Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. Deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 07 Vestur 12 10 2 0 42 14 +28 32 2 EB/Streymur 11 9 2 0 38 7 +31 29 3 NSÍ II 12 7 0 5 29 32 -3 21 4 FC Suðuroy 10 6 1 3 30 15 +15 19 5 Giza Hoyvík 11 6 0 5 23 18 +5 18 6 KÍ II 11 5 0 6 22 25 -3 15 7 Víkingur II 12 4 1 7 14 27 -13 13 8 HB II 12 2 1 9 21 36 -15 7 9 B71 11 1 3 7 13 31 -18 6 10 AB II 12 1 2 9 10 37 -27 5 EINGIN SPENNINGUR UM UPPFLYTINGINA 07 Vestur og EB/Streymur hava beina kós ímóti bestu deildini Jóannes Hansen Kappingin er ikki hálv­runn­ in. Kortini skal nógv – heilt nógv – venda øðrvísi fyrsta oktober, enn tað ger í dag, um tað ikki vera 07 Vestur og EB/ Streymur, sum flyta upp og har­við fara at spæla í bestu deildini næsta kappingarár. Avbjóðararnir – um tað ber til at kalla teir soleiðis – eru FC Suðuroy og Giza Hoyvík. Støðutalvan sigur, at FC Suðuroy hevur spælt tíggju dystir, at Giza Hoyvík og EB/Streymur hava spælt ellivu dystir, og at 07 Vestur hevur spælt tólv dystir. Tí er tað eitt sindur mis­ vís­andi, tá ið tað verður staðfest, at 07 Vestur hevur 32 stig, at EB/Streymur hevur 29 stig, og at FC Suðuroy og Giza Hoyvík hava ávikavíst 19 og 18 stig. Orsaka av steypakapp­ing­ ini var neyðugt at útseta KÍ- Giza Hoyvík og FC Suðuroy- EB/Streymur. Hesir báðir dystirnir eru ásettir at vera næsta sunnudag. Leygar­ dagin skuldi B71 havt verið í Vági, men tann dysturin er útsettur inntil fyrsta leygar­ dagin í september. Um tað eydnast EB/ Streymi at vinna á Vágseiði sunnu­dagin so vera tað trett­an stig frá teimum báðu fremstu og aftur til FC Suður­oy. Um Giza Hoyvík vinn­ur í Klaksvík, so vera tað ellivu stig frá tveimum teimum fremstu og aftur til næsta avbjóðaran. Í fjør vann Skála næst­ bestu deildina sera sann­ før­andi. Úrtøkan var 70 stig eftir 22 sigrar, fýra javn­ leikir og eitt tap. Samlaði mál­mun­urin var 96-17. Um­ framt at vinna sigrar, stig og mál so var tað avgerandi hjá skálamonnum, at spæl­ skip­an­in skuldi mennast so­leiðis, at liðið kundi halda fram at brúka hana, tá ið fyri­treyt­irnar fóru at verða heilt øðrvísi. Hóast Skála var favorittur mest sum hvørja ferð, so duttu skálamenn ikki í ta grøvina, at teir løgdu lítið í skip­aða verjupartin, tí teir vóru so nógv betri enn mót­ støðu­liðini. Avbjóðingin hjá øllum upp­flytarum er at standa seg í bestu deildini. Tað vísir seg ofta at ganga illa við tí. Støðutalvan sigur, at tað gongur væl hjá Skála. Orsøkin er, at verjuparturin rigg­ar so væl, og at tilvitanin um, hvussu tað skal ber­ast at ímóti stinnum mót­støðu­ lið­um er so stór. Nú verður tað skjótt komið har til hjá 07 Vestur og EB/Streymi, at fokus í alt størri mun skal setast á fyrireikingarnar til næsta kappingarár. Eitt er spæl­ skipan­in, og eitt annað er, hvussu tað fer at eydnast at styrkja liðini. Hesin seinni parturin snýr seg ikki minst um at varðveita javn­vágina soleiðis, at tað fram­vegis í stóran mun vera teir lokalu, sum hava vunnið upp­flyt­ing­ ina, ið halda fram at spæla, og at teir fáa onkrar stuðlar aftrat. Tá ið 07 Vestur leygar­ dagin vann tepran 2-1 heima­ sigur ímóti væl mannaða KÍ, varð verjukendi miðvallarin Martin Tausen kosin at vera besti maður á heimaliðnum. Hann hevur royndir í bestu deildini, har hann hevur um­boðað VB/Sumba, FC Suðuroy og TB. Ein annar lyklaspælari í 07 Vestur er Søren Nielsen. 25 ára gamli danski álops­spæl­ arin varð boð­sendur at røkja leik­lutin sum málskjútti. Orsaka av skaðum hevur hann bara verið við í átta av teimum tólv dystunum, og tølini siga, at hann hevur livað upp til tað, sum roknað varð við av honum. Søren Nielsen skoraði bæði málini ímóti KÍ, og hann er nú topp­ skjútti við tólv málum. Síðani hann í 2008 kom til B68, hevur Ahmed Keita víst seg at hava gott máltev. Trupul­leikin hevur verið, at hann so ofta hevur verið skaða­plágaður. Higartil í ár hevur hann skorað átta mál. Leygardagin skoraði hann tvey, tá ið Giza Hoyvík vann 4-0 á Víkingi. Hjá EB/Streymi eru tað nógvir teir somu, sum manna liðið nú, og sum vóru við í fjør, tá ið liðið fluttu niður úr bestu deildini. Tríggir teirra, sum hava royndir av at spæla í bestu deildini, skor­aðu málini í 3-1 sigrinum á HB í Gundadali – Jóhannes Hansen, Marni Djurhuus og Leif Niclasen. joannes@sosialurin.fo Víkingur - Giza Hoyvík 0-4 (0-1) 0-1: Jón Samuelsen 40. 0-2: Ahmed Keita 52. 0-3: Ahmed Keita 57. 0-4: Emil Ronaldsson 69. NSÍ - AB 3-0 (1-0) 1-0: Debes Danielsen 29. 2-0: Aron Knudsen 46. 3-0: Debes Danielsen 54. 07 Vestur - KÍ 2-1 (0-1) 0-1: Jógvan Isaksen 7. 1-1: Søren Nielsen 59. 2-1: Søren Nielsen 72. HB - EB/Streymur 1-3 (0-2) 0-1: Jóhannes Hansen 12. 0-2: Marni Djurhuus 32. 0-3: Leif Niclasen 57. 1-3: Tór av Skarði 70. FC Suðuroy - B71 útsettur til 3. september Sunnudagin 5. juni KÍ - Giza Hoyvík FC Suðuroy - EB/Streymur Leygardagin 11. juni KÍ - AB Víkingur - NSÍ EB/Streymur - B71 Giza Hoyvík - HB FC Suðuroy - 07 Vestur faroesoccer.com Máltindurin: Søren Nielsen 07 Vestur . . . . 12 Leif Niclasen EB/Streymur . . . 10 Gunleif Magnusarson 07V . . . . 9 Búi Egilsson FC Suðuroy . . . . . . 9 Mamuka Toronjadze FCS . . . . . 9 FÓTBÓLTUR Mynd: Sigmar Mørkøre