Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGI FRÍSKÚLIN Birgith Lassen »Her sleppa næmingarnir at liggja á gólvinum í tímanum, um tey hava hug til tað«, sigur Jenny Winther Poulsen, ið er ein av stigtakarunum til nýggja frískúlan, Lítla­ skúla. Floksstovurnar eru innrættaðar við stórum sekkjastólum og madrassum. Hetta er upp á ongan máta sum tær floksstovurnar, vit vanliga kenna – og somu­ leiðis er hugburðurin eisini heilt serligur. »Tað eru tey fægstu børn­ ini, sum klára at sita uppreist á einum stóli í ein heilan skúladag. Í Lítlaskúla vilja vit hava børn, sum trívast upp á allar mátar, og tí sleppa næmingarnar hjá okkum at liggja á sekkjastólum«, sigur Jenny Winther Poulsen. Trivnaðurin kemur fyrst Vit hugsa ov lítið um, hvussu bókligu førleikarnar hjá bør­ num ávirkast av, hvussu børnini hava tað sum heild. Tað halda í øllum førum tey, ið hava tikið stig til at byrja ein nýggjan frískúla. Í alt eru tey 14 ávikavíst lærarar, námsfrøðingar, tón­ leik­arar og listafólk sum í august opna hurðarnar á Lítla Skúla. Eitt av odda­ fólk­unum er Jenny Winther Poulsen. Hon starvast í løt­ uni sum lærari á Hoy­vík­ar Skúla, men eftir summ­ar­ frítíðina verður hon ein av teimum tveimum lær­ar­un­ um í Lítla Skúla. «Vit eru heilt ótrúliga spent«, sigur Jenny Winther Poulsen. Tað hevur stundum verið stríggið hjá teimum 14 stigtakarunum, tí tey hava bygt ein skúla upp úr nýggjum við síðuna av teirra fulltíðarstørvum og gerandisbaksi annars. Men tað er stríðið vert, sigur Jenny Winther Poulsen, sum eisini er leiðari á Lítlaskúla. Longu nú eru børn skriv­ aði inn í skúlan fram til ár 2012. Ynskja eitt skapandi umhvørvi Grundarsteinurin er trivn­ Um fáar mánaðar letur ein nýggjur skúli upp í Havn. Sosialurin hevur vitjað skúlan og tosað við leiðaran um, hvussu børn trívast best, og hvussu tað er at stovna ein heilt nýggjan skúla bert við sjálvbodnari arbeiðsmegi HER SLEPP AT LIGGJA Í Fyrr í mánaðinum hevði Lítliskúli opið hús. Sosialurin hevur fingið loyvi at prenta myndir frá degnum