mánadagur 30. mai 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÚTISETAR GERA UM SEG
Finnur Justinussen er við at sparka Fremad Amager til uppflyting, Jóhan á Plógv Hansen var framúr í DM-gullrúsi
og tveir blaðungir føroyingar kunnu gerast meistarar í týskum hondbólti. Her eru tey stuttsøgdu ítróttartíðindini
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Finnur Justinussen heldur
fram við at skjóta mál fyri
Fremad
Amager.
Í
gjár
vann Fremad Amager 2-0 á
heimavølli ímóti Brønshøj,
og tað var Finnur, ið legði
Fremad Amager á odda
1-0. Eisini Heini Vatnsdal
spældi allan dystin. Tað sær
ógvuliga gott út hjá teimum
og liðfeløgunum, sum nú,
tá ið tað einans tríggir
dystir eru eftir at spæla,
eru seks stig røttu megin
uppflytingarstrikuna.
Vendsyssel
FF
gjørdist
nummar fýra í næstbestu
deildini.
Tað
gjørdist
greitt eftir 2-0-sigur á FC
Helsingør, har Jonas Gejel
Hansen
varð
innskiftur,
meðan Brandur Hendriks
son var einasti føroyingur
í
byrjunaruppstillingini
hjá Vendsyssel FF. Hallur
Hansson var leikbannaður,
René
S.
Joensen
sat
á
beinkinum,
meðan
Meinhard E. Olsen varð
innskiftur í seinna hálvleiki
og
harvið
fekk
debut.
Vejle og Vendsyssel FF
vóru ájøvn í stigum undan
seinasta
umfarinum
um
vikuskiftið, men tað er
Vendsyssel, sum fær æruna
av fjórða plássinum, eftir
at Vejle tapti einki minni
enn 5-0 ímóti Silkeborg.
Viljormur Davidsen spældi
allan
dystin
á
vinstra
bakki. Vejle má harvið taka
til takkar við fimta plássi.
Gunnar Nielsen og liðfelagar
hansara í FH Hafnarfirði
hava í kvøld møguleikan at
leggja seg á odda í íslendsku
Úrvalsdeildini.
Kl.20.15
fáa teir vitjan av Víkingi,
men
skal
oddasessurin
vinnast, so krevur tað sam
stundis, at Stjarnan ikki
vinnur ímóti Breiðabliki.
Seinasta umfar í Superliguni
varð spælt um vikuskiftið.
FCK,
sum
hevði
Brand
Hendriksson við í fyrru
hálvu, hevði longu tryggjað
sær gullið áðrenn hetta
umfarið.
Silvurið
vann
SønderjyskE,
meðan
FC
Midtjylland fekk bronsu.
Gilli Rólantsson og AaB
blivu nummar fimm, meðan
Jóan Símun Edmundsson
og
OB
blivu
nummar
sjey. Hobro flytur niður.
Leygarkvøldið
var
Champions League-finalan
spæld á San Siro í Milano,
har Madrid-feløgini, Real
og Atlético, hittust. Sergio
Ramos legði Real Madrid á
odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men
fáar minuttir fyri leiklok
javnaði Yannick Ferreira
Carrasco til 1-1. Neyðugt
var við longdari leiktíð og
brot sparkskapping áðrenn
vinnarin
varð
funnin.
Tað gjørdist Real Madrid,
eftir
at
Juanfran
hjá
Atlético var tann einasti,
ið misnýtti sítt brotsspark.
Eftir Champions League-
finaluna
segði
Atlético
Madrid-venjarin,
Diego
Simeone,
við
BBC,
at
hann nú fer at umhugsa
framtíðina. Hann kallaði
tað fyri eina gølu, at lið
hansara nú hevur tapt tvær
Champions League-finalur.
Simeone, sum hevur verið í
felagnum síðani 2011, hevur
sáttmála
fram
til
2020.
Hull verður aftur at síggja
í Premier League næsta
kappingarár. Tað er greitt,
eftir at liðið um viku
skiftið vann finaluna í upp
flytingarspælinum
ímóti
Sheffield Wednesday. Talan
var um eina tætta finalu
á Wembley, har Mohamed
Diame gjørdist sigursharri
smáar
20
minuttir
fyri
leiklok.
Hull
vann
1-0.
Fyrrverandi
Liverpool-
verjuspælarin, Daniel Agger,
hevur boðað frá, at hann
gevst í Brøndby, har hann
hevur spælt seinastu tvey
árini. Enn er einki komið
fram um hvar 31 ára gamli
danski landsliðsleikarin fer
at halda fram, men fleiri
feløg liggja framvið, eitt nú
AC Milan og Fenerbahce.
Metnógvir venjarar hava
fingið sekkin í enskum fót
bólti í hesum kappingar
árinum ella beint eftir. Til
samans 56 venjarar í fýra
teimum fremstu deildunum
í Onglandi hava mist arbeið
ið
hetta
kappingarárið,
11 teirra í Premier League.
Tað er nýtt met, eftir at
gamla metið var í 2001/2002,
tá ið 53 venjarar ruku.
HONDBÓLTUR
Brandur
Halgirsson
og
Hørður
Trygvason
hava
saman við U16-liðnum hjá
SG
Flensburg-Handewitt
spælt seg í finaluna um
týska meistaraheitið. Hálv
finalurnar vórðu vunnar
við tilsamans 10 málum
ímóti
Kronau/Østringen.
Í finalunum, sum verða
spældar 4. og 11. juni, er mót
støðuliðið Füchse Berlin.
Jóhan á Plógv Hansen er
danmarksmeistari
saman
við Bjerringbro-Silkeborg.
Lið hansara tapti seinnu
finaluna 26-25 ímóti Team
Tvis Holstebro, men við
einum 27-20-sigri í fyrru
finaluni
tryggjaðu
teir
sær
DM
við
samlaðum
52-46-sigri. Í hesi seinnu
finaluni
skeyt
Jóhan
fimm mál av høgra vongi.
– Felagið hevur veruliga
uppiborið hetta gullmerkið.
Hetta er tað størsta, sum
eg havi roynt á yrkisleiðini.
Halt munn, sum hetta er
feitt. Tað er ikki til at lýsa við
orðum, segði Jóhan á Plógv
Hansen, tá ið heimasíðan hjá
Bjerringbro-Silkeborg fekk
orðið á hann eftir dystin.
FR. ÍTRÓTTUR
Karina Ottosen luttók í gjár
í Ironman í Florianópolis í
Brasilia, har hon við tíðini
9:44:17 megnaði at vinna sær
eitt 9. pláss í kappingini, har
tilsamans 1845 thriatletar,
menn og kvinnur, vóru við.
Vinnari gjørdist Elizabeth
Lyles úr USA við tíðini
8:54:10.
Eitt
Ironman
er
at svimja 2,86km, súkkla
180,25km og at enda renna
eitt
marathon
(42,2km).
Hvirlan, Bragdið og Treysti
hava
seinastu
dagar
nar
skipað
fyri
opnum
kappingum
á
Tórsbreyt
og á Svangaskarði. Væl av
undirtøku hevur verið til
tær
mongu
greinarnar,
har tað umframt ymiskar
renniteinar
hevur
verið
longdarlop, trístøkk, spjót
kast, kúlustoyt og diskus
kast. Eitt bólkamet varð sett
– tað átti Tórur Mortensen
við
14,12m
í
trístøkk.
SÚKKLING
Torkil Veyhe, sum súkklar
við Team WeBike-CK Aar
hus, heldur fram við at vera
eyðsýndur í súkklulands
lagnum í Danmark. Eftir
framúr góð úrslit seinastu
tíðina, var í gjár kappast
Sønderborg. Aftur hesaferð
hevði Torkil snútan frammi
og gjørdist nummar tvey.
Á nýggja danska styrkis
listanum
hevur
Torkil
Veyhe gjørt eitt risa lop,
har hann nú er nummar
fimm við 78 stigum. Hann
er frammanfyri fleiri full
tíðarsúkklarar, eitt nú Lasse
Norman Hansen, sum vann
OL-gull á breytarsúkkling í
2012, og Alex Rasmussen, sum
hevur súkklað bæði Giro
d'Italia og Vuelta a España
undir leiðslu av Bjarne Riis á
táverandi Team Saxo Bank.
Seinasti teinur í ársins
útgávu av Giro d'Italia varð
súkklaður í gjár. Á næst
seinasta
teini
eydnaðist
tað
heimafavorittinum,
Vincenzo Nibali (Astana),
at
taka
samlaða
sigur
in
frá
Esteban
Chaves
(Orica-GreenEDGE). Hetta
var aðru ferð, at Nibali
vann kappingina. Fyrstu
ferð
var
í
2013.
Triðja
plássið í ár fekk Alejandro
Valverde
(Movistar)
STUTTSØGD TÍÐINDI