Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hann hevur als ikki í sinni at gevast við sterk­mans­ kapp­ingum enn. – Tað tók mær 25 ár at finna nakað, sum eg eri góður til. So nú fari eg ikki at sleppa tí aftur, sigur Bjarni Nielsen. Fitness vann á sólini og grill Fyrireikararnir óttaðust eina løtu, at góða veðrið leygar­ dagin kundi halda fólki frá at koma inn í eina høll til eitt líknandi tiltaki. So bleiv ikki og fyrireikararnir eru nøgdir við uppmøtingina, men ynskja fleiri luttakarar til komandi ár. – Tað stendur ikki á at finna fólk, sum hava møgu­ leik­arnar fyri at luttaka. Trupul­leikin er at fáa tey á pallin, sigur Jákup Jacobsen, sum saman við Jákup Súna Berg hevur staðið fyri til­tøk­ unum hetta vikuskiftið. Jákup Jacobsen letur væl at kappingini og fegnast um, at tað letur seg gera at fáa ein av bestu dómarunum í heim­ inum til eina slíka kapping. – Vit hava ein heims­ meistara í David Arge Galán. Tað er einki hægri enn tað, so støðið í Føroyum er avbera gott, sigur Jákup Jacobsen. Hjá kvinnunum var talan um Bikini fitness. Her vann Ruth Poulsen frammanfyri Elisabeth Vang. Vinnarin í fjør, Linda Olivarsdóttir Andreasen, bleiv nummar trý, meðan Torgerð Dam belvi nummar fýra. Hjá monnunum var talan um kapping í Men's Physique. Her vann Mads Hentze rímiliga greitt, meðan Brestir Mikkelsen bleiv nummar tvey. Síðani komu Vilmar Mouritsen á triðja plássi og Steinar W. á Tórgarði á fjórða plássi. – Hetta er fjórða árið upp í slag, at vit hava hesar kapp­ ingar­nar, so tað skal vilja ótrúliga illa, um vit ikki hava kapp­ingarnar aftur komandi ár, sigur Jákup Jacobsen. So er spurningurin um fleiri føroyingar tora at bjóða seg fram í framtíðini. trondur@sosialurin.fo FITNESS ENDALIGA STØÐAN FSM 2016 1 Bjarni Nielsen . . . . . . . 27 (stig) 2 Rói Holgarsson . . . . . . . . . . . 23 3 Bogi Andressen . . . . . . . . . . 17 4 Óli Andresen . . . . . . . . . . . . . 16 5 Helgi Lamhauge . . . . . . . . 11,5 6 Bárður Poulsen . . . . . . . . . 10,5 Bikini 1 Ruth Poulsen 2 Elisabet Vang 3 Linda Olivarsdóttir Andreasen 4 Torgerð Dam Men's Physique 1 Mads Hentze 2 Brestir Mikkelsen 3 Vilmar Mouritsen 4 Steinar W. á Tórgarði Myndir: Álvur Haraldsen Sí fleiri myndir á www.in.fo