Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fjórða farleið um Sandá Tað hendi, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, klipti snórin, og ein bilur við elsta bilførara á Argjum, 94 ára gamla Sverra Mortensen, og ein annar bilur við elsta bilførara í Havn, 95 ára gomlu Mathildu Ja­ cobsen, koyrdu fyrstir um brúnna, annar úr Havn og hin av Argjum. 86 ára gomlu Ford A bilarnir, sum koyrdu tey bæði 94 og 95 ára gomlu fólkini steðgaðu, tá teir møtt­ust á brúnni, og tey bæði fingu blómuheilsan frá Tórshavnar býráð. Tað hevur tikið sløk tvey ár at byggja brúnna. Fyrsta flagið varð loyst 9. juli 2014. Brúgvin er 140 metrar long, 14,5 metrar breið og 16 metur høg, har hon er hægst. Báðu megin er gongubreytir, sum er tríggjar metrar breiðar, og sum eisini skulu nýtast til súkklu­ breytir. Hendan fjórða brúgvin um Sandá. Ta fyrstu brúnna bygdi nið­ ur­setumaðurin á Argjum, Andrass Mortansson í 1835. Næsta brúgvin varð bygd í 1929 og tann triðja – tann fyrsta til bilferðslu, varð bygd seinast í sekstiárunum. Í mong harrans ár hevur sannur ferðslutøppur verið í Dr. Dahlsgøtu, sum higartil hevur verið einasta bindilið millum Havnina og Argir. Nógv fólk var til hátíðarhaldið á nýggju brúnni leygardagin. Har vóru røður og horntónleikur, og aftan á hátíðarhaldið varð boðið til kaffi í dagstovninum í Løkjartúni. Leygardagin var nýggja brúgvin um Sandá latin upp fyri almennari ferðslu Myndir: Álvur Haraldsen