mánadagur 30. mai 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ATLI MYNSTRAR
AV Á TOPPINUM
Vetarnurin á KÍ miðvøllinum, sum mikudagin verður lagdur undir skurð, heldur, at liðið
er so væl skipað, og at ágrýtni og orkan eru so góð, at tað fer at røkka langt
Jóannes Hansen
Tað prutlar av álvara í fót
bóltsgrýtuni
í
Klaksvík.
Síðsta dømið um spenningin,
sum nú er kring KÍ liðið, var
hóskvøldið, tá ið teir bláu og
hvítu við sannførandi avriki
og 4-1 sigri á NSÍ tóku stórt
stig ímóti finaluni um løg
manssteypið.
Mikukvøldið
fimtanda
juni verður seinna hálv
finalan við Løkin í Runavík.
Eingin ivi er um, at KÍ er stór
favorittur at verða saman
taldur vinnari. Klaksvíkingar
vísa tó á, at í fjør vann NSÍ
báðar dystirnar í Runavík
við trimum málum – 3-0 og
4-1 – og at NSÍ tískil avgjørt
ikki skal avskrivast. Men tað
sær gott út!
Um tað eydnast KÍ at
røkka finaluni, so verður tað
fyrstu ferð í tíggju ár. Í 2006
tapti KÍ í finaluni 2-1 ímóti
B36. Ta ferðina javnaði Atli
Danielsen við brotssparki
til 1-1. KÍ hevur ikki vunnið
steypakappingina
síðani
1999, tá ið liðið eisini vann
FM. Síðani er einki skreyt
vunnið til Klaksvíkar – á
mannfólkasíðuni.
Sunnudagin – á norðoya
stevnu – verður NSÍ aftur í
Klaksvík. Tá fara hesi bæði
liðini at stríðast um, hvat av
teimum skal vera fremsti av
bjóðarin hjá Víkingi í lands
kappingini.
Skurðviðgjørdur
Tað er greitt, at Atli Danielsen
ikki verður við á norðoya
stevnu. Mikudagin verður
Atli Danielsen lagdur undir
skurð í Aarhus. Nú er nakað
síðani, at tað varð staðfest, at
tað er eitt lítið beinbrot inni
í høgra fóti, sum er orsøk til,
at 32 ára gamli veteranurin
ikki fær vant og spælt, sum
hann vil.
Tí hevur hann fyri tað
mesta verið til at taka. Átta
ferðir er hann skiftur inn, og
einaferð er hann skiftur út.
– Læknin hevur sagt, at
tað eftir skurðviðgerðina
verður neyðugt við steðgi í
eitt hálvt ár, men nú fáa vit
at síggja.
Fert tú yvirhøvur at spæla
aftur?
– Nú fáa vit at síggja!
Men er tað ikki harmuligt
at gevast akkurát nú?
– Tað hevur verið ógvuliga
hugaligt at verið við, hóast
mín leiklutur ikki hevur ver
ið so stórur. Tað kemst eisini
av skaðanum.
Konseptið
Í 2011 vann Atli Danielsen
FM við B36. Tá var Mikkjal
Thomassen venjari:
– Nógv av tí, sum vit
tá brúktu, er tað sama nú.
Verjuparturin er framúr væl
skipaður. Í fjør fóru nógv
mál ígjøgnum í sambandi
við deyðbóltar. Soleiðis er
tað ikki nú. Nýggju spæl
ararnir hava styrkt nógv
um liðið, og tað er gott, at
kappingin um plássini er
stór. Vit orka sera væl, ar
beiða nógv og í álopinum
eru Jóannes Bjartalíð og Páll
A. Klettskarð ógvuliga væl
upplagdir.
Hvat líkist frá meistara
liðnum hjá B36 í 2011?
– Vit eru ikki so góðir á
bóltinum, sum B36 var í 2011.
Men vit vinna nærdystirnar
og stríðið um næstu bóltar
nar, og tað hevur bortið
langt. Eg vænti, at fótbólts
spælið fer at batna, tí tað býr
nógv í spælarunum, sigur
Atli Danielsen, sum ikki
verður at síggja á KÍ liðnum
næstu vikurnar og mánaðir
nar.
Um hann verður við aftur
seinni í ár fer tíðin at vísa.
– Tá ið skurðviðgerðin er
liðug, fari eg at spyrja lækn
an um, hvussu tað verður. Eg
havi eina kenslu av, at talan
er ikki um so álvarsligan
skaða, hóast tað ljóðar av
nógvum, tá ið talan er um
beinbrot í fótinum! Í KÍ er
lagið gott, áskoðararnir eru
spentir, og undirtøkan er
framúr. So tað verður spenn
andi at fylgja við í, hvussu
langt hetta fer at røkka. Um
tað skal eydnast at røkka
málinum, ið er altjóða fót
bóltur næsta ár, so er neyð
ugt, at liðið heldur fram at
arbeiða nógv og vísir eyð
mýkt í uppgávuni, og tað veit
eg, at venjarin fer at syrgja
fyri, at spælararnir gera,
sigur Atli Danielsen.
joannes@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Tað prutlar av álvara í fótbóltsgrýtuni í Klaksvík
Mynd: Álvur Haraldsen