Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 39 fyrst og fremst www.in.fo torshavn.fo Broyting av byggisamtyktum Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 19. mai 2016 hevur samtykt uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og avtøku av serstøku byggisamtyktini fyri matr. nr. 4c á Sundi. Ætlaða broytingin er, at E-økið á Sundi verður broytt til B9-øki og víðka uml. 50 m út á fjørðin frá Sundsverkinum og uml. 550 m vestureftir. Samstundis er ætlanin at avtaka serstøku byggisamtyktina fyri neystaøki á Sundi. Tilfar, sum lýsir uppskotið til broyting av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og avtøku av serstøku byggisamtyktini fyri neystaøki á Sundi, liggja frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 30. mai. til og við 20. juni 2016, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 11. juli 2016. P/F N. J. Mortensen Effo sølubúðin á Tvøroyri skal hava nýggjan leiðara m/k. Tú fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni av handlinum. Vit hugsa okkum at tú er framtakshugaður, ágrýtin og nýhugsin. Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv í einum mennandi handilsumhvørvi. Royndir geva fyrimun. Løn eftir nærri avtalu. Meira fæst at vita við at venda sær til Effo sølubúðina á Tvøroyri v/ P/F N. J. Mortensen á tel. 371002 / 221022 og tosa við Gudmund Mortensen. Skrivligar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu vera okkum í hendi innan 15. juni 2016. Tær skulu sendast til: EFFO SØLUBÚÐIN Á TVØROYRI v/ P/F N. J. Mortensen Tvørávegur 2 - 800 Tvøroyri ella á mailin: ovaravegur@gmail.com Effo sølubúðin á Tvøroyri, ið liggur í einum livandi handilsumhvørvi í miðbýnum, selur brennievni og alt til bilin, umframt kioskvørur, bakaravørur og pylsur v.m. Í Effo sølubúðini á Tvøroyri starvast 8 fólk. Bensin Diesel Sølubúð Alt til bilin Kafé Leiðari til Effo sølubúðina á Tvøroyri Skip til yvirlits troling eftir makreli fyri Havstovuna frá 27. juni til 24. juli 2016 Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar. Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 2.500 tons av makreli er ætlað at fíggja yvirlits­ trolingina. Kvoturnar kunnu fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verða lætnar sum eginkvotur. Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst niðanfyri. Freistin at svara er týsdagin 7. juni 2016 við telduposti til hav@hav.fo Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða vald út og verða síðani biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt lítlan) part av kvotuni, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði. Tíðarskeið: Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 27. juni til 24. juli 2013. Fyrsta vikan verður brúkt til fyrireikingar og siglt verður væntandi 3. juli. Henda kanningin verður gjørd sum partur av eini felags kanning, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka. Krøv til skipið í sambandi við kanningina: Ekkólodd: Simrad EK(ER) 60 kHz lodd við bæði 38 og 200 kHz splitbeam botnum. Skipið skal hava tóvmegi til at tóva við flótitroli (Vónin 832 m) í vatnskorpuni við upp til 5 míla ferð. Reiðskapur: Eitt (Vónin 832 m MULTPELT) flótitrol við tilhoyrandi útgerð. Lemmar: Injector F­15, 6 m2, 2300 kg. Trolveirur: Skipið skal hava flótiveir (Dynema ella líknandi, í minsta lagi 500 m), av tí at tóvað verður í vatnskorpuni. Gjørligt skal eisini verða at tóva djúpari við somu útgerð. Skipið skal hava Scanmar og/ella Marport dekks­ eind og sensorar, ið skulu brúkast til at máta ymsar parametrar á trolinum/lemmunum. Skipið skal hava koyggjupláss til fimm fólk frá Havstovuni (fýra kømur). Kanningarumhvørvið umborð: Tað skal vera gjørligt at standa innandura og taka prøvar av veiðuni. Her skal borðpláss (100x60 mm) vera til mátibretti og elektroniska vekt. Internetsamband skal vera umborð, við eini vælvirkan­ di LAN skipan. EK60 teldan og arbeiðs teldurnar skulu hava samband við netið umborð. Á brúnni skal verða arbeiðspláss til tveir granskarar at sita við skriviborð at viðgera tølini frá ekkóloddunum. Útreiðslur í sambandi við kanningina: Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, kann roknast við útreiðslum á umleið kr. 600.000,00, ið skulu fíg­ gjast yvir kvoturnar, t.e. í sáttmálanum millum Havst­ ovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar í sambandi við túrin fevna um ymsa útgerð í sambandi við kannin­ garnar, umframt aðrar útreiðslur í sam bandi við siglin­ gina og til viðgerð av data og prøvum, tikin umborð. Endaligu útreiðslurnar verða uppgjørdar eftir túrin. Umsóknin skal sendast til: Havstovan (hav@hav.fo) Nóatún 1 100 Tórshavn Att: Erling í Liða www.hav.fo