hósdagur 26. mai 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
SOSIALURIN 60
36
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, setir kunngerðina í gildi.
3000 tons av botnfiski verða seld í Barentshavinum. Enn er ikki avgjørt um tað
verur yvir telefonuppboðssølu ella gjøgnum afturlatna uppboðssølu
TVEY SLØG AV UPPBOÐSSØLU
SKULU ROYNAST HESAFERÐ
ÁRNI GREGERSEN
Tað var ein politiskur stórsigur fyri
samgonguna, tá ið samgongan í
Løgtinginum samtykti, at ein
royndaruppboðssøla skal vera yvir
nøkur fiskasløg.
Nú er komið so langt, at
kunngerðin verður send vinnuni
til hoyringar eins og hon verður
løgd út alment, so almenningurin
eisini kann gera viðmerkingar.
Í løgtingslógini stendur,
at 3000 tons av botnfiski í
Barentshavinum skal seljast á
uppboði. Talan er um ymisk sløg
av botnfiski – ikki bara toski, men
partarnir verða býttir soleiðis at
samansetingin millum tosk og
annan fisk verður tann sama, sum
hon vanliga er í Barentshavinum.
9000 tons av makreli fara eisini
um uppboðssøluna, 20.000 tons
av svartkjafti og 4000 tons av
norðhavssild.
Spurningurin hevur verið,
hvussu hetta verður selt, men
nú er avgerð tikin um hetta,
sum so verður leisturin, kemur
onki serligt inn í samband við
hoyringina.
Ein partur verður seldur yvir
uppboðssøluna, sum vit kenna
hana frá seinast.
Tá var makrelur seldur
gjøgnum uppboðssøluna hjá
Føroya Fiskmamarknað.
-Vit halda, at hetta skal roynast,
tí seinast riggaði hendan skipanin
væl, sigur landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Høgni Hoydal.
-Men vit ætla eisini at selja ein
part í afturlatnari uppboðssølu.
Tað vil siga, at tey sum bjóða
lata eitt afturlatið boð inn til tað,
sum tey ynskja at bjóða uppá
og so vinnur tann, sum hevur
hægsta og besta boðið, sigur
landstýrismaðurin.
Stríð
Uppskotið um at ein partur av
veiðurættindunum skuldu seljast
á uppboði hevði eina tronga leið
gjøgnum Løgtingið.
Málið var eftir 1.viðgerð beint
í vinnunevndina, men meirlutin
har helt, at vandi var fyri, at
landskassin fór at verða stevndur
eftir endurgjaldi, tí onkur fór at
missa rættindi, sum nú fóru á
uppboðssølu.
Talan var um eitt uppskot
frá
landsstýrismanninum
við fiskivinnumálum, men í
vinnunevndini var tað soleiðis, at
meirlutin í Løgtinginum – altso
samgongan -var í minniluta í
vinnunevndini.
Orsøkin var, at Nýtt Sjálvstýri
hevði gjørt valbólk saman
við samgonguni og fekk lim
í vinnunevndini saman við
andstøðuni.
Málið dróg út.
Tað var lagt fram hálvan
desember , men var ikki endaliga
samtykt í Løgtinginum fyrr enn
fyrst í apríl í ár.
Síðani hevur umsitingin arbeitt
við, hvussu kunngerðin skal orðast
og hvussu uppboðssølan í praksis
skal gerast.
Hoyringin
Lógin sigur greitt, at kunngerðir,
sum regulera fiskiskapin, skulu
hava 14 daga hoyringsfreist.
Kunngerðin verður helst send
út í dag til hoyringar hjá vinnuni.
Hoyringssvarini kunnu gera at
broytingar verða gjørdar, men
annars verður kunngerðin klár at
senda út eftir at hoyringsfreistin
er farin.
Tað liggur ikki fast, nær
uppboðssølurnar vera, men
tað er fast, at talan verður um
uppboðssølur í fleiri umførum.
Umframt at ein uppboðssøla
verður yvir uppboðssøluna hjá
Føroya Fiskamarknaði, so er
ætlanin at royna eitt nýtt slag.
Tað gongur út uppá, at ein
partur av veiðurættindinum verða
boðin út og kunnu virkir so bjóða
uppá tann blokkin gjøgnum eina
afturlatna uppboðssølu.
Hetta verður ein sonevnd
afturlatin uppboðssøla
Tað vil sig , at brævbjálvar
við boðum verða latnir inn og so
vinnur tann rættindini, sum hevur
bestu boðini.
Í lógini stendur, at tað eru
tey sum frammaundan hava
veiðuloyvir, sum sleppa at bjóða
uppá hesi rættindi.
-Fyribils er tað soleiðis, tí undir
einari uppboðssølu verða ikki
stundir at eftirkanna um tey sum
bjóða, verða stýrd av útlendskum
kapitali. Tí eru tað bert tey, sum
frammanundan hava veiðuloyvir,
sum kunnu bjóða, sigur Høgni
Hoydal.
Talan hevur verð um, um virkir
eisini sleppa at bjóða, men soleiðis
er ikki í hesum umfari. Heldur
ikki ber til at selja rættindi víðari.
Brúkar ein tey ikki sjálvur, so
skulu tey latast innaftur til tað
almenna.
Royndir
Í løtuni situr ein bólkur og
arbeiðir við nýskipan av føroysku
fiskivinnuni. Í arbeiðssetninginum
stendur, at veiðurættindini skulu
gerast atkomulig á ein annan hátt
enn nú.
Talan skal vera um eina skipan,
sum byggir á marknaðartreytir
heldur enn á politiska útluting.
Royndaruppboðssølan skal
geva nakrar royndir, sum seinni
kunnu brúkast, tá ið nýggja
fiskivinnuskipanin verður gjørd.
Nær uppboðssølan verður er
ikki avgjørt enn, men alt verður
ikki gjørt í senn. Uppboðssølurnar
verða býttar sundur, so at vit í ár
fáa fleiri sølur.
-Mest av øllum er hetta fyri at
fáa nakrar royndir, sigur Høgni
Hoydal, landsstýrismaður við
fiskivinnumálum.
Tað er eisini landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum,
sum
endaliga setir kunngerðina í gildi.
Kunngerðin um royndaruppboðssøluna fer nú til hoyringar alment og hjá vinnuni