Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tveir ísfiskaskiparar, sum Sosialurin hevur skift orð við, siga, at nógvur smáur upsi er á ávísum leiðum, og hetta er orsøkin til, at veiði­ bann so ofta eru lýst í vár. Skipanin er hon, at tá ein ávísur prosentpartur av veiðini í einum háli er undir eina ávísa stødd, hevur skiparin skyldu til at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá hesum. Tað er ikki ólógligt at veiða smáan upsa, og tað er heldur ikki ólógligt, um ein lutfalsliga stórur partur av veiðini er smáupsi - bara fráboðanarskyldan er hildin. Flestu trolaraskiparar royna tó at umgangast stór og afturvendandi hál av smáum upsa. Betri prísur fæst eisini fyri hin størra fiskin. Men, sum skilst, eru tað eisini nakrir ávísir ís­ fiskaskiparar við trolara, sum leggja seg eftir teirri stóru nøgdini, tó at fiskurin er ov smáur. Einki fyrilit Tá nógvur smáupsi er, um­ gongst ikki, at tú onkuntíð rennur teg í okkurt hál av smáum fiski av og á, men vanligt er at flyta, tá soleiðis er. Hinvegin vita vit, at nak­ rir fáir skiparar bevíst liggja eftir hesum fiski, til Fiski­ veiðieftirlitið setir bráð- feingis veiðibann. Tveir ísfiskaskiparar, sum sigla við ymiskum trol­ ar­um hjá ymiskum reiða­ ríum, siga somu søgu, at skiparar eru ímillum, sum ikki taka serligt fyrilit fyri tí smáa upsanum. - Hetta er harmiligt, og tí er ikki minst umráðandi, at Fiskiveiðieftirlitið viðhvørt er skjótari á sjóvarfallinum at lýsa veiðibann, siga skip­ ararnir. Í vár hevur Fiskiveiðieftirlitið fleiri ferðir lýst bráðfeingis veiðibann fyri veiði í ávísum økjum við troli. Veiðibann er galdandi í 14 dagar, og tá henda tíðin er farin, verður leiðin vanliga latin uppaftur Skiparar liggja á smáum upsa Fríggjadagin hevði Sands kommuna starvsfólkadag við morgunmati í kommununi, mennandi aktivitetum saman við NAX, útferð í Koltur og døgurða í Skálavík. Endamálið við degnum er at menna samanhaldið og at lyfta í felag Veðrið hevur verið bæði turt og gott seinastu dagarnar, og alt bendir á, at góða veðrið fer at halda fram alla hesa vikuna Í dag verður hann eystl­igur í ættini og hækkar seinni upp í landnyrðing. Tað verð­ur eingin vindur, undir sjey metrar um sekundið, og hitin fer at liggja millum sjey og 11 stig. Eysturættin kann geva mjørka, og har mjørki ligg­ ur, fer hitin at liggja millum fimm og átta stig. Í morgin verður eisini gott veður, tveir til sjey metrar um sekundið, og hann verður høgur í ættini. Sum dagurin gongur, verð- ur klárari í veðrinum og part­vís sól. Hitin í morgin fer um dagin at liggja mill­ um 10 og 15. Mikudagin verður hann útnyrðingur í ættini, tveir til sjey metrar um sekundið. Vit kunnu vænta okkum sól, og hitin um dagin fer at liggja millum 10 og 15 stig. Hósdagin heldur sama góða veðrið fram. Hann verður útnyrðingur í ættini, sum seinni hækkar upp í norðan og fer kanska yvir í landnyrðing, tveir til sjey metrar um sekundið. Tað verður skíggjað, men sum dagurin gongur fer sólin eisini at skína. Hitin um dagin fer at liggja millum 10 og 15 stig. vilmund@sosialurin.fo Nólsoyingar hava hugflog og duga at hugna sær. Um vikuskiftið var rættiligur Hawai- stemningur á Malarenda Mentanar­ høll takast í nýtslu Í Eiðis kommunu ætla tey, at mentanarhøllin, sum bygd er burtur úr fimleikarhøll skúlans, skal standa liðug 25. juni í ár, tá ætlanin eisini er at hava móttøku. Fimleikarhøllin er umbygd til eina mentanarhøll, og skifti-og goymslurúm eru umbygd til fimm venjingarhøli til musikkskúlan. Byggingin byrjaði í 2014, og nú er komið undir land. Mentanarhøllin kemur at hava sitipláss til umleið 200 fólk, sum verður mett at vera eitt hóskandi tal til tiltøku og framførslur av ymiskum slag. - Vit vilja gjarna hava fleiri mentanartiltøk í kommununi - til gleði og gagns fyri fólkið, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. vilmund@sosialurin.fo 10-15 stig í skugganum Myndin er tikin ein góðveðursdag á Leynasandi fyri nøkrum árum síðan Mynd: Vilmund Jacobsen