hósdagur 26. mai 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
32
ÍTRÓTTUR
Ikki við:
Hanus Thorleifsson (knæið),
Robert Heðin Brockie (knæið)
Ivasamir: Jákup á Borg (tjúkkin),
Lukasz Cieslewicz (knæið),
Høgni Madsen (baklærið),
Sebastian Pingel (knæið)
Ikki við:
Arnbjørn T. Hansen
(langtíðarskaddur),
Pál M. Joensen (óvist),
Ári Mohr Jónsson (liðband)
Ivasamur: Teit Jacobsen
(heilaskjálvti)
Ikki við:
Hanus Jacobsen
(Fipurspreinging, 4 vikur)
Ivasamur: Bárður J. Hansen
(Lærkrikin), Atli Gregersen
(Knæskaði)
Ongan dyst...
Ikki við:
Albert Róin Johannesen
(Fipurspreinging, 2 vikur)
Ivasamur: Kristian Anton
Andreassen (Knæskaði),
Esmar Clementsen (Knæskaði)
JÓANNES HANSEN
M
øguleikin at spæla
landsdyst
ímóti
Kosovo
frígg ja
kvøldið í næstu viku
bar við sær, at umfarið, sum skuldi
vera um eina stóra viku, er á skrá
nú sunnudagin. Undantakið er KÍ-
NSÍ sum verður spældur annan
sunnudag – á norðoyastevnu.
Í gjárkvøldið var fyrra hálv
finalan í kappingini um løgmans
steypið í Klaksvík. Tann dysturin
var ikki spældur, tá ið hesar reglur
nar vórðu skrivaðar.
Dýrur sigur á Skála
Víkingur tók mikukvøldið stórt fet
ímóti fimtu steypafinaluni á rað.
Einasta málið skoraði miðverjin
Erling Jacobsen, tá ið hann tveir
minuttir undan leikloki stútaði
bóltin í málið, eftir at Hans Pauli
Samuelsen hevði lagt horna innfyri
úr høgru og til handara stólpan.
Talan var um tætta uppgerð, har
tað vóru nógvir nærdystir, skipaða
spælið var ikki serliga sannførandi,
og tað vóru fáir málmøguleikar.
– Vit ætlaðu at fáa mál beinan
vegin og harvið at styrkja um góðar
fyritreytir undan seinnu hálv
finaluni, men tað eydnaðist ikki.
Vit vóru ov ótolnir, og tað lagaði
seg ov nógv eftir teirra treytum,
staðfestir Sámal Erik Hentze,
venjari hjá Víkingi, og hann leggur
aftrat:
– Hóast okkara avrik ikki var
gott, so høvdu vit tak á verjupart
inum. Teir høvdu ikki upplagdar
málmøguleikar, og vit eru rættiliga
fegnir um tepra sigurin, tí Skála
eigur gott fótbóltslið, og tað er altíð
torført at spæla á Skála.
Magni er ikki ovfarin
Eitt er, at Víkingur við tepra sigr
inum í gjárkvøldið telvaði seg í
góða støðu undan seinnu hálv
finaluni, sum verður 15. juni. Annað
er eftirspælið hjá Skála og Víkingi,
sum longu sunnudagin skulu í
eldin í landskappingini.
Tríggir landsliðsspælarar hjá
Víkingi – Atli Gregersen, Bárður
J. Hansen og Sølvi Vatnhamar
– vórðu skaddir mikukvøldið.
Fótliðsskaðin hjá Sølva Vatnhamar
tóktist ikki at vera so álvarsligur,
at hann ikki verður førur fyri at
spæla ímóti HB sunnudagin. Hjá
Bárði J. Hansen og Atla Gregersen
er tað meiri ivasamt:
– Tað var knæskelin, sum fór úr
lið. Hon er komin upp á pláss aftur,
og so fáa vit at síggja, hvussu tað
fer at tørna út, sigur Atli Gregersen.
Magni Mohr er serfrøðingur í
fysiskari venjing, og hvussu venjing
skal leggjast til rættis fyri at sleppa
undan skaðum. Hann hevur eitt nú
við stuðli frá Granskingarráðnum
staðið fyri kanningum av júst hes
um slagnum.
– Tað eru fleiri kanningar, sum
vísa, at sannlíkindini fyri skað
um økjast nógv, tá ið tað er stutt
millum dystirnar, og tá ið spælar
arnir harvið ikki hava møguleika at
koma seg hundrað prosent, áðrenn
teir aftur skulu í eldin. UEFA kann
ing hjá svenska Jan Ekstrand og
eisini kanning, sum eg gjørdi í
Grikkalandi í 2013-2014 vísa, at 90
prosent av skaðunum standast
í dystum og ikki undir venjing.
Sannlíkindini fyri knæskaðum,
skaða í lærkrika og vøddaskaða í
baklærinum er nógv størri, tá ið tað
er stutt millum dystirnar.
Tað verður ivaleyst verri, tá ið
tað í nógvar vikur er stutt millum
dystirnar?
– Avgjørt. Tað er eingin møgu
leiki hjá spælarunum at hvíla seg
heilt eftir trimum døgum, og hjá
nógvum er tað ikki nóg mikið at
hvíla í fýra dagar. At føroyskir
spælarar hava arbeiði og skúla at
hugsa um, og at tað – sammett við
stóru feløgini uttanlands har tað
eru nógvir spælarar sum ikki hava
annað enn fótbóltin at hugsa um –
oftast eru teir somu, sum eru á vøll
inum, ber við sær, at vandin fyri
skaðum verður uppaftur størri,
og tað er hetta, sum vit síggja nú.
So tað er ikki nóg skynsamt lagt
til rættis?
– Í feløgunum loysir tað seg at
lata teir bestu sita á beinkinum við
hvørt. Eg skilji tó væl, at venjarar,
spælarar og onnur ábyrgdarfólk
vilja hava teir bestu við í týdningar
miklum dystum sum eitt nú einari
hálvfinalu. Hvat FSF viðvíkur so
hevði eg mælt til, at tað ikki vóru
fleiri dystir um vikuna í nógvar
vikur. At tað er soleiðis viðhvørt
ger einki, og spælarunum dámar
væl at spæla mikukvøld, tá ið
líkindini eru góð, og tað er ljóst
og lýtt í veðrinum, sigur Magni
Mohr.
Trýstið er stórt í HB
VÍKINGUR - HB DAGFINN FORNÁ
sunnudagin klokkan 15
Pílurin hevur leingi peikað skeiva
vegin hjá HB. Seks dystir á rað
uttan sigur er ikki hvønn dags kost
ur í sigursvanda felagnum, men
soleiðis er tað undan ferðini norð
ur til Gøtu, har HB 8. mai og eftir
brotssparkskapping varð varpað
úr steypakappingini. Fleirfaldi
metmaðurin í føroyskum fótbólti,
Fróði Benjaminsen, er aftur millum
teir fyrstu ellivu á HB liðnum, eftir
at hann hevur verið uttanlands í
útbúgvingarørindum:
– Um vit skulu hava nakran
møguleika, so mugu vit avmarka
talið av mistøkum, sum vit gjørdu
so nógv av sunnudagin ímóti
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
FÓTBÓLTUR Magni Mohr er ikki kløkkur av, at
fleiri spælarar vórðu skaddir á Skála mikukvøldið,
tí fleiri stórar vísindaligar kanningar hava
staðfest, at tað er greitt samband millum stutta
hvíldartíð og størri sannlíkindi fyri skaðum
LÍTIL HVÍLD
ØKIR UM SANN
LÍKINDIÐ FYRI
NÓGVUM SKAÐUM
Upptakt