Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. mai 2016 · Nr. 61 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Havi verið vitni til heimsins ringasta fyrra hálvleik. Best onki mál at skora tí tá skora hini heilt sikkurt. Sum ikki einaferð kom dómarin RG í fokus við sínari alternativu døming. I am grumpy tonight. KRISTIAN JOENSEN KÍ - SÆBJØRN LEITI ÍF Tað koyrir bara ikki hjá okkum í løtuni, vit mugu arbeiða hart víðari. ALLAN ENGHAMAR HB Tað gongur bara ikki okkara veg tíðina. Vit mugu kempa víðari. LISSI MOURITSEN B36 Hava vit tapt ...NEI  Vit eru ELLARS nr.3  Hava vit eitt problem -NEI ! JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ - FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Trettanda umfar var eitt av teimum, tá ið tað vóru bygda­liðini, sum settu dags­ skránna, og tá ið høvuðs­stað­ urin fekk lítið burturúr. HB fór fyri sættu ferð á rað av vøllinum uttan at hava vunnið í landskappingini. Í hesum tíðarskeiðnum er sigurs­vanda felagið eisini varpað úr steypakappingini. So soltin úrtøka er heilt merkis­verd fyri stolta felagið. Einasta árið, sum í nýggjari tíð kann sammetast við gongdina higartil í ár, er 2011, tá ið HB leingi var í nánd av niðurflyting og endaði á áttanda plássi við 26 stigum – tvey stig frammanfyri 07 Vestur sum flutti niður sam­ an við B71. Fyri fimm árum síð­ani spældi HB seks lands­kapp­ ingar­dystir á rað uttan at vinna. Tá var úrtøkan frá 11. og fram til 16. umfar tvey stig. Síðani HB 20. apríl og í sjeynda umfari vann 1-0 á B68 í Gundadali hevur úr­tøk­ an verið eitt stig – mál­leys­ur javnleikur á útivølli ímóti TB. Fyri fimm árum síð­ani bar soltna úrtøkan venj­ ara­skifti við sær. Julian Hansen varð loystur úr heita venjarasessinum, og Sigfríður Clementsen varð nýggj­ur venjari. Í løtuni er tað einki, sum bendir á, at Jan C. Dam ikki verður venj­ ari í HB tað, sum er eftir av hes­um kappingarárinum. Eftir tepra heimasigurin ímóti HB er Víkingur topp­ lið. Hvussu tað verður, tá ið síðsti dysturin í hesum um­ far­inum er av, fæst at síggja sunnudagin, tá ið KÍ á norð­ oya­stevnu ímóti NSÍ hevur møgu­leika at taka odda­ sessin aftur. Skála spílar seg út Støðutalvan sigur, at Skála fram­vegis er í nánd av niður­ flytingarplássunum. Men hóast tað bara er eitt stig aftur til strikuna, so vísa av­ rik­ini, at uppflytararnir hava fatur í rætta endanum. Í gjár fór Skála úr Gunda­ dali við 1-1 ímóti í B36. Har­við hevur Skála vunnið fýra stig higartil í ár ímóti meistar­ unum. Liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen hevur sein­ astu ferðirnar verið á sen­ trala miðvøllinum. Hann legði upp til 1-0 málið, tá ið hann sendi bóltin úr høgru og í høvd­ið á Brian Jacobsen, sum er við aftur, eftir at hann hevur verið uttanlands í út­búgv­ingar­ørindum: – Vit pressaðu frammar­ laga í fyrra hálvleiki. Tað kom ivaleyst óvart á B36. Tá høvdu vit møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora. Eftir steðgin pressaði B36 okkum nógv, og Andras Gango hevði onkra framúr bjarg­ing. Tá var tað frálík kensla, at tað eydnaðist at fáa hol á. Sjálvandi hevði tað verið betri, um vit vunnu, men sum gongdin var, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við javnleikin, sigur Pætur Dam Jacobsen. Merkivert er tað, at Skála avrikini eru so góð, hóast lyklaspælararnir Pauli G. Hansen og Álvur F. Christiansen ikki hava verið tøkir seinastu ferðirnar. Í B36 var vónbrotið ógvu­ liga stórt. Sebastian Pingel varð eftir langan skaðasteðg skiftur inn í seinna hálvleiki. Hann átti síðsta fótin á, tá ið tað eftir horna og út frá aftur eydnaðist at javna. Síð­ ani pressaði og trýsti heima­ liðið, uttan at tað so ofta var vandamikið: – Hetta var ikki nóg gott. Setningurin var at leggja ferð­mikið fyri. Teir spældu í steypakappingini miku­ kvøld­ið. Tað átti at havt við sær, at teir vórðu moyrir í seinna hálvleiki. Men Skála eig­ur gott og væl skipað lið. Í fyrra hálvleiki vóru teir kanska eitt vet omaná. Eftir steðgin áttu vit alt, men vit dugdu illa at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar. Hóast hetta úrslitið eru vit ikki so langt frá toppinum, og nú gleða vit okkum at hitta HB, sigur Jákup á Borg, hjálpar­venjari, ið er ein av skaddu B36 spælarunum, sum nú er um at vera tøkur aftur. Argjamenn stríðast við seg sjálvar Fyrstu stigini eftir nýggju brúnni av Argjum og út á bygd vóru tey, sum ÍF vann ígjár. Eftir einvegis fyrra hálv­leik, har gestirnir vóru leik­liga greitt omaná og spældu heimaliðið av vøll­ inum, var tað eftir steðgin drama fyri allar pengarnar. Heimaliðið var tá betri skipað, men tað var óvæntað, at tað skuldi vera AB, sum skor­aði fyrst. Akkurát inn­ skifti Árni G. Nielsen setti hol á eftir innlegg úr vinstru frá Sandri Færø, men tveir min­uttir seinni javnaði Dánjal á Lakjuni eftir innlegg úr vinstru frá Andy Olsen. Patrik Johannesen legði AB fram­um aftur eftir fína fram­spæl­ing frá Dan í Solyu, men ÍF svaraði beinanvegin aftur, tá ið Clayton Soares setti bóltin í netið. Aftur hesa­ferð var tað Andy Olsen, sum átti uppleggið. So var tað, at Karl Løkin, sum var framúr á fram­ rætt­aðum miðvallar­plássi, til­tusk­aði ÍF brotsspark, sum Bogi Reinert Petersen um­setti til sigursmálið. Rói Danielsen reyk út fyri at nýta neyðbremsuna, og AB megnaði ikki at svara aftur. Í evstu løtu vildu heima­menn­ inir hava brotsspark, men dóm­arin tagdi. – Í fyrra hálvleiki vóru vit kroystir, og tá gyppaðu vit fyri tað mesta. Eftir steðgin var betri, men tá sást, at vit eru okkara verstu fíggindar. Á Toftum mistu vit 2-0 leiðslu, og nú fær ÍF okkum tvær ferðir aftur. Tað er sum um, at vit ikki tola at leggja okk­um framum. Vit hava tor­ført við at fáa armarnar niður aftur, og vit halda uppat at gera tað, sum vit hava gjørt, staðfestir AB venjarin Trygvi Mortensen, sum ikki var nøgdur við døm­ingina: – Eg havi einki at siga um teirra brotsspark, men reyða kortið var burturvið, og eg vóni, at leikbannið verður strikað. Vit áttu sólarklárt brots­spark, tá Jónas Stenberg fór um koll. Eg skilji ikki, og eg fari ongantíð at skilja, hví tað ikki varð bríksl­að í tí førinum. ÍF venjarin Símun Eliasen er nøgdur við úrslitið og hug­ burðin: – Vit megna tvær ferðir at svara aftur og so at skora sigursmálið. Tað kom illa við, at Jan Ó. Ellingsgaard var Skála liðformaðurin er nøgdur við eitt stig ímóti meistarunum, og ÍF venjarin fegnast um, at hansara vístu góðan hugburð og vunnu, hóast teir tvær ferðir lógu undir EFFO-DEILDIN BYGDIRNAR SNÝTTU AFTUR HØVUÐS­STAÐIN