Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 TÍÐINDI Royna at sleppa at samráðast við EFTA Í morgin hittir Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkismálum, norska ES og EØS ráðharran, Elisabeth Aspaker Árni Gregersen Føroyar gera nú eina álv­ ars­liga roynd at sleppa uppí EFTA-felagsskapin. Í morgin hittur føroyski landsstýrismaðurin við vinnu­málum, Poul Michel­ sen, norska ráðharran, sum hevur ES og EFTA undir, sær, Elisa­beth Aspaker. – Norðmenn hava áður sagt, at teir vilja stuðla einari før­oyskari umsókn um lima- skap í EFTA, sigur Poul Mich­ el­sen. – Nú fari eg so at hitta norska ráðharran fyri at royna at vita, um nakar møgu­leiki hjá okkum er at sleppa uppí EFTA og EØS felags­skapin. Vit tosa nógv um handilsforðingarnar í Ev­ ropa, so nú mugu vit kanna, hvat kann gerast fyri at sleppa av við tær, sigur Poul Michelsen. Ætlanin er, at Føroyar senda eina umsókn til EFTA, sum skal við­gerast á fund­in­ um, sum EFTA hevur seinast í juni. Hetta er ikki beinleiðis ein umsókn um limaskap, men meira ein umsókn um at sleppa til samráðingar um møguligan limaskap. Fyri Føroyar hevur ein lima­skapur í EFTA við sær, at Føroyar fáa somu hand­ils­ avtalur við onnur lond, sum EFTA longu hevur. Poul Michelsen, lands­ stýris­maður við uttanríkis­ málum, hevur áður havt fundir við norska ráðharran, sum hann altso skal hitta í morgin. – Sjálvandi gongur tað fyrst og fremst út uppá at vita, hvar Noreg stendur og um Noireg vil hava føroyar við í EFTA, sigur Poul Michel­ sen. Fundur í juni Ársfundurin hjá EFTA verð­ ur seinast í juni. Í løtuni hevur Seits formansskapin í fe­lagsskapinum og sveisiski formaðurin hevur heitt á Poul Michelsen og Føroyar um at koma við einari form- ligari umsókn, sum kann við- gerast á fundinum í juni. Ísland hevur for­mans­ skap­in í felagsskapinum næsta ár. – Sveisiski formaður hevur biðið okkum koma við umsóknini, so hon kann viðgerast á fundinum í juni, so tað fara vit at gera, men sum nevnt er hetta ein umsókn um at sleppa til samráðingar – ikki ein beinleiðis umsókn um lima­ skap, sigur Poul Michelsen. Hann sigur, at íslendingar hava sagt, at teir taka undir við, at føroyingar eisini fáa limaskap í EFTA og á fundinum við norska Evropa-ráðharran er so ætl­ an­in at fáa at vita, hvørja støðu Noreg hevur. Danmark hevur áður sent felagsskapinum bræv, har tey siga, at tað er í lagi frá dansk­ari síðu, at Føroyar fáa lima­skap í EFTA. – Og alt bendir á, at dan­ ir eru sinnaðir at senda fe­ lagsskapinum eitt nýtt slíkt skriv, sigur Poul Michelsen. Lidnar vørur Fyri førpoyskan útflutning kann ein limaskapur í EFTA gera, at til ber hjá føroyskum virkjum at útflyta nakað av liðugtgjørdum fiskavørum, uttan at tær fáa toll álagdan, tá ið tær verða innfluttar til tey lond, sum EFTA hevur handilssáttmála við. Í Føroyum verður nógv tos­að um, at tað er nærum ómøgu­ligt at útflyta virk­að­ ar vørur til ES, tí har eru ov høgir tollmúrar. Tað er serliga millum ES- londini internt, at illvilji er ímóti at lata virkaðar vørur kom inn um ES-tollmúrarnar uttan avgjøld. Í ES er ein hópur av fyri­ tøkum, sum keypa fisk úr Før­oyum og øðrum londum, sum so verður virkaður á verk­smiðjum í ES. Hesar fyritøkur vilja sjálv- andi helst sleppa undan kapp­ing frá fyritøkum uttan fyri ES. EFTA EFTA er ein rættuliga gamal felagsskapur, men í dag eru bert fýra lond limir har. Tey eru Ísland og Noreg og so Sveis og Liktenstein. Upprunaliga var EFTA sett á stovn í 1960. Tá kallaðir ES »Tey seks« og EFTA »Tey sjey«. Síðani er nógv broytt og fleiri av teimum, sum upp­ runaliga stovnaðu EFTA – til dømis Danmark og Stóra Bretland – eru síðani vorðin partur av ES. Upprunaliga endamálið hjá EFTA var at tryggja eina búskaparliga menning gjøg- num javnbjóðis kapping og fríhandil. Í dag er ES ein munandi sterkari felagsskapur enn EFTA við nógv fleiri londum, men í Føroyum er ein greið polit­isk mótstøða at fara upp í ES. – Tað sær heldur ikki út til, at tað ber til at fáa toll­ forð­ingarnar burtur. Í veru­ leik­anum er ES ikki til at vika á hesum økinum, sigur Poul Michelsen, lands­stýris­ maður. Lnadsstýrið roynir nú av álvara at sleppa at samráðast um limaskap í EFTA. EDin umsókn verður send til ársfundin seianst í juni. Poul Michelsen, landsstýrismaður, skal í morgin á fund við norska Evropa-ráðharran Elisabeth Aspaker Elisabeth Aspakar hevur áður hitt føroyska landsstýrismannin, millum annað á norðurlendskum fundi í Helsnki