ein lítil listi:
■ »Hillary Clinton hevði ongar atkvøður fingið, um hon var ein maður.«
■ »Muslimar skulu ikki hava atgongd til USA.« Tað elvdi til, at bretar
savnaðu inn undirskriftir til bretska parlamenti at taka støðu, sum noktaði
Trump atgongd til Bretland.
■ Um sama mundi segði Trump, at »løgreglufólk í London vóru bangin fyri
lívinum orsaka av muslimum.« Ein útsøgn, sum bretski forsætisráðharrin
síðani afturvísti.
■ »Offrini í Charlie Hepdo yvirganginum høvdu havt betur møguleikar
at vart seg sjálvan, um tey høvdu vápn við til arbeiðis«.
■ »Tá Meksiko sendir fólk til USA, senda tey ikki síni bestu fólk. Tey
senda rúsevnir. Teir eru neyðtøkumenn. Summi eru kanska góð fólk.«
■ Amerikanski senatorurin John McCain er sæddur sum ein krígshetja, eftir
at hann varð tikin til fanga og sat sum fangi í Vietnam í fimm ár. Um
hann segði Trump, at »Hann er ikki ein hetja. Hann verður hildin at
vera hetja, ti hann varð fangaður. Mær dámar betri teir, sum ikki vera
fangaðir.«
■ »Eg hugdi eftir fólkunum í New Jersey, sum fagnaðust hart og
týðiliga, tá ið World Trade Center bygningarnir duttu niður. Tey vóru
glað.« Sambært amerikonskum tíðindastovum eru tó ongar myndir ella
prógv annars fyri, at hetta er satt.
■ »Putin er ein góður leiðari. Eg hevði gott kunna samstarva við hann«.
■ »Eg kundi staðið á 5th avenue og skotið onkran. Eg hevði ikki mist
atkvøður kortini«.
KELDA: TELEGRAPH.CO.UK OG CNN.COM