Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 NÝGGI FRÍSKÚLIN PA BØRNINI Í TÍMANUM aður, men við tí fylgja nógv ymisk ting. Millum annað ein útidagur um vikuna og tað, at børnini sjálvi gera mat. Men eisini tað, at árgangarnir gerast størri enn 16 børn. At hava ein lítlan skúla, er nevniliga grundarlagið undir endamálinum við Lítlaskúla. Á Facebooksíðuni hjá skúl­ anum vísa tey á, at ein kann­ ing úr Danmark sigur, at stór­ir flokkar hava lægri meðal­karakter. Samstundis ynskja stig­ takarirnir eitt skapandi um­hvørvi. Tí hava tey gjørt eitt samstarv við Føroya Lista­skúla, og eisini hava tey sett tónleikarar í starv. Allir næmingar skulu læra at spæla eitt ávíst ljóðføri, meðan tey ganga í Lítlaskúla. Vísindalig kanning vísir nevniliga, hvussu tað hjálpir menningini av heilanum, tá børn spæla eitt ljóðføri. Og somuleiðis vísur ein onnur kanning, at børn hava lættari við at læra mállæru, um tað verður frálært við sjónleiki, filmi, myndlist ella tónleiki. »Og børn kunnu læra tabellina við at lakka hana«, sigur Jenny Winther Poul­ sen. Frá hugskot til veruleika Tey byrjaðu at tosa um frí­ skúlan fyri fleiri árum síð­ ani. Og serliga var tað stóra ynskið um ein lítlan skúla við atlit til trivaðin, ið fekk tey at gera hugskotið til veru­leika. »Vit hava tosað nógv og leingi um henda skúlan. Fyri tveimum árum síðan fóru vit so veruliga í gongd«, sigur Jenny Winther Poulsen. Tá ein nýggjur skúli skal stovnast, er nógv um­ sitingarligt arbeiði og tað er nógv, ið skal passa saman, sigur hon. Men í august yvir­tekur Lítliskúli gamla adventistaskúlan, og tá byrja eini 30 børn í fyrsta, ørðum og triðja flokki.