hósdagur 26. mai 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
33
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Ongan dyst...
Ivasamir:
Poul Nolsøe Mikkelsen
og Adeshina Lawal
Við aftur: Ari Ó. Ellingsgaard
og Bogi Reinert Petersen (eftir
leikbann), Oliver Korch og
Hallgrím G. Hansen (eftir skaða)
Ikki við: Gert Drangastein
(langtíðarskaddur), Andri Freyr
Bjørnsson (knæið, tríggjar vikur),
Karstin Højgaard (skaddur),
Bárður Olsen (menisk),
Gunnar Haraldsen (knæ)
Við aftur:
Rói Danielsen (burturstaddur)
og Símun Samuelsen
Ikki við:
Rógvi Joensen (bæði skaddur
og burturstaddur, møguliga við
næstu ferð) og
Joslain Mayebi (framvegis í
Kamerun av persónligum ávum)
Ikki við:
Ólavur Mikkelsen
(leikbannaður)
Við aftur:
Brian Jacobsen
(heimafturkomin)
NSÍ. Hjá okkum er tað langt upp
á toppin, men um vit vinna ímóti
Víkingi og koma í góðan stima, so
er tað ikki heilt ómøguligt, sigur
Fróði Benjaminsen.
Hjá Víkingi snýr tað seg um at
fáa spælararnar at koma fyri seg
eftir Skála dystin.
Tá ið hesi liðini hittust í øðrum
umfari í Gundadali, var úrslitið 1-1.
Pílarnir peika rætta vegin
AB - ÍF RÚNI GAARDBO
sunnudagin klokkan 17.15
Felags fyri AB og ÍF er, at tey
sunnudagin vunnu eitt stig. ÍF í
málleysum javnleiki á heimavølli
ímóti meistarunum í B36, og AB í
2-2 dysti á Svangaskarði, eftir at AB
eina løtu var frammanfyri 2-0.
Tað plagar at vera strevið hjá ÍF
á Argjum, men Jákup Mikkelsen, ÍF
venjarin, sigur seg hava gott mót:
– Manningarliga eru vit væl
betri fyri, enn vit vóru ímóti B36.
Um liðið megnar at vísa sama hug
burð á Argjum, sum tað vísti ímóti
B36, so eru vánirnar góðar fyri, at
vit fara at vinna, og vit ætla okkum
at vinna.
ÍF venjarin ivast í, hvør skal
verja málið á Argjum:
– Oliver Korch og Hallgrím G.
Hansen eru komnir fyri seg eftir
skaðar. Ímóti B36 spældi Tóri
Traðará sera væl, so talan er um
positivan trupulleika!
AB venjarin, Trygvi Mortensen,
var leingi væl nøgdur við avrikið á
Toftum, men sum fleiri ferðir fyrr
í ár, so eydnaðist tað ikki at varð
veita leiðsluna:
– Vit spældu væl í fyrra hálvleiki
á Svangaskarði, og vit høvdu møgu
leikar at avgera. Um tað skal eydn
ast at vinna á heimavølli ímóti
ÍF, so skulu vit vera fokuseraðir
alla tíðina og ikki gera mistøkini
í verjupartinum, sum vóru orsøk
til bæði málini ímóti okkum á
Toftum. Vit kenna tað soleiðis, at
allir dystirnir hjá okkum eru final
ur, har dagsskráin er at sleppa
longri burtur frá botninum, og
soleiðis verður tað eisini ímóti ÍF,
sigur AB venjarin.
13. mars vann ÍF 1-0 á heimavølli
ímóti AB.
Nú eru teir birgari í B36
B36 - SKÁLA PETUR REINERT
sunnudagin klokkan 15
Síðstu ferðirnar hevur tað verið
fokus á langa skaðalistanum hjá
B36. Nú er listin væl styttri, enn
hann hevur verið, og tað kann
gott vera, at onkrir, sum leingi
hava verið uttanfyri, fara at vera á
dómaraseðlinum sunnudagin:
– Vit eru nøgdir við úrtøkuna
seinastu ferðirnar, og tað verður
heilt gott, um vit megna at vinna
ímóti Skála, og tað eiga vit at gera
á heimavølli, sigur B36 venjarin
Eyðun Klakstein.
Hjá Paula Poulsen og teimum á
Skála snýr tað seg um at fáa spæl
ararnar at vera heilt birgar aftur,
eftir at teir mikukvøldið taptu 1-0
í steypakappingini ímóti Víkingi.
– Vit hava fyrr í ár víst, at tað
ber til at vinna á meistaraliðnum,
sigur Skála málverjin Andras
Gango og sipar til, at tað í øðrum
umfari eydnaðist Skála at vinna 1-0
á heimavølli ímóti B36. Einsamalli
málskjúttin ta ferðina var Álvur F.
Christiansen.
Botnurin hittist
á Svangaskarði
B68 - TB EILER RASMUSSEN
sunnudagin klokkan 15
Tað er langt millum stigini, sum
B68 og TB vinna. B68 bíðar fram
vegis eftir fyrsta sigrinum, meðan
TB hevur vunnið tvær ferðir. Lið
ini eru bæði niðanfyri strikuna, og
serliga fyri B68 hevur tað avger
andi týdning at vinna fulla úrtøku
sunnudagin.
TB var heilt væl við í Klaksvík
sunnudagin, tá ið tað endaði við
teprum 1-0 tapi:
– Um vit skulu leggja sjógv mill
um okkum og hini, sum stríðast í
botninum, so er hetta ein dystur,
sum vit skulu vinna. At tað var so
tepurt ímóti toppliðnum í Klaksvík
sunnudagin, eigur at siga okkum,
at vit kunnu og skulu vinna ímóti
B68, men avbjóðingin hjá okkum er
at vísa eins góð avrik ímóti teimum
í botninum sum ímóti teimum í
toppinum, sigur TB miðvallarin
Heini Mikal Mortensen.
B68 skal tríggjar tær næstu
ferðirnar spæla ímóti TB, ÍF og
Skála:
– Tað er einki sum eitur. Vit
skulu vinna fulla úrtøku. Eydnast
tað so vera vit við aftur. Um tað
skal eydnast, so skulu vit stríðast
og arbeiða hart frá fyrsta bríksli.
Tað hava vit ikki gjørt fyrstu løtuna
seinastu ferðirnar, men tað ætla vit
okkum nú, sigur veteranurin í B68
verjuni Jóhan Dávur Højgaard.
Í øðrum umfari var TB um at
vinna á Svangaskarði, men tá
javnaði heimaliðið til 1-1 í 93. min
utti!
JOANNES@SOSIALURIN.FO
KÍ
ÍF
AB
TB
SKÁLA
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ
12
8
2
2
21
10
+11
26
2
Víkingur
12
7
4
1
27
14
+13
25
3
NSÍ
12
8
0
4
29
16
+13
24
4
B36
12
7
3
2
23
12
+11
24
5
HB
12
5
3
4
19
16
+3
18
6
ÍF
12
4
3
5
17
26
-9
15
7
AB
12
1
6
5
13
17
-4
9
8
Skála
12
2
3
7
10
19
-9
9
9
TB
12
2
3
7
8
18
-10
9
10 B68
12
0
5
7
10
29
-19
5
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
Víkingur - HB
B36 - Skála
AB - ÍF
B68 - TB
KÍ - NSÍ *
KENDI TIPPARIN
Johnny í Grótinum
Stjóri á Landssjúkrahúsinum
Kendi tipparin hesaferð:
Seinast tippaði tiltikni B36-fjepparin
og frisørurin Lissi Mouritsen
Hon hevði fýra av fimm røttum, einasta liðið,
sum sveik, vóru hennara elskaðu hvítu tikarar.
Lissi Mouritsen tippaði: KÍ - TB 1 (1-0), HB - NSÍ 2 (3-4),
ÍF - B36 2 (0-0), B68 - AB x (2-2) og Skála - Víkingur 2 (1-3)