mánadagur 30. mai 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61
Trappugildi í Vágsbotni
Stúgvandifult av fólki var í Vágs
botni í Havn leygarmorgunin, tá
trappan á Perlugrund varð alment
tikin í nýtslu.
Tórshavnar kommuna hevur
eisini hátíðarhildið, at 150 ár eru lið
in síðani býurin varð skipaður sum
kommuna 26. mai í 1866, og í hesum
sambandi
bjóðaði
kommunan
ókeypis morgunmat, áðrenn farið
var undir almennu tiltøkini í sam
bandi við trappuna.
Sangur, tónleikur og undirhald
settu dám á løtuna. Klovnurin
Bubu, Tórshavnar Manskór, Punjab
og Ævintýrferðin fingu bæði børn
og vaksin at hugna sær løtuna
kring trappuna.
Heðin Mortensen, borgarstjóri,
hevði høvuðsrøðuna og greiddi frá,
hví trappan var gjørd og takkaði
arbeiðstakarum, arkitektum og
øðrum fyri arbeiðið, sum gjørt er.
Tað er Føroya Grótvirki í Skopun,
sum hevur gjørt grótið til trappuna.
Andrias Berg hevur staðið fyri
høvuðsarbeiðnum, nú trappan var
gjørd.
Tróndur Sigurðsson, formaður
í byggi og býarskipanarnevndini
hjá kommununi, segði, at hetta
í veruleikanum er fyrsta stig av
miðbýarætlanini, sum nú er framt.
Kommunan hevur ætlanir um at
gera meira við miðbýin, segði hann
og vísti til Tórsgøtu, har vegurin er
málaður fyri at vísa pulsin í sjálvari
mentunnargøtuni í Havn.
Myndir: Álvur Haraldsen