Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 Vilmund Jacobsen Fríggjadagin byrjaðu sátt­ málasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er yrkisfelag teirra, sum starvast í trygg­ ingar-, fíggjar,- og eitt nú kt- fyritøkum. Tað var á fundi í Vinnu­ húsinum fríggjadagin, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF handaðu hvørjum øðrum krøvini til sáttmálan fyri Elektron. Marita leiðir samráðingar Vinnuhúsið veit at siga, at Marita Rasmussen fer at leiða samráðingarnar fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag. Sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF um Elektron gongur út 1. juni. – Á okkara heimasíðu – www.industry.fo - ber til at lesa meira um mannagongdir og annað í samband við sátt­ málasamráðingar, sigur Vinnu­húsið á síni heimasíðu í morgun. Vilmund Jacobsen Tríggjar dagar herfyri fekk Juul M. Jacobsen í Nólsoy úr 200 pundum upp í sløk 400 pund av stórum og góð­ um toski á snellu. – Eg brúki bara hond­ snellu, og haldi, at tað sær heldur betri út við fiski nú, enn tað hevur gjørt, sigur hann. Hesar tríggjar dagarnar, Juul M. Jacobsen var á floti, hevði hann ávikavist 200, 370 og 300 pund hvønn dagin. - Hetta er alt stórur og góður sildafiskur, og tann eina dagin vigaðu tríggir fiskar 13 pund, sigur Juul M. Jacobsen í Nólsoy. vilmund@sosialurin.fo – Tað sær eitt sindur betri út nú, sigur útróðrarmaðurin, Juul M. Jacobsen Í kvøld klokkan 19.30 verður almennur fundur í skúlahøllini í Vágs skúla, har kunnað verður um ætlanina at byggja eina multihøll í Vági Leygardagin loysti Gadus í Klaksvík og setti kós í Barentshavið. Manningin verður ikki heima á norðoyastevnu. Seinasti túrur vardi umleið hálvan triðja mánað, men hesaferð ætlar manningin at verða heima aftur til ólavsøku Soleiðis er gongdin við fiskiskapi Sjey línuskip eru undir Føroyum og fiska mest tosk, longu og so nakað av brosmu, hýsu og svartkalva. Flestu skip eru nýliga byrjaði túr, men væntandi er, at tvey koma inn at landa fyrst í vikuni - og so nøkur aftrat seinni í vikuni. - Eitt línuskip er á ísfiskaveiði í íslendskum sjógvi og kemur væntandi heim at landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Tvey føroysk frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey línuskip fiska tosk og brosmu í Eysturgrønlandi. Annað skipið frystir veiðina, og hitt ísar og kemur væntandi heim at landa síðst í vikuni. Streymurin verður góður, og tað verður gott veður. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri, tó at hetta er vánalig tíð til útróður. Allir partrolarar eru til fiskiskap, og væntandi er, at eini tvey ella trý pør koma inn at landa í dag - og so nøkur aftrat seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis einki at reypa av. Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap, men væntandi var, at aðrir fara út, sum dagarnir ganga. Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og væntandi koma teir allir inn at landa í dag. Trolbátarnir fáa mest av toski, tungu, reyðsprøku og havtasku. Tveir trolbátar fiska uttan fyri landleiðina. Teir fáa mest av toski og hýsu og so eitt sindur av upsa og flatfiski. Væntandi koma hesir báðir inn at landa tíðliga í vikuni. Fiskiskapurin hjá flestu trolbátum er á einari leið í løtuni. - Tvey garnaskip fiska svartkalva, og væntandi koma bæði skipini inn at landa í dag. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er vánaligur í løtuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. vilmund@sosialur Stórur sildafiskur Tað er Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum verður samráðingarleiðari fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag Samráðingar um sátt­málan fyri Elektron Henda dagin táttaði veiðan í 400 pund, og tríggir toskar vigaðu 13 pund