hósdagur 26. mai 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016
40
SOSIALURIN 57
Vár Berghamar Jacobsen
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Master of arts – Bústaður: Tórshavn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
Sjúkrasystir, lærari, sjónleikari og journalistur. Haldi, at hatta við sjúkrasystrini
komst av, at eg fekk ein so flottan sjúkrasystrabúna tá eg fylti 5 ár, og dámdi so
væl kensluna av, at kunna liva meg inn í hendan leiklutin við at lata meg í búnan og
kappan (det var dengang…at sjúkrasystrar bóru kappar á høvdinum) og hartil var
ein sjúkrasystra taska við nógvum sjúkrasystra-rekvisittum at gera leikin enn meiri
fullfíggjaðan.
Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn?
At vit eru nógvar, sum ikki eru føddar við einum shopping-geni- men sum halda
mangt annað vera meira spennandi og gevandi at brúka okkara krút uppá.
Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin?
At lærdómur er lættur at bera. Um børn trívast, so er lætt hjá børnum at læra, og
tað, sum man hevur lært sum barn, minnist man best og longst.
Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika?
At eg havi samansett eitt droymatoymi…
Um tú tordi, so hevði tú?
Arbeitt meiri við mínum egnu hugskotum og verkætlanum og ført tær út í lívið.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
Um vit (vit i heiminum) leggja gott í beinið á børnum. At vit røkka út um okkara
egna nalva, og at vit heldur enn at grenja ella lata standa til, eftir førimuni, royna
at hjálpa til í tí stóra felagskapinum: heiminum. Betri er bøtandi hond enn spillandi
tunga!
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
Tá ið sólin kom aftur við megi, nú vit hildu at
veturin longu var komin við kulda og kava.- Ein
góð kensla at lata sólbrillurnar koma til sín
rætt
Tað seinasta, tú hevur lært, er at?
Syngja aðru stemmu til ”Syngja sama
lag” á sangdegnum í Hoydølum
Tann støðugt ringa samvitskan
snýr seg um at tú?
Ongantíð fær sagt teimum man er
góður við, nóg ofta, hvussu góður
man er við tey
Enda setningin: Føroyar áttu:
At tikið alt ríkidømi betri til høldar,
seyð, neyt, fisk, bø og ong og grønar
líðir, og hartil alt ríkidømi, sum er í
hvørjum einstøkum menniskja. Men vit
duga betri enn vit halda, og eg haldi, at
vit eru á veg…
BAKSÍÐAN
Á
dam og Eva vóru tey
fyrstu, fyrsta hetero
seksuella parið.
Og tí eisini tey fyrstu
at prógva, at maður og kvinnur rigga
ikki saman. Ormurin fekk tó skyldina
fyri tað.
Tann, sum visti frá hinskynda
parinum í Eden at siga, visti kanska
ikki, ella vildi ikki vita, at einki band
er so sterkt, eingin leinkja so stinn, at
maður og kvinna ikki fáa slitið tey.
Síðani er tað staðfest, at eldurin,
nevndur kærleiki, millum tvey fólk,
slóknar skjótt og glóðin kólnar
skjótari. Tað loysnar og slitnar.
Fyri tveimum árum síðani
gjørdi Anton Petersen filmin
Balada í Sarajevo. Har
var hann lærlingur hjá
meistaranum Bela Tarr, og
lærdi nógv.
Filmurin, ein kamar
leikur, ein frásøguyrking,
ballada, við langum
ørindum. Tað seinasta endar við einum
lívgandi niðurlagi.
Seinasta kvøldið í íbúðini hjá unga
parinum. Næsta morgun fara tey
hvør til sítt út í býin, sum vit hoyra
uttanfyri, út úr fongslinum.
Sum altíð er maðurin
reyvarholið, tann harði
uttaná.
Hetta
er
liðugt, skrubba av.
Eg vil ikki tosa.
Sit og tig.
Tað er ikki ein tugd tugga. Tað er
veruleikin. Menn eru primitivir. Teir
skráseta, registrera og goyma.
Hon vil ikki viðganga, at tað,
sum byrjaði í gleðisrúsi, endar í
sorgararmóð. Hon roynir at bjarga við
teimum stóru kortunum.
Anton Petersen letur Eminku leiða
okkum gjøgnum søguna.
Frálíkur súmbolikkur: ein svartur
blettur, flekkur, á køksvegginum. Hann
gerst bara størri og størri, tá tey royna
at vaska hann burtur og endar sum eitt
skrímsl.
Og skápið, tað einasta, tey eiga eftir
í íbúðini. Fá Marco at hjálpa tær, sigur
hon, tá hann ikki orkar at flyta tað.
Hon teknar ein smeili á speglið. Hon
vindur tvøguna í sápuvatni.
Seinasta kvøldmáltíðin er ein
ólekkur pitsa, sum hann etur, ikki hon.
Meira, eg hugsi um Balada (sum ikki
er ein filmur, gloymdur dagin eftir), er
niðustøðan, at hetta er ikki bara enn
ein søga um enn eitt kollsiglt parlag.
Balada er ein kvinnulýsing, sterk og
hjartanemandi, eggjandi, sorgblíð, men
ikki sentimental eitt sekund. Sum hon
hevur brúk fyri einum klemmi, Eminka,
har hon sveimar millum rúmini.
Ein madonnumynd í mjúkum,
kámum litum, sum spakuliga, spakuliga
letur seg upp. Gátuføra brosið, okkurt
tárið, vónloysið. Og so í seinastu longu
senuni langar hon størsta kortið,
trumfin, á gólvið. Vónandi fara nógv
afturat at síggja filmin, so eg sigi ikki
her, hvør trumfurin er. Hann sorlar
skápið. Hon hevur vunnið, ”latið
okkum fáa hetta yvirstaðið,” sigur hon,
og filmurin er liðugur. Parlag er hevnd
og kríggj millum tvær sálir.
Tú góði Gud og pínadoyð havi
ikki sæð slíkan frálíkan enda, síðani
epilogin í Idioterne hjá Lars von Trier.
Balada er fyrsti føroyski filmur, eg
havi sæð, sum vit kunnu samanbera
við altjóða filmslist.
Mær dámar eisini so væl slíkar
filmar, tí teir prógva mítt ástøði um, at
fyri at fáa ein góðan film, krevjast ein
góð søga, ein góð søga, ein góð søga og
gávurnar at siga søguna við myndum.
Hvørki pengar ella hús gera nakra
filmslist.
Filmaður sjónleikur. Tað kanst
tú siga, kanst tú siga. Minnist til, at
besti filmurin hjá Fassbinder var ein
filmaður sjónleikur, filmurin um Petru
von Kant. Eisini um feigt samband
millum tvey fólk, her millum tvær
kvinnur.
Stuttir filmar, sum ongan skund
hava, men kortini fáa sagt alla søguna.
Leikstjórar, sum eru loyalir móti sær
sjálvum.
Skal eg finnast at nøkrum í Balada,
er tað føroyski teksturin.
Men hann tekur so einki frá
filminum. Teksturin er á einum so
óhjálpnum og tilgjørdum máli, at hann
skurrar í eygunum. Men tílíkt eru vit so
von við í Føroyum.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Anton og Eminka kasta saman