mánadagur 30. mai 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – høllin á Hálsi
Um vikuskiftið var árliga
sterkmans
og
fitness
vikuskiftið
í
høllini
á
Hálsi.
Fríggjakvøldið
var
sterkmanskappingin,
har
Bjarni Nielsen lyfti, haltaði
og skumpaði alt til viks í
kappingini at verða sterkasti
maður í Føroyum. Hann
hevur nú vunnið heitið trý
ár upp í slag.
Í FM í Fitness var elitu
dómari komin til landið at
meta um dygdina á føroysk
um Fitness. Sermerkt fyri
hetta slagið av fitness kapp
ingum er, at tær eru limur
í altjóða anti-doping sam
bandinum, og verða tí testaði
eftir hvørja kapping. Her
vann Ruth Poulsen í Bikini-
Fitness, meðan Mads Hentze
vann í Men's Physique.
Bjarni á lands
sjúkrahúsið
Bjarni Nielsen hevur staðfest
enn eina ferð, at hann er
sterkastur í Føroyum. Hann
vann kappingina uttan stór
vegis trupulleikar.
Bjarni Nielsen legði seg á
odda longu í fyrsta øvilsinum
og var á odda allan vegin.
Hóast hann hevði trupul
leikar við øðrum beininum,
so var heitið ongantíð í
vanda. Bjarni Nielsen hevði
munin á Róa Holgarsson, ið
elti hann.
– Tað hendi okkurt í knæ
num, tá eg setti met í Log
Press. Eg mátti binda tað inn
til restina av kappingini. Nú
fari eg at kanna hvat er galið,
sigur Bjarni Nielsen, ið ætlar
sær enn fleiri FSM heiti.
– Eg havi sagt, at eg fari
at fáast við hetta í sjey ár
afturat. So tíggju FM ætli eg
mær, sigur Bjarni Nielsen.
Endiliga funnið
tað eg eri góður til
Bjarni Nielsen hevur hevur
verið partur av sterkmans
umhvørvinum í fýra ár.
Hann hevur fyrr sagt, at
hann ætlar at gera tað fulla
tíð, um tað letur seg gera.
– Tað er ringt at fáa endar
nar at røkka saman, men nú
fari eg i holt við at vera per
sónligur venjari eisini. Tí um
eg skal arbeiða, so kann eg
eins væl fáa nakað burturúr
tí samstundis, sigur Bjarni
Nielsen.
Hann hevur roynt seg í
altjóða kapping, men fyribils
verður dentur lagdur á at
venja seg sterkari.
– Tá eg havi verið uttan
lands til kapping, so eri eg
upp í móti monnum, sum
hava verið í sterkmansum
hvørvinum í minst tíggju ár.
har havi eg lært, at eg skal
til at lyfta meiri, tí at renna
og leika í, tað havi eg dugað
síðani eg var smádrongur
sigur
Bjarni
Nielsen,
ið
somuleiðis ætlar at taka eini
tíggju kilo av vøddum uppá
afturat.
Bjarni Nielsen er føroya sterkasti maður fyri triðju ferð upp í slag,
meðan Ruth Poulsen og Mads Hentze vunnu FM í Fitness
FITNESS
BJARNI, RUTH
OG MADS STÓRU
VINNARARNIR