mánadagur 30. mai 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STILT UM NÝGGJA
FISKIVINNUSKIPAN
Tíðin at arbeiða er stutt og ringt er at finna eina skipan, sum gevur marknaðaratgongd til veiðurættindini
FISKIVINNA
Árni Gregersen
Lógin
um
vinnuligan
fiskiskap sigur, at veiðu
loyvini fella aftur til landið
31.desember 2017.
Ein arbeiðsbólkur situr í
løtuni og arbeiðir við einum
uppskotið, sum skal stinga
treytirnar hjá fiskivinnuni
út í kortið eftir hendan dag.
Johnny í Grótinum er for
maður og átta fólk sita saman
við honum. Harumframt eru
tveir fylgibólkar – ein fyri
vinnuna og ein fyri politisku
skipanina.
Tá ið bólkurin var settur,
kunngjørdi
bæði
lands
stýrismaðurin
við
fiski
vinnumálum, Høgni Hoydal,
og formaðurin í bólkinum,
Johnny í Grótinum, at so
leingi bólkurin arbeiðir, so
hava
limirnir
munnkurv.
Bert formaðurin fór at úttala
seg og tað fór bert at vera í
serligum førum.
Higartil
er
tað
eisini
eydnast at halda tætt. So
tætt, at formaðurin, sum
ananrs lovaði at siga hvussu
arbeiði gekk í apríl, hevur út
sett hesa kunning til í juni.
Síðani bólkurin var settur
hava nógvir fundir verið.
Limirnir
í
bólkinum
halda, at tíðin til at gera
broytingarnar er stutt, men
tað sum tekur mestu tíð
ina er, hvussu rættindini
skulu latast vinnuni eftir
marknaðartreytum
Hvussu skal
tað gerast?
Tað er ein partur av arbeiðs
setninginum hjá bólkinum,
at fiskirættindi skulu latast
eftir marknaðartreytum av
onkrum slag.
Høgni
Hoydal,
lands
stýrismaður við fiskivinnu
málum, hevur ferð eftir
ferð sagt, at vit skulu burtur
frá politiskari útluting av
loyvum.
Hetta fyri at gera at
komiligheitina betri, eisini
hjá teimum, sum í dag ikki
eru í vinnuni.
Bólkurin, sum arbeiðir
eftir
setninginum,
sum
bólkurin hevur fingið. Um
at fara frá politiskari út
luting av fiskirættindum til
marknaðargrundaða skipan,
stendur:
Skipanin
viðvíkjandi
útluting av fiskirættindun
um, hevur verið grundað á
lógarviðgerð í Løgtinginum
ella fyriskipan, ið lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum hevur umsitið og
ásett.
Farast
skal
frá
hesi
skipan.
Arbeiðsbólkurin
skal
viðgera og gera uppskot til
skipan, ið er marknaðar
grundað, har tað almenna
bjóðar fiskirættindi fram
sum brúksloyvi fyri ávísa tíð.
Uppskotini kunnu vera:
Uppboðssøla
av
fiski
rættindum frá tí almenna til
privatar.
Aðrar
møguligar
út
bjóðingarskipanir frá tí al
menna til privat.
Grundreglan við útbjóðing
og
marknaðargrundaðari
skipan er, at rættindini eru
at meta sum tíðaravmarkað
brúksrættindi, ið ikki geva
tí privata ognarrætt til til
feingið
ella
rættindini
á
nakran hátt.
Hartil skal marknaðar
skipanin tryggja, at marknað
urin
er
ein
marknaður
millum tað almenna øðru
megin og privatar hinumeg
in, soleiðis at tað ikki verður
ein privatur undirmarknað
ur, har rættindi verða seld frá
privatum til privatan.
Skipanin skal tryggja, at
tilfeingisrentan – eykavirðið
og gjaldið fyri framíhjárættin
og atgongdina at troyta eitt
avmarkað tilfeingi – fellur til
eigaran – Føroya fólk.
Nevndin skal viðgera og
gera tilmæli um, hvussu út
bjóðing og marknaður kann
skipast best, hvørjar treytir
eiga at setast til tey, ið bjóða
seg fram o.s.fr.
Nevndin skal herundir
gera uppskot til, hvussu
royndarfiskiskapur
kann
skipast eftir greiðum reglum.
5. Kapping og atkomilig
heit Nevndin skal gera upp
skot til, hvussu kapping
og
atkomiligheit
verður
tryggjað í vinnuni. Herundir
skal nevndin viðgera og gera
tilmæli til skipanir/reglur
um:
Hvussu til ber hjá vinnu
rekandi í Føroyum at bjóða
seg
fram
eftir
jøvnum
treytum, og hvør skipan og
hvørjar treytir tryggja enda
málunum – til dømis við góð
kenning/undangóðkenning
at bjóða seg fram, krøv
um
manningarviðurskifti,
tænastuveitingar í Føroyum
o.a.
Hvussu stóran part av
fiskirættindunum einstakir
aktørar kunnu hava brúks
rætt
til
(ásetingar
um
antitrust).
Tekur nógva tíð
Júst hesin parturin tekur
nógva tíð at viðgera, tí
limirnir í bólkinum ikki eru
sannførdir um, hvussu hetta
alt kann loysast praktiskt.
Á seinasta fundi var tosað
um møguliga at útseta gildis
komuna eina tíð – kanska
fimm ár.
Hetta tí, at vinnan hevur
sagt, at hon so leingi hevur
veirð í bíðistøðu. Íløgur
verða ikki gjørdar, tí tey, sum
skulu seta pengar í vinnuna
ikki kenna fortreytirnar ár
fram.
Hinvegin vóru tað fleiri
sum hildu, at verður gildis
koman útsett, so setir tað
bert vinnuna í eina nýggja
bíðistøðu, sum fer at gera, at
ongar íløgur verða gjørdar
fyrr enn málið er avgreitt.
Eitt slag av semju er
kortini millum limirnar í
bólkinum, at tíðin er í styttra
lagi.
Tí kann tað vera skilagott
at gera høvuðsbroytingarnar
um rættindini og so kanska
bíða eitt sindur meira við
øðrum pørtum at teimum
broytingum,
sum
skulu
gerast.
Johnny í Grótinum er formaður í bólkinum. Hann hevur boðað
frá, at hann fer at koma við einari kunning í juni.
Fiskivinnan bíðar eftir at fáa at vita, hvørjum treytum hon skal virka undir í framtíðini