Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 35 Komandi partur Í komandi parti greiða aðrar keldur serliga frá skúlavirkseminum hjá A.C. Lützen. Eisini greiðir dóttirin, Anna, frá søguliga deyðanum hjá pápanum. eisini skrivað um hetta mál: Lützen hevði sær ein stóran virkishug umframt at hann var snarsintur. Amtmaðurin Dahlerups tók til hansara »fuldstændige mangel på selvbeherskelse«. Í politikki var hann ein íðin viðhaldsmaður hjá Niels Winther, sum hann annars loysti av í tinginum í 1854, tá hann gjørdist løgtingsskrivari. Hann sat fram til 1864 og aftur frá 1867 til hann doyði í 1874. Í løgtinginum var Lützen saman við Enok Bærentsen argasti mótstøðumaður hjá Dahlerup amtmanni, og teir fáa heiðurin fyri, at amtmaðurin mátti fara av landinum. Í ólavsøkutingsetuni 1860 kom til skarpskeringar millum amtmannin, Dahlerup, og ein stóran meiriluta av tingmonnunum. Spenningurin var tá vorðin so stórur, at eitt so sakleyst mál, sum spurningurin um hvørt føroysk skip skuldu gjalda akkerspening var nóg mikið til at geva tann endaliga samanbrestin. Løgtingsmenninir Andreas Djurhuus, próstur, A. C. Lützen, skúlalærari og Enok D. Bærentsen, keypmaður, søgdu undir orðaskiftinum, at eftir handilslógini áttu eisini føroysk skip at lata akkerspening. Hesum var amtmaðurin ímóti og helt: »Jeg er den eneste jurist her i tinget, og det vil derfor ikke falde vanskeligt for tingets øvrige medlemmer at vælge mellem Bærentsens og Lützens fortolkning og min.« Illstøðan gjørdist so stór, at meirilutin av tingmonnum rýmdi av tingi og sendi klagu til løgmálaráðið, har teir góvu grundir fyri teirra avgerð. Her var víst til,hvussu amtmaðurin legði eftir teimum, sum ikki vóru samdir við honum. Hann hevði eisini kært A. C. Lützen fyri skúlastjórnina, tí at hann ikki kundi røkja lærarastarvið, meðan hann sat á tingi. Hesir tingmenn noktaðu at møta aftur á tingi saman við Dahlerup. Teir sendu eitt kæruskriv til løgmálaráðið. Fyrstur at skriva undir var A.C. Lützen. Tað var eisini hann sum hevði skrivað brævið. Hetta endaði við, at Dahlerup misti starvið sum amtmaður. So stórt vald hevði løgtingið í 1860! Ein av undirskrivarunum var løg­tings­ maðurin H.D. Matras, sum hevur eina frágreiðing um hetta mál í Varðanum nr. 29/1951. Hann skrivar um teir 12 ting­ menninar, sum stóðu saman, at teirra nøvn »staae skrevne til Erindring og Exempel for Efterslægten, fordi de vilde haandhæve Lagtingets Værdighed, samt Færøernes Frihed og Ret«. So tað hava verið knotur í fyrsta býráðs­ formanninum í Tórshavnar kommunu. Anna heldur áfram: Endaði altíð aftur í Føroyum To gange var Fader i Danmark for at søge andet Embede, Børneflokken var jo stor, Nicels, Jacob, Lütje, Andreas, Georg, Vilhelm, Edvard og Anna (mig), og Embedet lille, men hver gang han var hernede, kom han til at længes saa meget efter Færøerne, at han ikke kunne udholde det længere og han rejste saa tilbage. Góð við fátækrafólk Trods det daarligt lønnede Embede, var mine Forældre gode mod Fattigfolk, og de gav ofte væk langt over Evne. Engang kom der nogle og bad om at faa noget Grindekød. Nu havde vi dengang baade tørret Grindekød, der hængte oppe paa Loftet, og saltet Grindekød, der laa i store Tønder. Det saltede var langt det bedste. Min Fader var straks parat til at give og de gik saa op paa Loftet og tog en hel del af det saltede Grindekød. Da en af mine smaa brødre saa det, irettesatte han Fader og Moder, det kunde ikke saadan gaa an at give alt væk, vi kunde selv komme til at mangle o.s.v. »Aa, ved du hvad, min dreng«, sagde Fader, »naar Tønden er tom, kommer Grinden nok igen og saa bliver Tønden atter fuld«. Og det blev den, thi der kom atter Grind. I længden kunde Moder ikke klare alt arbejde alene og vi fik saa Pige. Der var jo nok at lave om alle de Drenge og de sad saa i Spisestuen og syede og reparerede og var der intet andet, stod væven jo altid parat. Fader var Rigsdagsmand et par Aar, om Folketingsmand eller Landstingsmand, husker jeg ikke, og i de to Vintre han var i Danmark, maatte han holde Hjælpelærer. Fjølbroytt virksemi A.C. Lützen var ein ógvuliga fjølbroyttur maður. Hann fekk egnan handil í 1858. Handilsloyvið var frá 18.2 1856, og var tað tígginda eftir at einahandilin varð avtikin fyrst í 1856. Hetta handilsvirksemi kann sigast at vera gingið frá ættarlið til ættarlið og er mest sjónligt á Skálatrøð. Hann keypti í 1865 sluppina Lerkurin saman við millum øðrum M.C. Restorff. Hetta var annað skipið, sum varð keypt til Havnar. Sum lærari og við menningini av einum føroyskum skúlaverki var hann ein slóðbrótari. Tað verður nærri greitt frá tí í komandi parti. Tá læraraskúlin varð settur á stovn í 1870 gjørdist hann lærari m.a. saman við Oliver P. Effersøe, sonur tann fyrsta Effersøe í Føroyum. Lützen kom til Føroya at vera lærari, men eisini at vera organistur og sangari í kirkjuni. Fleiri av okkara frægu tónleikarum eru eisini ættaðir frá honum. Havnin í 1856. Húsini, har nógv fólk standa frammanfyri, er Bajanstova, haðani Eva, kona A.C. Lützen var ættað. Beint til høgru eru húsini í Geil Eva og A.C. Lützen A.C. Lützen var við til at fáa amtmannin Dahlerup av landinum Børn hjá Evu og A.C. Lützen. Fremst sita Jacob og Anna Evensen, Aftanfyri Onnu stendur Nickels, sum fór ungur til Klaksvíkar at arbeiða hjá Jørrgen Bech & Sønner. Undir liðuni á honum stendur Edvard, sum bleiv prestur í Grønlandi. Jacob tók við eftir pápan í kommunustýrinum, tá hann doyði í 1874