Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Um útróður í Vestmannasundi Símun Pauli Jacobsen Vestmanna Nú eri eg ikki nak­ar heilt ung­ ur maður long­ ur – fylti 90 í februar farandi – men tó eftir um­ støðunum í tolu­ liga góðum árum. Sjálvt um eg í alla mína tíð til pensiónsaldur havi verið í føstum starvi uppi á landi, so havi eg við sundaútróðri hildið pottin við døgurðamati í meira enn 50 ár, og tað havi eg eina Harranum at takka fyri. Øll góð og fullkomin gáva er omanífrá. Í hesi mongu ár av lívi mínum, hvar eg havi havt eydnuna við mær bæði á sjógvi og landi, so eru tað serliga tríggir dagar í Vest­ mannasundi, sum skara framúr í minninum. Tá eg var og ferðaðist á Kirkju í 1961, segði ein mammubeiggi mær – hann var føddur í 1881, at eftir hansara royndum var fliða besta agn til smáfisk um hesytið. Síðani havi eg bara nýtt fliðu, og væl tekur í. Í trimum kyrrindum innan fyri tvær vikur fingu vit fyri tíð síðani 400 fiskar – góður og feitur smáfiskur við væl av stórari hýsi uppií. Fiskireiðskapurin, ið eg nýtti, var 0,9 mm nylon. Eitt heimagjørt balnkt lodd – um 400 gram – nið­ ast í endanum. Frá loddinum og uppeftir vóru niðast tveir skeið­ húkar og síðani seks – átta seiða­ gummibeitur. Hesar fiskigreiðir vóru nýttar bæði til at fiska seið og smáfisk við. So var tað ein dagin seinast í sekstiárinum, at eg fór út á Egilsnes at fiska seið. Væl var at fáa, men av tí at veðrið varso sera gott, og eg visti, at nógvur seiður stóð út fyri Vágalandinum millum Kloddan og Oyragjógv, stimaði eg yvir um Sundið, hóast eystfallið ikki var emira enn reiðiliga hálvrunnið. Tað var alt í einum, at seiður ella smáfiskur var á hvørjum húki. Men brádliga fekk eg tað hugskot, at eg ikki skuldi draga beinanvegin, tí kanska ein kalvi fór at taka um onkran seiðin. Áðrenn eg hevði hugsað hendan tanka at enda, nú nívir á, og snørið fer at renna alt í einum. Eingin ivi um, at fittur kalvi hevur tikið. Men brádliga tykist kalvin at vera farin. Eg fari at draga upp, og eg dragi slakan. Stundum tykist okkurt tung at taka í, og so at draga slakan. Nú fór eg at draga slakan, so skjótt eg kundi, og tað var skjótt, at teir fyrstu húkarinir komu inn í bátin. Og alt í einum kemur hesin stóri kalvin sjóleysur upp við báta­ borðinum og stendur um eina alin steyrrættur frá bátaborðinum og uppeftir. Í evstu løtu fekk eg krókin í kalvan og koppað hann inn um stokkin. Hann fer niður við borðinum og brýtur eina ár við somu øði, øðru megin á bekkinum. Eg fekk lagt meg oman yvir hann og skar í hann, so hann bløddi. Eg haldi ikki, at kalvin hevði verið fastur í nørkum húki, men einans etið seið av húkunum alla vegin uppeftir. Kalvin vigaði 63 pund. Árið eftir var eg farin kyrrindi í Vestmannasundi. Hesaferð gekk leiðin nakað suður um Fútaklett. Eg heðvi fingið um 70 fiskar, og til tað leið væl til kyrrindi. Tá fekk eg brádliga tað hugskot at stima norður um Oyrargjógv at vita, um ikki onkur kalvi var eftir umleið somu leið, sum eg hevði fingið hin kalvan. Eg koyrdi reiðskapin út, og tað gingu ikki nógvir minuttir, til kalvi tekur, og hann rennur alt snørið út. Tað kennist væl, og kalvin er hampuliga stórur og rennur snørið fleiri ferðir á botn. Men alt í einum tykist kalvin at vera farin, slitið. Tó eina løtu seinni nívir aftur, og hesaferð tykist kalvin at vera nógv tyngri. Eftir góðari løtu byrji eg at draga, men smátt gongst. Hesin kalvin tyksti vera dupult so stórur, sum tann, ið slitið hevði. Eftir góðari løgtu hómast kalvin niðri í sjónum, og nú síggi eg, at hann kemur upp við stertinum fyrst og er krøktur við eini vanligari seiðagummibeitu. Eg fekk kalvan inn í bátin, og hann gjørdi lítið um seg. Bæði kalvin og eg vóru útlúgvaðir. Kalvin hevði slitið, húk og lodd vóru burtur, men síðan var kalvin krøktur í eina seiðagummibeitu. Kalvin vigaði um 50 pund. Ein dagin var eg farin suður á Navið. Eg fekk væl av fiski. Men so fekk eg brádliga tað hugskotið at fara tætt inn ímóti Búkonuni at royna eftir kalva. Tað var skjótt, at kalvi nívur á og rennur snørið á botn. Tað gekk hampuliga væl at draga kalvan at borði, men tíverri fór hann, tá eg skuldi høgga. Eg ítaði staðið av og góða viku seinni fór eg at royna í sama stað, jú, eftir goðari løtu tekur kalvi, og hesaferð eydnaðist at fáa hann í bátin. Hann vigaði um 30 pund. Eina aðru ferð var eg farin at royna millum Stíggjan og Haga­ gjógv. Fýrurin á Slættanesi undan Vátarkøllum. Har fekk eg nógvan fisk. Tá eg skuldi til at gevast, tekur kalvin. Eg fái hann nakað upp frá botni, men so fór hann av. Eg ítaði staðið av, og um leið 14 dagar seinni fór eg aftur at royna í sama stað. Aftan á at hava roynt kyrrindini og fingið væl av fiski fór eg at royan eftir kalvanum. Eftir at hava ligið út móti einum tíma og roynt uttan úrslit, skuldi eg júst at draga upp fyri at fara heim. Men tá tekur kalvi brádliga, helst hin sami, sum eg hevði mist, og hesaferð fekk eg hann inn í bátin. Hann vigaði um 35 pund. Ein seinnapart eftir arbeiðstíð var eg farin út á Egilsnes at dyrgja á innrákinum seinnapartin. Eg fekk ov mikið av seiði. Tá fekk eg brád­ liga tað hugskotið at rógva spaku­ liga heim at vita, um onkur kalvi ikki kundti taka Eg tók loddið og bant tað upp undir eitt eykasnøri. Síðani hevði eg ein teym niður úr loddinum við einum seiðhúki. Eg krøkti so eina seiðabeitu uppá og byrjaði at damla spakuliga inn­ eftir, við kós móti Grønanesi. Eg hevði ikki tikið mong tøk, nú tekur í, og kalvi er, stórur kalvi. Hetta var ímóti skýming, og tað tyktist ógvuliga tungt at fáa kalvan upp. Tá so endiliga var komið at broði við kalvanum, var meira enn hálva­ skýmt. Tá eg so høgdi, rakti eg so illa vegna myrkrið, at kalvin tók undir borðinum og sleit. Eg metti annars hendan kalvan at vera um 40 pund. Eg fekk onantíð nakað hugskot um at royna eftir kalvanum, onkran annan dag, so onkur annar má heslt hava fingið hann, og tað skal vera honum væl unt. Annars havi eg gjøgnum árini fingið eina nmogd av kalvum, líka frá 1-2 pund og upp til 20-25 pund. Ein dagin miðskeiðis í nítiár­un­ um vóru eg og sonur mín farnir í grunnin at royna. Eini 10-15 aðrir bátar vóru eisini í grunninum hend­an dagin. Men fiskiskapurin var eingin. Tyktist vera steinoyði til fisk. Sum dagurin leið byrjaðu bátarir at rýma vegna fiskaloysi. Men vit vóru verandi, væntandi broyting út á dagin. Eg hevði ongan hug at fara heim við ongum fiski. Eg veit ikki, um allir hinir bátarnir vóru rýmdir, men vit sóu ongan bát. Vit lógu nakað sunnan fyri Skæl­ ing, nærri Streymoyar­landinum, men einki bar til. Tá vit høvdu ligið har í rúma tíð og einki fingið, ivaðist eg í at fara heim vegna fiskaloysi. Eg reisti meg upp fyri at hyggja, um nakað var at síggja. Tá síggi eg eitt veldugt fuglavað frá sjónum og upp móti skýggjum. Fuglavaðið hevði beina kós móti Navinum og tyktist vera inni á brondingaleið, meðan tað ferð­ ast norður við Vágalandinum. Brád­liga lógu vit mitt í eini stórari toskatorvu. Vit høvdu bæði snørini úti við 4 húkum á hvørjum snøri. Arbeiðið hjá okkum var at draga og krøkja toskarnar av húkinum. Tá vit vóru komnir áraka Marragjógv, var rúmið fult av stórum toski. Toska­torvan vendi nú og helt fram móti Leynalandinum. Vit hildu okkum nú at hava fing­ ið nokk av toski og samdust um at gevast. Veiðan var 600 pund av stórum toski. Aftur ein góð og full­ komin gáva omanífrá. Harrin eigur alla tøkkina. Vit vildu meira enn gjarna latið øðrum bátum sleppa at fiska av tí mongd av fiski, sum var í grunn­ inum hendan dagin. Lív mítt bæði á sjógvi og landi gjøgnum langt lív hevur lært meg, at tað lønar seg at bíða eftir Harrans tíma. Byrjar ein songur ikki soleiðis: »Apostlene sad i Jerusalem og bied på Herrens time«. Millum mong vælsignað tíðarbil av lívi mínum kann eg ikki lata vera at nevna tey árini, vit reistu runt Føroya land at boða gleðiboðskapin undir heitinum »Kristus er svarið«. Eisini lutaðist mær í eini 20 ár at vera limur í bønarflokki í Vest­ manna. Vit vóru umleið 30 limir í bønarflokkinum. Nú er umleið helmingurin flutt heim í dýrdina. Tá eg gjørdist pensjónistur í 1993 eftir umleið samfull 50 ár í al­ mennum størvum, tók eg ta avgerð, at eg skuldi nýta ta tíð, eg hevði eftir á foldum – at skriva andaligar greinar um gleði­boð­skapin. Nú eri eg bryjaður at eldast so spakuliga – fylti 90 ár í februar farandi. Og vóni eg at kunna halda áfram við andaligu greinunum í bløðunum. Samstundis fari eg at takka øll­ um teimum, sum á ymiskan hátt hava takkað mær fyri evangeliska boðskapin gjøgnum hesi mongu árini.